Løgtingið samtykti í dag Uppskotið frá Tjóðveldi um fjøltáttaðar eldrabústaðir

30 April 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Støði í ætlanini skal vera í tilráðingunum hjá WHO um, at fólk kunnu búgva sum longst í egnum heimi, og leggja dent á fjølbroyttar bústaðarmøguleikar.

Í álitinum frá trivnaðarnevndini verður millum annað sagt at: “Trivnaðarnevndin metir, at uppskotið til samtyktar um samskipan av tænastum til føroyingar við serligum avbjóðingum er áhugavert og lýsir væl teir trupulleikar, sum tíverri alt ov ofta eru til staðar hjá hesum málbólki. Nevndin er samd um, at fólk við serligum avbjóðingum alt ov ofta renna seg føst í trupulleikar við markamótum millum ráð. Somuleiðis er nevndin samd við øllum hoyringspørtum, sum allir vístu á manglandi samskipanina sum ein stóran trupulleika.”

Allir partar tykjast samdir um, at tíðin er meira enn búgvin til nýhugsan, og at skipa eitt fjøltáttað íbúðartilboð fyri eldri í framtíðini. Tjóðveldi hevur áður roynt at fingið samtykt líknandi uppskot, og fegnast tí um, at samgonga og andstøða ganga hond í hond í hesum máli.

Les uppskotið her

Les álitið frá Trivnaðarnevndini her