Fyrispurningurin var soljóðandi:
1) Fer løgmaður at taka stig til, at gera eina ítøkiliga ætlan fyri heimtøku av ábyrgdini av teimum málsøkjum, sum í dag verða fyrisitin í Danmark, so øll málsøki verða fyrisitin í Føroyum t.d. innan 10 ár?
2) Hvørji mál fer landsstýrið at heimtaka fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av í 2013, 2014 og 2015?
3) Tekur løgmaður undir við at seta í verk eina skiftisskipan, tá umræður donsku ríkisveitingina, soleiðis at føroyski búskapurin miðvíst gerst leysur av donsku ríkisveitingini eftir ávísum áramáli t.d. innan 10 ár?
4) Fer løgmaður at biðja donsku stjórnina um at hækka ríkisveitingina, ella er henda ætlan slept?
5) Hvørjar - fyri Føroyar týðandi - altjóða felagsskapir eru Føroyar avskornar frá í verandi ríkisrættarligu støðu í mun til, um vit virkaðu í einum ríkjafelagsskapi/frælsum felagsskapi, har Føroyar, Grønland og Danmark samstarvaðu sum sjálvstøðug lond?
6) Fer løgmaður at taka stig til at seta úr gildi lógina um uttanríkispolitiskar heimildir, ið sum kunnugt avmarkar møguleikarnar hjá Føroyum á altjóða pallinum?
7) Tekur løgmaður undir við, at stórur meiriluti er á Løgtingi fyri at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land?
8) Fer løgmaður at taka stig til at fáa semju millum flokkarnar á Løgtingi um heildarætlan fyri at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land? Um so er, nær?
Svar:
Allir teir settu spurningarnir verða svaraðir soleiðis undir einum:
Útlendingamál verða eftir ætlan yvirtikin í 2014, og landsstýrið er farið undir at kanna møguleikan fyri at yvirtaka loftferðsluøkið. Møguligar samráðingar við donsku stjórnina um dagføring av ríkisveitingini eru tengdar at fíggjarlógini fyri 2013.
Men samgongan hevur ikki ætlanir um at fara undir samráðingar við donsku stjórnina um at broyta ríkisrættarligu støðuna. Hugsandi er tó, at samráðingar einaferð í framtíðini fara at verða tiknar upp við tí fyri eyga at broyta viðurskiftini millum Føroyar og Danmark og endurnýggja ríkisfelagsskapin. Eitt nú í samband við eina nýggja stjórnarskipan, sum formliga staðfestir støðu Føroya í ríkisfelagsskapinum.
Gongdin síðani 1948 hevur verið, at føroyingar so líðandi hava átikið sær størri sjálvbjargni og sjálvræði innan ríkisfelagsskapin. Alt bendir eisini á, at henda gongd fer at halda fram. Tað var henda framtíðarmynd, eg bar fram í røðuni á ólavsøku. Ein framtíðarmynd, har vit hava átikið okkum enn størri sjálvræði innan ríkisfelagsskapin, men har vit samstarva við hinar partarnar um einstøk málsøki.
Ein slík endurnýggjan av ríkisfelagsskapinum er tó treytað av politiskum vilja og semju og ikki minst av búskaparligu gongdini í føroyska samfelagnum. Skulu føroyingar yvirtaka fleiri málsøki, er neyðugt við einum tryggum búskaparligum grundarlagi. Tí valdast ein endurnýggjan av ríkisfelagsskapinum, í hvønn mun vit megna at vaksa um føroyska búskapin. Okkara búskapur hevur seinastu árini verið merktur av búskaparkreppuni. Trupult er at meta um búskaparligu gongdina komandi árini, og tí er tað ikki realistisk at gera nakra ítøkiliga langtíðar heildarætlan fyri endurnýggjan av ríkisfelagsskapinum. Tað er ei heldur forsvarligt at lækka um ríkisveitingina í hesum tíðum. Tvørturímóti hevði ein dagføring av ríkisveitingini verið meira skynsom fyri føroyska búskapin.
Ríkisfelagsskapurin eigur sín lut í framburðinum, sum er skaptur í Føroyum gjøgnum árini. Ríkisrættarliga støða Føroya skal tí eisini frameftir geva okkum møguleikar, heldur enn leggja forðingar fyri, at Føroyar kunnu virka í altjóða samfelagnum. Stjórnarrættarligar tulkingar hava ofta verið ein forðing fyri føroyskum sjálvsavgerðarrætti. Ein týðandi forðing er føroyskur limaskapur í millumtjóðafelagsskapum, eitt nú í WTO.
Tó hevur tað gjøgnum árini víst seg, at tað hevur borið til at finna skynsamar politiskar loysnir, ið hava gagnað Føroyum og sum víðka møguleikar at virka á altjóða pallinum. Eg eri sannførdur um, at tað eisini fer at bera til frameftir.
Í Tinganesi, 24. august 2012
Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður

