Upplýsingin frá Kaj Leo Johannessen kom sum svar uppá fyrispurning frá Annitu á Fríðriksmørk, har hon spurdi, hvørjar ábendingar løgmaður hevði fingið frá hinum í samgonguni, um, at tey ikki kundu góðtaka hækkaða gjaldið.
Hann upplýsti eisini, at øll í samgonguni – ongin undantikin – vóru við upp á hækkingarnar, og vóru vitandi um ætlanina alla tíðina.
Ikki fyrr enn Rósa Samuelsen hevði lagt ætlanina fram og onnur í samfelagnum reageraðu ímóti, vóru nøkur í samgonguni, sum ynskti málið uppaftur tikið.
Niðurstøðan er tí, at tiltakið móti pensjonistunum, var enn ein roynd at taka frá teimum gomlu, hesuferð við 14 daga freist. Eitt ógvusligt tiltak, sum ikki hevði komið upp á tal mótvegis nøkrum øðrum bólkum í samfelagnum
Hetta má sigast at verð ein útinnandi feilur, sum fer út um alt mark, og ein feilur sum 20 samgongulimir í løgtinginum og 9 í landsstýrinum allatíðina hava sagt gott fyri.
aáf
