Fyrispurningurin er soljóðandi
1. Hevur landsstýriskvinnan framvegis ta fatan, at veðurlagspolitikkur Føroya er rætta grundarlagið hjá føroyska samfelagnum at arbeiða eftir á veðurlagsøkinum?
2. Heldur landsstýriskvinnan fast um yvirskipaða málsetningin og tíðarfreistina fyri at útinna veðurlagspolitikkin?
3. Hvør hevur sambært landsstýriskvinnuni yvirskipaðu ábyrgdina av, at politikkurin verður framdur í verki?
4. Hvør hevur ítøkiligu ábyrgdina av, at politikkurin verður framdur sambært løgtingssam¬tyktini?
5. Íløgur í framleiðsluverk og el-net skulu gerast fyri millum 2 og 3 mia.kr. fyri at náa málinum um 75 % av varandi el-orku á landi. Hvussu skal henda ætlan fíggjast og av hvørjum?
6. Sambært veðurlagspolitikkinum skal útbyggingin fíggjast við hækkandi brúkaraprísum, t.e. hægri el-prísum. Metir landsstýriskvinnan tað framvegis vera rætta háttin at fíggja útbygg¬ingarnar?
7. Hvørji ítøkilig stig hevur landsstýrið tikið fyri at náa málunum í veðurlagspolitkki Føroya síðani samtyktina á Løgtingi.
8. Hvussu nógvan pening hevur landsstýrið nýtt til tess at náa málinum í veðurlagspolitkki Føroya?
9. Hvussu nógvan pening fer landsstýrið at nýta til tess at náa málunum í veðurlagspolitikki Føroya tað, sum eftir er av valskeiðnum?
10. Hvørji stig eru tikin av landsstýrinum fyri at minka um útlátið av veðurlagsgassum hjá føroyska fiski- og farmaflotanum?
Svar
Til fyrsta spurning:
Tað er mín fatan, at veðurlagspolitikkur Føroya enn er rætta grundarlagið hjá samfelagnum at arbeiða eftir á veðurlagsøkinum. Veðurlagspolitikkurin varð evnaður til av einum tvørgangandi arbeiðsbólki við umboðum fyri myndugleikar, orkukrevjandi vinnubólkar og størsta orkufram¬leiðaran í landinum. Arbeiðsbólkurin varð samdur um innihaldið í veðurlagspolitikkinum.
Tað var eisini við støði í veðurlagspolitikki Føroya, at eitt samt Løgting í desember 2009 tók undir við málinum um at minka útlátið av veðurlagsgassum við minst 20 % í 2020 í mun til útlátið í 2005. Eyðsæð er, at broyttar fortreytir í okkara samfelag, nýggj tøkni á orkuøkinum o.t. kann verða atvoldin til, at veðurlagspolitikkurin verður dagførdur sum árini líða. Mett verður tó ikki, at tíðin er búgvin til eina dagføring enn. Mín fatan er, at veðurlagspolitikkur Føroya enn er eitt gott grundarlag at arbeiða eftir á veðurlagsøkinum og gevur myndugleikum, orkuframleiðarum, vinnuni, húsarhaldum, skúl¬um og øðrum eina greiða fatan av, hvønn veg vit ætla at stýra okkara samfelag á veðurlagsøkinum.
Til næsta spurning:
Løgtingið hevur einmælt samtykt yvirskipaða málsetningin og tíðarfreistina at røkka málinum um ein niðurskurð í útlátinum av veðurlagsgassum við 20 %. Enn havi eg onga ítøkiliga orsøk at heita á Løgtingið um at broyta yvirskipaða málsetningin , hvørki við at hækka ella lækka yvirskipaða málsetningin, tí útlátsuppgerðin fyri 2009 vísir, at útlátið minkar í landinum.
Fleiri tiltøk eru framd á veðurlagsøkinum og enn fleiri eru í umbúnað. Tað er eftir mínum tykki ov tíðliga at gera støðuna endaliga upp og fremja broytingar í politikkinum. Tó er eyðsæð, at er tørvur á broytingum, so má politisk støða takast til, hvørjar broytingar og tillagingar neyðugt er at gera.
Til triðja spurning:
Landsstýrismaðurin í innlendismálum varðar, sambært málsbýti løgmans, yvirskipað av veðurlagspolitikki¬num. Tó varðar hvør landsstýrismaður av sínum ávísa málsøki, og tí eisini av teimum veðurlagspolitisku átøkum, sum viðkomandi landsstýrismaður fremur á sínum málsøki. Tað er upp til hvønn einstakan landsstýrismann sum útinnandi og yvirskipaður myndugleiki at tryggja, at veðurlagspolitikkurin verður framdur í verki innan hansara málsøki.
Á hvørjum ári verður útlátið av veðurlagsgassum gjørt upp av Umhvørvisstovuni, sum er stovnur undir Innlendismálaráðnum. Í útlátsuppgerðini verða eisini metingar gjørdar um orsøkirnar til, at útlátstølini innan ymisku útlátsbólkarnar minka ella vaksa. Útlátstølini verða almannakunngjørd, og tann vegin ber væl til hjá hvørjum landsstýrismanni at fylgja gongdini innan ymisku útlátsbólkarnar og at brúka hesi tøl sum grundarlag undir førda veðurlagspolitikkinum.
Til fjórða spurning:
Tað eru landsstýrisfólkini, sum hvør á sínum øki hava ítøkiligu ábyrgdina av, at politikkurin verður framdur sambært løgtingssamtyktini. Yvirskipað eru tað landsstýrismaðurin í innlendismálum og løgmaður, sum fylgja samlaðu gongdini í framda veðurlagspolitikkinum, og sum meta um, hvørt neyðugt er at fremja tillagingar uppá tvørs av málsøkjum í samstarvi við landsstýrið.
Til fimta spurning:
Tað er neyvan rætt at siga, júst hvørjar íløgur talan er um at gera á orkuframleiðsluøkinum. SEV hevur lagt eina 10 ára ætlan fram fyri landsstýrinum, og aðrir møguligir orkuframleiðarar hava lagt sínar ætlanir fram. Í førum har talan er um orkuframleiðsluætlanir, sum verða gjørdar undir karminum av elveitingarlógini, er tað landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum varðar av tí partinum, og er tað ikki rætt av mær ítøkiliga at siga nakað um fíggingarleist fyri slíkar útbyggingar. Víst verður ístaðin til landsstýrismannin í vinnumálum.
Til sætta spurning:
Víst verður til svarið til fimta spurning.
Til sjeynda spurning:
Ymiskt er, hvørji tiltøk longu eru sett í verk innan ymisku málsøkini, og hvørji eru í umbúna. Innan málsøkið innlendismál er uppskot til lóg um bygging lagt fyri Løgtingið at viðgera, og við støði í lógini verður eitt byggiregluverk smíðað, sum fer at seta krøv til bjálving av bygningum o.a.m. Innlendismálaráðið umsitur eisini játtan til alternativar orkuverkætlanir, og Landsverk hevur umsitið eina játtan til orkusparandi tiltøk í almennum bygningum. Úrslitini av hesum byrja nú at gerast sjónlig í samfelagnum. Onnur aðalráð og stovnar hava síni ítøkiligu mál at fremja, men ongin verulig støðulýsing er gjørd enn. Væntandi verður ein støðulýsing gjørd í heyst, tá ein frágreiðing verður løgd fyri Løgtingið um veðurlagspolitikk Føroya.
Til áttanda spurning:
Ógreitt er, hvussu nógvan pening landsstýrið samanlagt hevur brúkt. Undir grein 15, sum Innlendismálaráðið varðar av, eru tvey tey seinastu árini umleið 25 milliónir brúktar til bjálving av almennum bygningum og stuðul til alternativar orkuverkætlanir. Arbeiðið at orða veðurlagspolitikk Føroya, og arbeiðið at smíða lógarverkið, hevur ikki havt nakran meirkostnað fyri Innlendismála¬ráðið, tí arbeiðið er og verður gjørt sum partur av vanliga arbeiðinum hjá starvsfólkum.
Til spurning níggju:
Ógreitt er, hvussu nógvan pening landsstýrið samanlagt fer at nýta fyri at røkka málunum í veðurlagspolitikki Føroya, tað, sum eftir er av valskeiðinum. Ein fortreyt fyri at meta um kostnaðin er, at hvør landsstýrismaður sær heilt ítøkiligt ger upp, hvørji átøk viðkomandi ætlar at fremja, tað sum er eftir av hesum valskeiðinum.
Til spurning tíggju:
Tað skerst ikki burtur, at okkara fiskifloti stendur frammanfyri ógvusligum avbjóðingum við hækkandi oljuprísum, og at tað í hesi vinnugrein enn er trupult at finna alternativa tøkni, sum munandi minkar um oljunýtsluna. Útlátstølini fyri 2009 vísa tó greitt, at minkingin í útlátinum av veðurlagsgassum frá fiskiskipum er stór. Roknað verður við, at hetta partvíst skyldast skynsemi í oljunýtsluni umborð, og at talið av skipum er minkað.
Tinganes, 12. apríl 2011
Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður

