Løgtingsfíggjarlógin

23 December 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Minnilutin (Annita á Fríðriksmørk og Tórbjørn Jacobsen) er saman við miðflokkaumboðnum, Bill Justinussen, partur av andstøðuni í fíggjarnevnd løgtingsins. Politiska valdið, í nevndini og í landinum, liggur, og hevur síðani 2004, stórt sæð ligið í hondunum á eini samgongu, - samansjóðað av Fólkaflokkinum, Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum. Fyrstu árini undir javnaðar, - og nú undir sambandsleiðslu. Seta vit tey seinastu 12 árini – frá 1998 til 2010/11 - undir eina búskaparpolitiska sjóneyku, árini eftir at Føroyar so áleið vóru komnar fyri seg aftur, eftir djúpu kreppuna fyrst í nítiárunum, sæst sjónliga, at hugburðurin í politiskum búskapar- og fíggjarmálum er óvanliga ymiskur, alt eftir hvussu heimastýristjórnirnar eru samansettar, og alt eftir hvørjum málum tær miða eftir. Tjóðskaparligu flokkarnir, sum mannaðu landsstýrið tey fyrstu 6 árini í hesum tíðarmáli, megnaðu at savna saman 2,7 milliardir krónur í yvirskoti á løgtingsfíggjarlógunum hesi árini. Upphópað skuld varð niðurgoldin, og harumframt vóru afturvendandi kapitalútreiðslur av skuldini frá kreppuárunum ein rættiliga stórur partur av útreiðslum landskassans hesi árini. Politiska málið var at hirða danska heimastýrið av herðum tjóðarinnar, at skipa ein føroyskan stat, og hetta treytaði ein aga í rakstrinum hjá landshúsarhaldinum, sum bar fram ímóti einum sjálvberandi búskapi. Hetta eydnaðist í rættiliga stóran mun.


Í seinra helmingi av tíðarmálinum gongst verri. Javnaðarflokkurin tekur við leiðsluni í Tinganesi saman við tveimum borgarligum flokkum. Tvær høvuðsstrategiir ráða nú í politisku skipanini, ein, at knýta tjóðina tættari at Danmark aftur, og hin, at reka ein svartan neoliberalan búskaparpolitikk. Sambands-flokkurin stjórnaði tjóðskaparpolitikkinum í afturgervi, ímeðan Fólkaflokkurin umsíðir slapp at gera Føroyar til eitt búskaparligt laboratorium, har ástøðin hjá krunkasvarta skúlanum í Chikago var trýstroynd.

Galliónsfigurarnir í hesi samgonguni vóru Friedrich A. Hayek og Milton Friedman og so sjálvandi maðurin afturi í rong á heimastýrisdøllinum – Jóannes Eidesgaard. Fullkomuliga politikkloysi hesi árini megnar at savna saman eitt líka stórt hall, sum hin fyrra samgongan hevði í yvirskoti fyrra helmingin av tíðarmálinum. Samlaða hallið hevur hesi árini verið 2,7 milliardir krónur, og hetta er fyri stóran part fíggjað við eini áleikandi tømingartrongd av øllum teimum grunnum, bankum og stovnum, sum teir hava hættað sær og eru slopnir framat. Góðar 2 milliardir krónur hava teir flutt yvir um, sínu megin stikið, fyri at royna eksperimentið, sum vit vitstu var deyðsdømt frammanundan. Heilt og partvíst eru teir farnir eftir Føroya Banka, Atlantsflogi, Skipafelagnum Føroyar, Lívstryggingini, Trygdargrunninum fyri avreiðingar og lønir, Forskotsgrunninum, Føroya Realkredittstovni o.s.fr. Hetta er tað kenda kistlaránið, ið bert hevur til endamáls at kompensera fyri vantandi ella rættari, - ongum politikki.


Tjóðveldi hevur frá fyrsta degi ávara ímóti hesi politisku deyðsgongd. Hann, ið onga kós hevur, fær ikki undanvind á nakrari ætt, plagdu teir at siga í gamla meginríkinum í Roma, og deyðskósin hevur ikki bara verið vandamikil fyri teir sjálvar, hon var í ovurmát í ferð við at flyta okkum út aftur í eina skuldar- og rentufellu av nýggjum, sum kundi verðið atvoldin til eina líka so lemjandi samfelagskreppu sum í 1992.


Fyri einum ári síðani legði fíggjarnevndin fram álit til fíggjarløgtingslógina fyri verandi ár - 2010. Tá ráddu vit av øllum alvi samgonguni til at taka betri partar fyri seg í búskaparliga politikkinum, og slapp politikkleysa deyðskósin at halda fram, beyðst ikki í bøtur. Hendan strikumyndin, sum var sett inn í álitið, segði alt um gongdina, sum hevði verið:

Ímeðan fullveldislandsstýrið akkumulerar og savnar í løður sæst farvegurin av einum minni yvirskoti í endaspurtinum hjá fyrru ABC-samgonguni, sum er avleiðingin av munandi øktum útlánum í fíggjarkervinum og einum brúkselvandi skattapolitikki. Síðani kemur vandamikla gapið, ið dregur eina vaksandi skuld inn í almenna geiran. Vit mæltu staðiliga til at steðga hesi gongdini yvir eitt tíðarmál, fyri bjarga samfelagnum undan ørmund, merglopi og einum totalkollapsið, táið javnvágir, uppdrift, kredittvirði og aðrir faktorar í hesum renslinum fóru at mótvirka hvørjum øðrum, soleiðis, at samfelagið enn einaferð støkk sundur við teimum ræðuligastu avleiðingunum. Okkara boð var hetta:

Vaksandi svanga gapið mátti typpast skjótast gjørligt, tó uttan at samfelagið fekk ein hvøkk, ein skelk, sum liðaði tað sundur. Endamálið var at tryggja framtíðina hjá okkum og eftirkomarum okkara. Til tað at røkka hesum málum, settu vit hópin av konstruktivum uppskotum fram, sum høvdu til endamáls at vaksa um inntøkurnar, meðan útreiðslurnar í almenna geiranum vórðu trimmaðar ígjøgnum skilagóðar rationaliseringar. Seinri verður vent aftur til ótroyttu politisku møguleikarnar, ið kunnu venda búskapinum tann rætta vegin. Fyri einum ári síðani var hetta alt, sum at sletta vatn á gás, ABC-samgongan helt eirindaleyst fast í búskaparligu deyðskósini. Undantaksstøða tók seg upp í fíggjarnevnd løgtingsins, ein av nevndarlimunum, búskaparfrøðingurin Magni Laksáfoss, varð uttan himpr tveittur út úr nevndini, og ørindadrongurin hjá maktini, varatingmaðurin Helgi Abrahamsen, var aftur ímóti plaseraður strategiskt í nevndina, sum forlongdur armur hjá útinnandi valdinum, men hetta munaði somikið lítið, at onnur ráðini máttu takast, og til endans eydnaðist ein kvettroynd hjá landsstýrinum mótvegis meirilutanum í fíggjarnevndini, og endaliga álitið varð skrivað í Fíggjarmálaráðnum, smoygt um herðarnar á meirilutanum, og síðani samtykt á tingi.

Tíðliga í vár sást, at ABC-samgongan var farin at kvaklast við í mun til vitleysu kósina, hon higartil hevði stevnt eftir í fíggjar- og búskaparmálum. Nýggja játtanarskipanin krevur, at landsstýrið um várið leggur ein fíggjarkarm fyri, hvussu løgtingsfíggjarlógin skal skrúvast saman árið eftir. Uppskotið var ikki nóg ítøkiligt, tíansheldur nóg víðfevnt, men nú hevði fíggjarnevndin mannað seg uppaftur eftir kvettið heystið fyri, og táið “karmamálið” kom útaftur, fylgdi tað rættiliga neyvt hugsanarháttinum í álitinum, sum Tjóðveldi legði fram í desember 2009. Endamálið var, at fáa samfelagið uppá turt aftur, áðrenn ov seint varð. Semjan snúði seg fyrst og fremst um árið 2011, og hon var:

• 4.529,4 - milliónir krónur er samlaði útreiðslukarmurin (vanligur rakstur).
• 225,0 - milliónir krónur er samlaði íløgukarmurin.
• 4.154,4 - milliónir krónur er inntøkukarmurin.
• 599,9 - RLÚ-úrslit.

Øll nevndin tók undir við, at hetta vóru uttastu mørk, sum landsstýrið kundi halda seg til, táið farið var undir fíggjarlógargerðina fyri 2011. Øll tey sum møtt vóru á tingfundinum, táið málið kom fyri aftur á tingi, tóku undir við uppskotinum frá fíggjarnevndini, og harvið varð tað samtykt einmælt. Harumframt skjeyt nevndin upp, at hallini fram til 2015 vórðu niðurlaðað við hálvt annað hundrað milliónum um árið, t.v.s, at hallið skuldi vera 0 krónur 2015. Viðvíkjandi íløgunum var semja um hesa gongd: 225 mió. kr. (2011), 280 mió. kr. (2012), 275 mió. kr. (2013), 250 mió. kr. (2014) og 250 mió. kr. (2015).

Minnilutin skal greitt gera vart við, at omanfyrinevndu ásetingar ikki merkja tað sama sum, at fíggjarnevndin var samd um, hvat politiska innihaldið skuldi verða handan ásettu karmarnar. Valdið til at reka politikk liggur fyrst og fremst hjá meirilutanum, samgonguni. Tí er politikkurin, sum seinri varð feldur inn í karm/in/arnar, bara ABC-samgongunnar politikkur. Endaliga produktið hjá teimum var síðan lagt fram á løgtingi, hin 30. september 2010, løgtingsfíggjarlógaruppskotið, sum fyrst og fremst var sveinastykkið hjá Jóannesi Eidesgaard, formanni Javnaðarfloksins. Uppskotið heldur seg á leið til “karmasemjuna” í peningaligum vavi, men politikkinum eiga vit ongan ognarskap í, langt frá tí. Her er ongin framsøkn, ongar umbótanir, ongi ráð og ætlanir um vøkstur. Status quo og stígur og áhaldandi niðurbróting av vælferðarsamfelagnum er framhaldandi aðalmálið. Borgarligu flokkarnir hava framvegis fult og heilt takholt á Javnaðarflokkinum, sum er komin at liggja ímillum í eini óhepnari tvíflís – eini sandwich – ímillum ein sambandskan neoliberalan politikk og eina ræðandi veljarakanning, sum næstan ger enda á flokkinum.

Hesar seinastu dagarnar hevur ein øgiligur turbolensur verið í Tinganesi, og um tað bara hava verið kávalótir, ella ein ærlig roynd frá Javnaðarflokkinum, at fara til vinstru handar aftur, vita vit ikki, men eftir fjølmiðla herðindini, har teir nokkso arrogant róptu seg sjálvar út sum vinnarar, í einum ókendum stríði, har ongin fekk at vita hvør taparin var, kunnu vit bara enn einaferð staðfesta, at Javnaðarflokkurin hevur tapt. Tapt so dyggiliga.

Nú lá málið aftur hjá fíggjarnevndini, og harvið stakk tann klassiski spurningurin seg upp, hvussu andstøðan nú skuldi agera, í mun til eitt løgtingsfíggjarlógaruppskot, sum vit onki áttu í, uttan tað, at vit høvdu verið við til at áseta materiellu karmarnar um rakstrar- og íløgugongdina hjá samfelagnum í 2011.

Tvær eru tær strategisku leiðirnar at ganga, vit høvdu nær sagt, í einum valári:

• At skrúva sjuntin upp fyri retorikkinum, pussa gloriuna, varpa reinu og stóru hugsjónirnar upp á politiska hválvið, at dálka sær politisku fingrarnar sum minst, í eini ærligari roynd, at styrkja sum mest um flokkin, til tær avbjóðingar, ið koma, eftir at eitt løgtingsval hevur verið aftur - í seinasta lagi um eitt gott ár.

• Alternartivt at royna eina pragmatiska kós, at kjálka seg inn í arbeiðið, í fyrsta lagi fyri at ávirka gongdina rætta vegin á ávísum økjum, og í øðrum lagi fyri at forða ringastu avleiðingunum av neoliberala sambandspolitikkinum hjá ABC-samgonguni.

Eyðvitað er fyrra leiðin hin lættara at ganga. Ómakaleyst at toyggja seg í hvørjari lykkju, í røðum, viðmerkingum og lesarabrøvum, táið man onga ábyrgd ætlar at taka av rikna politikkinum í landinum. Hinvegin er tað skeiv hugsan, at ein andstøða onga ábyrgd hevur av samfelagnum, har hon er ein partur av umboðandi parlamentariska valdinum, sum fólkið, nevermind minni parturin av tí, hevur latið henni. Vanliga mannagongdin í fíggjarnevndararbeiði er, at roynt verður sum longst at halda saman uppá tropparnar. Endaspurturin er avgerandi fyri, um tað ber ella brestur. Um nevndin fer av um miðjuna ella fer í tógvar lutir. Hesaferð rukku vit øll samfeld málinum, og eftir tað kann ein og hvør gera sær eina meting um hvussu tað vignaðist, og eisini um rættast hevði verið, at valt fyrra alternativið heldur enn tað seinra. Kanska var støðan serlig, tí hesaferð skuldi nýggja játtanarskipanin standa sína roynd á fyrsta sinni, og sveinastykkið hjá nevndini var at leggja hana í røttu karmarnar, og at skapa neyðugu siðvenjurnar, sum komandi fíggjarnevndir heilt víst fara at hava sær til fyrimyndar.

Vit bæði í minnilutanum eru á ongan hátt samd við ABC-konglomeratinum í tess politikki. Hvørki í íhaldna tjóðskaparpolitikkinum ella í ræðandi høgrapolitikkinum, sum rikin verður. Tí hevði tað mest sjálvsagda verið, at isolera seg í einum minniluta, hvest andstøðuvápnini, hevja raddirnar, og byrjað valdystin, sum man fara at vera meginítróttin dastið av árinum, sum nú er komandi.

Vit valdu seinra lutin, og spurt fer at vera úr eystri í vestur, hvat fingu tit nú til høldar í samvinnuni við eina samgongu, sum tit ikki vilja vita av, og ynskja harið piparið grør? Ein partur av svarinum er:

• At karmarnir hildu. Allar vegir. Politiski hugsanarhátturin í álitinum hjá Tjóðveldinum, fyri ári síðani, sum var grundarlagið undir “karmasemjuni” í vár, sigraði. Samfelagið er í tølum á rættari kós, hóast politikkurin er skeivur, men hann fáa vit ikki broytt fyrrenn valdið aftur verður okkara.

• Á inntøkusíðuni eydnaðist tað at steðga nýggjum avgjøldum á bunkringum og hækkandi avgjøldum á olju, sum verður nýtt í føroyskum húsarhaldum. Kostnaðurin á bensini og diesel til akfør var hálaður niður aftur til upprunastøðið í uppskotinum frá 30. september 2010. Frontala álopið á mjølka- og kjøtstudningin varð steðga, harvið er ongin grundað orsøk til, at prísurin á mjølk fer at hækka.

• Tað eydnaðist at minka um ringastu avleiðingarnar av tilfeingisskattinum. Landsstýrið helt ikki “semjurnar” við vinnulívið í sínum uppskoti, táið skotið var upp, at skatta nakrar fáar vinnu-fyritøkur við 3,5%´um av yvirskotinum omanfyri 1 mió. kr. Vit fingu prosentsatsin niður á 2,5%, og hóast vit hugsjónarliga og meginregluliga er ímóti hesi skipan, er tað ein troyst, at hon av sær sjávlari er burtur um árskiftið 2011/2012.

• Viðvíkjandi íløgunum fegnast vit serliga um, at 25 mió. kr. nú umsíður eru settar av til nýggja havrannsóknarskipið, sum vit sjálvi settu ferð á í landsstýrinum í 2008.

Detailprosjekteringin fer nú í gongd, og vónandi kann kjølurin verða strektur fyri ársskiftið 2011/2012. 5 mió. kr. eru settar av til at smíða nýtt tjóðleikhús til Tjóðpall Føroya, Tekniski skúlin í Klaksvík fær 5 mió. kr. Tyrlupallurin á kirkju fær 2 mió. kr., 3 mió. kr. eru settar av afturat til landsvegir, serliga til umvælingar og ábøtur, og nú røkist fyri, at gongd kemur á restaureringina av unikku Hvalastøðini við Áir, sum fær eina játtan á hálva triðju mió. kr.

• Mesta stríðið hevur staðið um útreiðslurnar. Sjósavnið á Argjum er á fyrsta sinni partur av løgtingsfíggjarlógini og fær veittan stuðul á 300 túsund krónur í 2011. Á sama hátt fær Krígssavnið í Vágum 100 túsund krónur. Hugasambandið, sum Talvsambandið er partur av, fær aftur somu upphædd eftir ætlaða minking. Kirkjugrunnurin fær eina meirjáttan á 350 túsund krónur og Føroyskt kirkjumál fær hálvthundrað túsund krónur í meirjáttan. Ymiskir studningar í Mentamálaráðnum fáa 650 túsund krónur. Vernd ímóti oljudálking fær hálva millión krónur. Hagstovan fær eina meirjátan á 300 túsund krónur til at kanna og lýsa korini hjá føroyskum barnafamiljum. Til umvælingar av almennum bygningum verður latin ein meirjáttan á 7 mió. kr. og Føroya fólkaháskúli heldur játtanina. Harumaframt verða kunningarstovurnar kring landið leskaðar í einum býti av fjórðingsmillión krónum.

• Meginavrikið var kanska, at føroyska universitetið, Fróðskaparsetur Føroya, at kalla helt stand í uppskotinum, sum nú fyriliggur.

Markið fyri, um ein andstøðuflokkur skal viðvirka ella ikki, í samstarvinum um eina fíggjarlóg, er hárfínt. Tað eru og hava vit verið tilvitað um, í prosessini síðan 1. oktober í ár. Vigað hevur verið hendan- og handan vegin. Aftur- og frameftir og til beggja handa. Heildarmyndin er tó, at vit hava fingið meira burturúr enn væntast kundi, og at politiski skaðin av løgtingsfíggjarlógini, sum er masterplanurin fyri rakstrinum av samfelagnum næsta árið, er nakað væl frægari enn hann annars hevði verið, um okkara hjálpandi hond ikki hevði eyðmerkt umráðandi kjarnupartar í lógini, sum nú fer at vera samtykt.

Hetta broytir á ongan hátt okkara fatan av tí politikki, sum ABC-samgongan stendur fyri og rekur. Hann er kynsleysur á øllum mótum, og landinum tørvar eitt stjórnarskifti, heldur í dag enn í morgin.

Størsti trupulleikin í føroyskum politikki er, at samstundis sum vit tráa eftir einum vælferðarstøði á hædd við skandinavisku brøðratjóðirnar, gera vit onki fyri at fremja inntøkuskapanina, ið skal fáa inntøkur og útreiðslur at javnviga yvir ávíst tíðarmál. Búskapurin er ov lítil, hóast vakstrarpotentialið er stórt. Serliga í høvuðsvinnuni. Ein umbót, – ein reformur – sum rationaliserar útreiðslurnar, minkar um innflutningin og sum hækkar útflutningsvirðið munandi, liggur til høgrabeinið, og alkenda uppskotið um Tilfeingisbúðina hjá Tjóðveldinum er gott grundarlag fyri breiðari samráðing um, hvussu vit fáa ráðini, at bjóða borgarum landsins eitt veruligt og trygt vælferðarsamfelag. Á nógvum øðrum mótum er nógmikið at fara undir hjá hugaðum kvinnum og monnum. Men týdningarmest er, at vit taka fulla og heila ábyrgd av samfelagnum, lata rættin og ábyrgdina hvíla á einum stað, gerast javnbjóðis partur av heimssamfelagnum, gerast ein statur ímillum statir, ein Republikk. Nú virka vit fyri hvør sínum málum og áhugamálum, onkur fyri teimum donsku áhugamálunum í Føroyum og øvut, - táið øll fara at virka fyri sama máli gerst megin ikki bara tvíføld, heldur fleirføld, á leiðini inn í eina frælsa framtíð.

Við hesum orðum mælir minnilutin tinginum til at taka undir við uppskotinum um løgtingsfíggjarlóg fyri árið 2011.