Flokstingið hjá Tjóðveldi 2012 verður í ár hildið í Bygdarhúsinum í Fámjin, Vesturhøll, fríggjadagin 16. og leygardagin 17. mars.
Flokstingið er evsta vald floksins og harvið árligi fundurin, har tjóðveldisfólk taka samanum, og seta út í kortið av nýggjum samsvarandi hugsjónum floksins.
Fríggjakvøldið verður skipanarparturin avgreiddur, har m.a. starvsnevnd skal veljast, og innkomin uppskot verða viðgjørd. Ein næstformaður skal veljast fyri Tórbjørn Jacobsen, og í uppskoti eru Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg.
Leygardagin byrjar politiska orðaskiftið við formansfrágreiðingini, kl. 09.00
- Sjáldan hevur politiski veruleikin verið ógreiðari á tjóðskaparliga økinum, og sjáldan áður hevur føroyskur politikkur verið merktur av slíkari undirbrotligheit, sum veljarin er vitni til í dag. Støða okkara í alheims samfelagnum sum ófræls tjóð, er ein beinleiðis forðing fyri samfelagsmenningini. Virkisfýsni millum landsins borgarar, viljin at skapa og virka er ósvitaliga tengdur saman við málinum um einar frælsar Føroyar. Frælsi er ábyrgd, og bjarta hugsjónin um loysing skal á breddan. Loysing er eitt av høvuðsevnunum á flokstinginum í Fámjin.
- Tjóðveldi hevur samhaldsfesti í sínum skjøldri. Føroyingar eru vitni til ein politikk við sitandi stjórn, sum heldur beina kós móti stættarsamfelagnum, har munurin millum borgarar landsins veksur og fer alsamt at vaksa komandi árini. Samhaldsfasta samfelagið er trygdin fyri einum virðiligum lívi fyri allar landsins borgarar, og hesa framtíð eiga vit at lata okkara eftirkomarum. Samhaldsfesti er fjart hjá ráðandi stjórn í Føroyum. Men vit vilja javnseta borgarar landsins, og tí er samhaldsfesti eitt annað høvuðsevni á flokstinginum.
- Tjóðveldi vil tryggja eina burðardygga vinnu. Í fleiri umførum hevur Tjóðveldi lagt uppskot fyri dagin, sum tryggjar eina burðardygga vinnu. Okkara fiskivinna kann ikki framhaldandi vera nýtt sum kastibløka í politiska spælinum, og okkara fiskivinnu tilfeingi – fólksins ogn – eigur og skal umsitast á ein burðardyggan og fullgóðan hátt. Fiskivinnupolitikkur floksins hevur sum høvuðsmál, at ríkidømið í havinum verður umsitið sum varandi grundarlag undir føroyska búskapinum. Høvuðsvinnu okkara skal tryggjast vinnuvirksemi, ið ikki er hótt av útlendskum ognarrætti ella aðrari spekulasjón.
- Økismenning er aðalmál Tjóðveldis. Samfelagsliga menningin í Føroyum er kjølfest í spjaddari búseting og livandi lokalsamfeløgum kring landið alt, har virðini, vitanin og royndirnar hjá forfedrunum eru borin víðari til næstu ættarliðini. Soleiðis tryggja vit eitt fjølbroytt vinnulív, og bygdir og kommunur eiga at samstarva í økjum, so at alt landið kann mennast í rímiligari javnvág – vinnuliga, mentanarliga og sosialt. Alt ov leingi hevur økismenning verið innantómt hugtak, tí er økismenning eitt av høvuðsevnunum á flokstinginum.
- Í formansfrágreiðingini fer formaður floksins at viðgera politisku støðuna og leggja fram ætlanir og visjónir Tjóðveldis.
Leygarkvøldið 17. mars verður Tjóðveldisveitsla í Vesturhøll, og tekning fer fram hjá Jón Guttesen á 293051.
Flokstingið er opið fyri øllum tjóðveldisáhugaðum og fjølmiðlarnir eru allir bodnir at taka lut.

