Hetta kemst av, at ongin semja fekst í lag millum strandalondini
og Ísland um eitt býti av makrelveiðini. Samsvarandi hesum hava Føroyar á sama hátt sum hini londini
í niðurlagda samstarvinum ásett sær sjálvum eina kvotu áljóðandi 150.000 tons.
Tá støðan viðvíkjandi makrelstovninum fyri 2011 er serstøk, eru flokkarnir samdir um, at hesin parturin
skal loysast á serskildan hátt, tó so at meginreglan um tilfeingisgjald verður staðfest.
Flokkarnir eru samdir um, at tann parturin av makrelkvotuni, sum er oman fyri 15% av mest loyvdu
veiði, sambært millumtjóða havgranskingarstovninum ICES, skal nýtast til royndarkvotu, m.a. fyri at
staðfesta okkara rættindir og fyri vísindaliga at ávísa, at makrelurin støðast á okkara havleiðum stóran
part av árinum og eisini gýtur í okkara sjóøki.
Flokkarnir eru eisini samdir um, at Føroyar eiga at hava ein aktivan leiklut í royndunum at gera nýggja
strandalandasemju um makrelveiðuna samsvarandi nýggju fyritreytunum og broytta ferðingar-
mynstrinum hjá hesum fiskastovni.
Meginreglur fyri makrelbýtinum:
. Føroyar hava í 2011 latið Íslandi (føroyskum línu- og snelluskipum) og Russlandi (føroysku
flakatrolarunum) 27.200 tons í býti umvegis tvílandasáttmálar við hesi bæði londini.
. Flokkarnir eru samdir um, at Havstovan skal hava 5.000 tons í granskingarkvotu til vísindaligar
kanningar.
. Harvið eru 117.800 tons eftir at býta millum fiskifør skrásett undir føroyskum flaggi.
Yvirskipað kann sigast, at uppsjóvarflotin – nótaskipini – hava fiskað føroysku makrelkvotuna, sum
hevur verið ásett til 4,92% av samlaðu makrelkvotuni sambært nú niðurløgdu strandalandasemjuni um
makrelveiðuna í norðurhøvum, - undantikin tann parturin, sum Føroyar hava latið í býti við Russland
og Ísland.
Í 2011 er tilmælta heildarkvotan fyri Norðuratlantshav 646.000 tons. Sambært gomlu strandalanda-
semjuni hevði føroyska kvotan verið 31.783 tons. Søguliga yvirlitið yvir kvotabýti av makreli sýnir, at
Føroyar øll hesi seinastu árini hevur latið Íslandi 1.300 tons, meðan parturin Russland hevur fingið av
føroysku kvotuni hevur verið skiftandi.
Við atliti til omanfyri standandi eru flokkarnir samdir um, at nótaskipini í byrjanarstøðinum
samsvarandi siðvenju hava atgongd til umleið 35 túsund tons av makrelkvotuni fyri 2011, uttan gjald.
Svartkjaftaveiðan hjá hesum skipum er at kalla burtur, tí eiga atlit at vera tikin til hendan partin av
flotanum á sama hátt, sum makrelur er latin flakatrolarunum fyri tosk í Barentshavinum.
Flokkarnir eru samdir um, at sum eina royndarskipan skulu 20.000 tons av makrelkvotuni seljast á
einum marknaði eftir nærri ásettum reglum.
Flokkarnir eru samdir um, at fyri tað, sum tá er eftir av kvotuni, verður eitt viðurgjald á 25 oyru tikið
fyri hvørt kilo, sum verður avreitt. Partur av hesum gjaldi fer til gransking og menning av fiskivinnuni,
umframt til SAR og eftirlit. Í hesum sambandi er tað av stórum týdningi, at tøkniliga grundarlagið undir
føroyskum fiskirannsóknum verður dagført og styrkt.
Flokkarnir eru samdir um, at partur av fænum, ið fæst inn fyri søluna, skal setast inn á serstaka kontu
uttanfyri vanliga raksturin hjá landshúsarhaldinum.
Fiskimálaráðið ger eitt tilmæli og evnar til uppskot um eina kunngerð við nærri ásetingum. Tilmælið
skal m.a. taka atlit til best møguligt búskaparligt avkast fyri vinnu og samfelag, til royndir og til at
størsti parturin av makrelinum fer til konsum og at øll kvotan verður fiskað.
Flokkarnir eru samdir um hetta býtið av teim 118 t. tonsunum:
. Nótaskipini 35.000 t. uttan gjald
. Nótaskipini 25.000 t. við 25 oyru fyri kg
. Felagskvota við hámarki 38.000 t. við 25 oyru fyri kg
. Bjóðast út á marknaði 20.000 t.
Semja er um, at tey sum manna fiskifør, ið fáa atgongd til makrelveiðina, skulu lønast samsvarandi
sáttmálum, sum nú eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Royndarfiskiskapur
Uttanlandsnevndin hevur mælt til, at parturin av ásettu makrelkvotuni oman fyri tey 15% av mest
loyvdu veiðini verður settur av til vísindaligar kanningar og royndarfiskiskap, m.a. fyri at styrkja
grundarlagið undir krøvum okkara í komandi strandalandasamráðingum.
Tí skulu skipini, sum veiða makrel í 2011, dagliga geva fiskiveiðueftirlitinum útgreinaða fráboðan um
fiskiskapin og gera stakroyndir um stødd, vekt, góðsku, feskleika og um ætið í fiskinum. Royndirnar
verða skrásettir til hagtalsnýtslu. Nøkur av skipunum hava framkomin tól umborð, sum m.a. máta hitan
í sjónum, stødd av torvum, knattstøður o.a. og kunnu tí fáa til vega nágreinilig hagtøl og vitan, m.a. um
hvussu makrelurin ferðast. Dentur verður lagdur á, at partur av teimum skipum, sum fáa loyvi, royna
nýggjar veiðihættir og harvið leggja grundarlag undir størri fjølbroytni í veiðuna eftir uppsjóvarfiski
framyvir.
Innsavnaðu og skrásettu upplýsingarnar frá royndarfiskiskapinum verða savnaðar í eina samanfatandi
frágreiðing. Haraftrat koma granskingar- og kanningarúrslitini frá Havstovuni, sum eins og í fjør hevur
fingið tillutað eina kvotu uppá 5.000 tons til vísindaligar kanningar.
Tættir í framtíðar fiskivinnupolitikki
Flokkarnir eru samdir um, at øll veiða veidd í føroyskum sjóøki í seinasta lagi í 2015 skal verða fiskað
samsvarandi búskapar- og lívfrøðiliga burðardyggum krøvum. Lívfrøðilig burðardygd skal í hesum
førinum skiljast soleiðis, at vísindaligu tilráðingarnar/tilmælini skulu fylgjast, tá ið fiskiorkan, kvotur
og fiskidagar, verður ásett. Og hartil, at alt tilfeingið kemur til høldar.
Tað er av týdningi, at okkara høvuðsvinna verður skipað og mennist so, at rakstrarstuðulsskipanir í
framtíðini ikki vera partur av henni.
Flokkarnir eru samdir um, fyri at fáa fiskidagaskipanina at virka best møguligt, eftir at ásetta
fiskidagatalið í umfari verður sett eftir lívfrøðiligu tilmælunum, at seta brúksskyldu inn í skipanina, fyri
at allir útlutaðir dagar kunnu brúkast innanfyri lívfrøðiligu karmarnar.
Flokkarnir eru eisini samdir um at fylgja tilmælunum frá Fiskidaganevndini, Reiðarafelagnum,
manningarfeløgunum og Havstovuni um við lóg at friða fyri allari veiði á ungfiskaleiðunum,
undantikin vanlig veiða við loddi og teini til húsbrúks.
Uppskot um varðandi tilfeingisskatt/uppboðssølu á marknaði og um landingartreytir verður lagt fyri
Løgtingið í seinasta lagi 1. oktober 2011. Flokkarnir eru samdir um, at vit - omanfyrinevndu flokkar -
orða eitt uppskot hesum viðvíkjandi við serfrøðiligari hjálp frá Fiskimálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum,
Landsbankanum, vinnuni og Havstovuni. Eitt av høvuðsmálunum í hesum arbeiði er eisini at loysa
avbjóðingina við at verðandi skipan við loyvisrættindum gongur út pr. 1. jan 2018, hetta fyri at
vinnulívið í góðari tíð kann fyrireika seg til broyttar og tryggar karmar.
Tinganes, 20.04.2011
Samgongan Tjóðveldi Framsókn
kelda: Fiskimálaráðið

