Ávaringin er givin núverendi stjóranum á Skrásetingini, Jógvani Thomsen, fyri úttalilsir hjá starvsfólki og fyrrverandi stjóranum á Skrásetingini. Um eitt mál, sum fór fram, áðrenn Jógvan Thomsen gjørdist stjóri (!).
Jóhan Dahl velur altso eitt so álvarsligt fyrisitingarligt stig mótvegis Jógvani Thomsen, tí hann er ónøgdur við umrøðuna, sum málið hevur fingið í fjølmiðlunum og almenninginum.
Hinvegin hevur Jóhan Dahl ongi fyrisitingarlig stig tikið mótvegis Vinnumálaráðnum í sambandi við álvarsligu átalurnar hjá Løgtingsins Umboðsmanni í einum øðrum máli. Har víst varð á álvarsligar feilir, skeivar avgerðir og ógegni í Vinnumálaráðnum – mótvegis júst avgerð hjá Skráseting Føroya.
Talan er sostatt um óskiljandi framferð hjá landsstýrismanninum, sum sendir tekin um avleiðingar fyri starvsfólk, ið siga sína hugsan alment. Og ilt er at síggja, at ávaringin kann vera í samsvari við fyrisitingarreglur og góðan fyrisitingarsið.
Løgmaður, ið hevur eftirlit við landsstýrisfólki og teirra fyrisiting, skal tí nú svara løgtinginum, hvussu hann metir framferðina hjá Jóhan Dahl – og hvørjar avleiðingar hann fer at taka av málinum.
§52a-fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann
um fyrisitingina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, Jóhan Dahl, í sambandi við ávaring til stjóran á Skráseting Føroya
Hvør er tann fyrisitingarliga grundgevingin fyri, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur givið núsitandi stjóranum á Skráseting Føroya eina ávaring fyri úttalilsir hjá starvsfólkum og fyrrverandi stjóranum á Skráseting Føroya í fjølmiðlunum um eitt mál, ið fór fram, áðrenn núsitandi stjórin tók við?
Er hendan ávaringin í samsvari við fyrisitingarlógina og við góðan fyrisitingarsið – og hvussu kann tað grundgevast, eitt nú tá hugsað verður um reglurnar um proporsjonalitet í fyrisitingarligum avgerðum?
Kann løgmaður vísa á fordømi í fyrisitingini fyri, at stjóri ella leiðari innan almenna fyrisiting fær ávaring í sambandi við úttallilsir hjá starvsfólki og fyrrverandi leiðslu um mál, sum eru farin fram, áðrenn tey tóku við?
Hvørji tekin heldur løgmaður, at hendan ávaringin sendir til almenn starvsfólk um rættin at úttala seg um mál og viðurskifti í fyrsitingini?
Hvørji tekin heldur løgmaður, at hendan ávaringin sendir til stjóran á Skráseting Føroya, sum í øðrum máli, ið Løgtingsins Umboðsmaður hevur kannað, hevur fingið nógva almenna umrøðu og virðing fyri sína støðutakan og sínar fyrisitingarligu avgerðir?
Kann løgmaður upplýsa, hvørjar ávaringar og átalur landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur tikið stig mótvegis starvsfólki í Vinnumálaráðnum, har Løgtingsins Umboðsmaður hevur víst á álvarsligar feilir og ógegni í málinum um løggilding av grannskoðarum?
Heldur løgmaður, at talan er um valdssnaring, tá stjóri á almennum stovni fær ávaring á so ivasomum grundarlagi?
Heldur løgmaður, at landsstýrismaðurin í vinnumálum við síni avgerð um ávaring í hesum máli, hevur fyrisitið á lógligan og fullgóðan hátt?
Hvørjar avleiðingar ætlar løgmaður at taka av hesum máli?
Á Løgtingi, 13. desember 2010
Høgni Hoydal, løgtingsmaður

