Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, ið saman við Juliane Henningsen úr Inuit Ataqatigiit mannar Norðuratlantsbólkin, leggur í dag fram lógaruppskot til fyrstu viðgerð, ið hevur til endamáls at tryggja føroysku og grønlendsku myndugleikunum fult innlit innlit í metingarnar hjá Fíggjareftirlitinum av støðuni hjá bankunum í Føroyum og Grønlandi. Tørvurin á eini slíkari lógarbroyting er vorðin alsamt greiðari við afturvendandi kreppum í føroyska bankakervinum – nýggjasta dømið er málið um Eik banka.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður víst á, at vantandi innlit í fíggjarliga virksemið ger, at politisku myndugleikarnir verða trýstir út í kreppuviðgerð undir stórum tíðartrýsti uttan neyðugu vitanina og innlitini í málinum, og at ongi fyribyrgjandi tiltøk verða framd í búskaparpolitikkinum. Broytingaruppskotið tryggjar politisku myndugleikunum regluligt innlit, so Føroyar og Grønland í størri mun kunnu føra ein meiri stabilan og ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk.
Í dag kl. 12.00 fer lógaruppskotið hjá Norðuratlantsbólkinum til fyrstu viðgerð í Fólkatinginum og tú kanst fylgja við beinleiðis á netinum við at trýsta á leinkjuna http://www.ft.dk/webtv/video/20101/salen/72.aspx
Meiri fæst at vita við at venda sær til Høgna Hoydal á tel. 220 250
Vinaliga
Joan Ólavsdóttir
Politiskur konsulentur
Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi
tel. 0045 33 37 54 49

