Makrelveiðan 2011

13 February 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Tjóðveldi

Løgtingið

Løgtingsmál no. XX/2010: Uppskot til samtyktar um at bjóða føroysku makrelkvotuna í 2011 út umvegis nýskipaðan almennan marknað

Uppskot

til

samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um skjótast gjørligt at leggja fyri tingið broytingaruppskot til løgtingtingslóg no. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum tryggjar:

  • at makrelkvotan fyri veiðiárið 2011, verður bjóðað út umvegis eina almenna tilfeingisbúð eftir skipaðum viðurskiftum
  • at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fær heimild til í skundi, at seta niður ein skjóttarbeiðandi bólk av serfrøðingum til tess, at leggja til rættis røttu skipanina fyri útboðið, soleiðis at hon er mest skil- og rættvís bæði fyri seljaran og keyparan.
  • at landsstýrismaðurin í lógarbroytingini fær heimild til í kunngerð at skipa útboðið av hesi ogn Føroya fólks

Viðmerkingar

Fyri fyrstu ferð síðani fiskimarkið varð flutt inn á 200 fjórðingar, eru føroyingar komnir í ta støðu, at vit onga bilaterala avtalu hava við Noreg og ES um fiskiveiði. Orsøkin er óloysti tvídrátturin um makrelin. Hetta gevur okkum nakrar avmarkingar í mun til siðvenjurnar sum hava valdað, og samstundis gevur hetta føroyingum frælsi til at áseta sær sjálvum eina rættvísa makrelkvotu, nú hesin fiskur hevur broytt ferðingarmynstur, og kann veiðast í føroyskum sjóøki í nógv størri mun enn áður.

Vit standa tí í eini støðu, har ein skilvísur karmur má gerast um makrelveiðina í 2011. Støðan er nýggj og helst ikki varandi, tí latent má tað liggja øllum á sinni, at finna eina loysn á makrelmálinum skjótast gjørligt.

Málið byrjaði í fjør, tá vikið varð frá gomlu strandalandaavtaluni. Tá ásetti landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum føroyingum eina eginkvotu á 85 túsund tons av makreli. Fiskiskapurin varð skipaður á tann hátt, at landsstýrismaðurin uttan avmarkingar í lóg og kunngerð býtti kvotuna út eftir egnum partapolitiskum høvdi.

Hetta hevur fyri fáum døgum síðan fingið landsstýrismálanevndina til at gera hesa niðurstøðu um tað málið: “Vísandi til orðaljóðið í § 9, stk. 1, samanborið við orðaljóðið í øðrum greinum í lógini, serligu viðmerkingarnar og endamálið við lógini, sum greitt frá í almennu viðmerkingunum í lógaruppskotinum, metir Landsstýrismálanevndin, at landsstýrismaðurin sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap hevði skyldu til at skipa fiskiskapin í kunngerð, og at tað sostatt var í stríð við løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, at landsstýrismaðurin í 2010 skipaði fiskiskapin eftir makreli við ítøkiligari avgerð”

Sostatt er greitt, at talan er um eina reint tilvildarliga umsiting av fólksins ogn, sum Tjóðveldi á ongan hátt fer at góðtaka.

Virðini í hesi fiskiveiði eru somikið stór – fyrstahondsvirðið á føroysku kvotuni í ár fer møguliga at vera omanfyri eina milliard krónur – søguligi rætturin hjá veiðiliðnum at kalla ongin, tí skuldi verið lagamanni at brúkt makrelkvotuna sum rollumodell í eini roynd, har eigarin av øllum føroyskum tilfeingi, Føroya fólk, eisini fær sín rímiliga part av ágóðanum.

Tjóðveldi hevur í áravís, ár um ár, lagt reformuppskotið um eina almenna Tilfeingisbúð fram á ting. Tað hevur enn ikki vunnið frama, men uppskotið snýr seg í stuttum um, at Føroya fólk umvegis eina almenna uppboðssøluskipan, regluliga bjóðar fiskirættindini út gjøgnum skipaðar tilgongdir. Vit hava eisini rátt ráðandi myndugleikanum til at fara í holt við hetta modellið í makrelmálinum, sum eina byrjan. Tað hava vit gjørt á tingi, í nevndum og har vit annars eru komin til orðanna hetta seinasta árið.

Tað hevur higartil ikki hjálpt, og tí seta vit nú fram hetta uppskot til samtyktar, ið snýr seg um, at løgtingið heitir á landsstýrismannin í fiskivinnumálum, sum støðan er vorðin, at áseta føroyingum eina rættvísa kvotu av makreli fyri 2011, at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap soleiðis, at hann kann skipa eitt slag av eini almennari Tilfeingisbúð, har til ber at bjóða makrelkvotuni út eftir nærri ásettum regluverki.

Hetta fer at tryggja:

- at tey føroysku skip, ið hava møguleika at fáa mest gagn burturúr makreltilfeinginum, sleppa framat,

- at ongin kann leggja seg omaná kvotur og rættindi

- at tað ikki verður politisk tilvild og lobbyvirksemi, ið ger av, hvussu so stór virðir av ogn Føroya fólks, verður umsitin og býtt.

Støðan sum nú er, er komandi og farandi. Íkomna støðan gevur okkum ikki annað val, enn at áseta eina rættvísa makrelkvotu, nú hini strandalondini og Ísland longu hava tikið so ríkiliga fyri sær av stovninum. Tað valdar í løtuni lívfrøðiligt kaos, og tað er bara ein spurningur um tíð, nær londini í Norðurhøvum eisini hava megnað at gjørt enda á makrelstovninum við ovurveiði, um hetta lagið heldur fram. Tí má ein siviliserað burðardygg strandalandaavtala fáast um hendan stovnin sum skjótast, áðrenn allir vera taparar í tí, sum í løtuni kann líkjast einum tølandi og rúsandi klondyke.

Á Løgtingi, 13. februar 2011.

Høgni Hoydal /Tórbjørn Jacobsen