Lívfrøði, fiskidagar & brúksskylda

23 July 2009
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Annað snýr seg um lógaráseting av fiskidøgum og skipan av botnfiskaveiði á heimaleiðum í næsta fiskiári, meðan hitt snýr seg um brúksskyldu av fiskidøgum. Hetta er fyrsta ferðin, at annar partur í politisku skipanini, enn landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, leggur uppskot fram um hesar lutir, nú hendan áseting skal gerast á tólvta sinni.

Orsøkin til okkara átak er greið. Ongin ivast um, at fiskidagaskipanin er ein brúkilig skipan, sum karmur um botnfiskaveiðina í føroyskum sjóøki, men tilvildarliga politiska handfaringin av skipanini øll árini hevur elvt til ta støðu, at toskastovnurin er søguliga illa fyri við einum metlágum gýtingarstovni, at hýsustovnurin er í álvarsligari minking meðan upsastovnurin er rímiliga væl fyri.

Hildið hevur verið hánt um lívfrøðiligu tilmælini hesi árini meðan støðan er versnað so munandi. Veiðan er á ongan hátt burðardygg, og hetta fer at koma okkum aftur um brekku á fleiri mótum, taka vit ikki betri partar fyri okkum. Hartil er skilagóður fiskivinnupolitikkur skilagóður búskaparpolitikkur í einum landi, har livandi tilfeingi og neyðuga stovnsrøktin eru meira grundleggjandi enn flestu aðrar staðir í heiminum. Fiskivinnan er fundamentið og stabiliteturin í samfelagnum, tí ræður um at venda gongdini sum skjótast.

Til hesa vakstrarætlan og hetta politiska og vinnuliga siðaskifti krevst nýggjur hugburður.

Í teimum báðum samflættaðu uppskotunum, sum Tjóðveldi hevur lagt fram á ting, mæla vit til, at fylgja tilmælunum frá nationala havgranskingarstovninum, Havstovuni. T.v.s., at bólkur 2, partrolararnir, verður skorðin í døgum við 20%´um, meðan allir hinir bólkarnir verða skorðnir við eini helvt í mun til verandi fiskiár. Vit taka undir við friðingarátøkunum, sum kunnu avgreiðast í kunngerð, og mæla til, at Føroya Banki framhaldandi verður friðaður haðartil stovnurin er komin fyri seg aftur, og hartil taka vit undir við tilráðingini um, at lemmatrolarar og garnaskip verða flutt inn í fiskidagaskipanina

Málið við fiskidagaskipanini frameftir eigur at vera, at dagarnir vera stillaðir samsvarandi lívfrøðiligu tilmælunum, og at ein brúksskylduskipan tryggjar, at allir teir útlutaðu dagarnir kunnu koma flotanum til gagns. Tí hava vit lagt uppskotið um brúksskyldu framaftur, ið hevur til endamáls, at flyta óbrúktar dagar aftur til Fiskimálaráðið, ið so hevur møguleika fyri at avhenda teir aftur til teirra, ið hava tørv á fleiri døgum enn teimum, sum vóru útflýggjaðir í fyrsta umfari, við fiskiársins byrjan. Seinri í tingsetuni fer flokkurin at leggja uppskotið um Tilfeingisbúðina fram aftur á ting, soleiðis, at politiska skipanin og vinnan kunnu fyrireika seg til tað, sum gerst vinnuligur gerandisdagur um árskiftið 2017/2018.


Vegna Tjóðveldi

Bjørt Samuelsen Tórbjørn Jacobsen