Norðuratlantsbólkurin arbeiðir fyri at seta fokus á føroysk og grønlendsk viðurskifti á Fólkatingi. Í samband við at bólkurin í ár markeraði sítt tíggjunda ár, segði Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, soleiðis:
”Norðuratlantsbólkurn hevur megnað at varpa ljós á Føroyar og Grønland gjøgnum arbeiðið á Fólkatingi. Ráðstevnurnar, sum bólkurin hevur skipað fyri, um evnir sum framtíðina hjá ríkisfelagsskapinum, búskap, verjupolitik og hvalaveiðu hava verið við til at skapa viðkomandi kjak og kunnleika um sambondini í ríkisfelagsskapinum, og hesum heilsi eg vælkomnum.”
Les meiri um arbeiðið hjá bólkinum her: http://dnag.sansir.net/get.file?ID=5815

