Við skrivi, dagfest 17. oktober 2010, hevur Landsstýrismálanevndin móttikið klagu frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, um, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur brotið § 9 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við at hava útskrivað loyvi til fiskiskap eftir makreli í føroyskum sjógvi uttan neyðuga heimild í kunngerð.
Við skrivi, dagfest 27. oktober 2010, hevur Landsstýrismálanevndin biðið landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at lata sær eina frágreiðing í málinum. Herundir varð landsstýrismaðurin biðin um at greiða Landsstýrismálanevndini frá, hví uppskot til kunngerð um veiðu eftir makreli við føroyskum fiskiførum í føroyskum sjógvi í 2010 ikki varð lýst í Kunngerðablaðnum.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sent nevndini svarskriv, dagfest 9. november 2010. Landsstýrismaðurin metir, at hann hevur neyðugu heimildirnar til at skipa fiskiskapin við ítøkiligari avgerð. Í hesum sambandi vísir landsstýrismaðurin til § 5, stk. 4, § 5, stk. 6 og § 11, stk. 1, 2. pkt. í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Vísandi til hesar ásetingar, metir landsstýrismaðurin seg hava heimild til at skipa fiskiskapin eftir makreli, herundir at skriva út loyvir til makrelfiskiskap, uttan at kunngerð er lýst. Til spurningin um, hví uppskotið til kunngerð ikki varð lýst, greiðir landsstýrismaðurin frá, at frá byrjan varð arbeitt fram ímóti, at fiskiskapurin eftir makreli skuldi skipast í kunngerð. Framhaldandi samráðingar millum strandarlondini, umframt innanhýsis politisk viðgerð av málinum í Føroyum, førdi við sær, at endalig avgerð um, hvussu fiskiskapurin skuldi skipast, dró út. Umstøðurnar í juli 2010 gjørdu, at berast mátti skjótt at, og avgerð varð tí tikin um at skipa fiskiskapin eftir makreli umvegis treytum í fiskiloyvunum, í staðin fyri í kunngerð.
Tórbjørn Jacobsen sendi Landsstýrismálanevndini viðmerkingar til svarskrivið frá landsstýrismanninum við skrivi, dagfest tann 16. november 2010. Klagarin boðar frá, at hann ikki er samdur við tulkingini hjá landsstýrismanninum av lógini um vinnuligan fiskiskap. Klagarin metir ikki, at § 9 í lógini kann misskiljast soleiðis, at kunngerð eigur at verða lýst, áðrenn makrelloyvi verða útskrivað.
Skriv klagarans varð sent landsstýrismanninum til ummælis tann 24. november 2010. Samstundis bað Landsstýrismálanevndin landsstýrismannin um at greiða nevndini nærri frá siðvenjuni viðvíkjandi útlutan av fiskiloyvum frá 1994 fram til í dag.
Við skrivi, dagfest tann 6. desember 2010, sendi landsstýrismaðurin Landsstýrismálanevndini svarskriv. Hjálagt svarskrivinum var eitt yvirlit yvir fiskiloyvi 1994-2010. Í yvirlitinum er útgreinað, í hvørjum førum kunngerð er sett í gildi, áðrenn fiskiloyvir eru útlutað, og í hvørjum førum fiskiloyvir eru latin, uttan at kunngerð er sett í gildi.
Fyribils niðurstøða nevndarinnar varð send landsstýrismanninum til ummælis tann 9. februar 2011. Landsstýrismaðurin sendi nevndini viðmerkingar sínar í skrivi, dagfest 17. februar 2011. Landsstýrismálanevndin er á fundi tann 18. februar 2011 komin til ta niðurstøðu, at viðmerkingarnar hjá landsstýrismanninum ikki broyta støðu nevndarinnar til málið. Hetta av tí at nevndin í fyribils niðurstøðu sínari hevur tikið støðu til tað, sum verður ført fram í skrivi landsstýrismansins, dagfest tann 17. februar 2011. Fyribils niðurstøðan verður tí at staðfesta sum endaliga niðurstøða nevndarinnar.
Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 27.10.2010, 17.11.2010, 24.11.2010, 08.12.2010, 02.02.2011, 09.02.2011 og 18.02.2011.
Viðvíkjandi § 11 og § 5, stk. 4 og 6 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Landstýrismaðurin í fiskivinnumálum vísir í svarskrivum sínum til Landsstýrismálanevndina á, at hann metir seg hava heimild í § 11, stk. 1 og § 5, stk. 4 og 6 til at skipa fiskiskapin við ítøkiligari avgerð. Landsstýrismálanevndin hevur gjørt av fyrst at taka støðu til hendan spurningin.
§ 11 stk. 1, 2 pkt. varð sett inn í lógina við § 1, nr. 14 í løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998 um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. § 11, stk. 1, 2. pkt. er soljóðandi:
”Landsstýrismanninum er heimilað í fiskiloyvinum at seta nærri treytir viðvíkjandi t.d. fiskiskapinum og regluligum fráboðanum til Fiskiveiðieftirlitið.”
Í viðmerkingunum til hesa grein (í løgtingsmáli 3/1998) stendur m.a. soleiðis:
”... Samstundis verður heimilað landsstýrinum í fiskiloyvinum at áseta nærri treytir fyri fiskiskapinum í føroyskum sjógvi, eins og tað í stk. 3 var heimild fyri tí uttan fyri føroyskt sjóøki. ...”
Eftir orðaljóðinum í greinini er hetta ein heimild at áseta nærri treytir í fiskiloyvinum. Talan er sostatt ikki um eina heimild at áseta generellar treytir fyri fiskiskapinum, men talan er hinvegin um, at landsstýrismaðurin fær heimild at áseta sertreytir í fiskiloyvinum, um hetta er neyðugt. Landsstýrismálanevndin metir tí ikki, at landsstýrismaðurin vísandi til § 11, stk. 1 hevur heimild at áseta generellar treytir í fiskiloyvum.
Landsstýrismálanevndin metir, at § 11 er tengd at § 9, soleiðis at landsstýrismaðurin sambært § 9 hevur heimild til at skipa fiskiskapin generelt í kunngerð, meðan landsstýrismaðurin samstundis sambært § 11, stk. 1 hevur heimild til at áseta ávísar neyðugar nærri treytir í fiskiloyvinum, sum ikki eru ásettar í kunngerð.
Sum heimildargrundarlag vísir landsstýrismaðurin eisini til § 5, stk. 4 og 6 í lógini. § 5, stk. 4 og stk. 6 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 87 frá 18. august 2010, eru soljóðandi:
”Stk. 4. Fiskiloyvi sambært hesi lóg er tann rættur, sum landsstýrismaðurin hevur latið eigara av ávísum fiskifari, sum hevur veiðiloyvi sambært stk. 3, at veiða ávíst fiskidagatal og/ella ávísa nøgd úr ávísum fiskastovnum á ávísum leiðum í ávísum fiskiári. Fyri fiskifør, ið koma undir bólk 5 sambært § 28, stk. 1, krevst tó ikki veiðiloyvi fyri at fáa tillutað fiskiloyvi. Fiskiloyvi kann eisini verða latið eigara av fiskifari, sum ikki hevur veiðiloyvi sambært stk. 3, soleiðis at veitt verða fyribils ella avmarkað rættindi at veiða ávísa nøgd/dagatal úr fiskastovnum á ávísum leiðum í ávísum fiskiári.
...
Stk. 6. Felags kvotupartur er tann partur av heildarkvotu av ávísum fiskastovni, ið landsstýrismaðurin setir av til at fiska hjá einum bólki av fiskiførum, undir einum.
Felags árskvota er felags kvotuparturin, roknaður um til tons, rund vekt av fiski.”
Kapittul 1 (§§ 1-6) í lógini um vinnuligan fiskiskap ásetir økið, ið lógin fevnir um, endamál við lógini og allýsingar, sbr. heitið á kap. 1. Reglur fyri fiskiskapinum verða ásettar í hinum kapitlunum í lógini. Viðvíkjandi omanfyrinevndu ásetingum er at siga, at § 5, stk. 4 er ein allýsing av, hvat eitt fiskiloyvi er, meðan § 5, stk. 6 er ein allýsing av, hvat ein felags kvotupartur er. Hesar ásetingar eru ikki heimildarásetingar, men allýsingar av ymiskum hugtøkum, ið verða nýtt í lógini. Landsstýrismálanevndin metir tí heldur ikki, at landsstýrismaðurin vísandi til hesar ásetingar hevur heimild at áseta generellar treytir í fiskiloyvinum.
Viðvíkjandi § 9 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Tórbjørn Jacobsen klagar landsstýrismannin í fiskivinnumálum fyri brot á § 9 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, av tí at hesin hevur skrivað út loyvi til fiskiskap eftir makreli í føroyskum sjógvi, uttan neyðuga heimild í kunngerð, soleiðis sum tað er kravt í § 9 í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Viðkomandi parturin av § 9 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap er soljóðandi:
”§ 9. Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at skipa fyri fiskiskapi hjá fiskiførum undir føroyskum og fremmandum flaggi á føroysku landleiðunum og fiskiskapi hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi uttan fyri landleiðirnar, og kann landsstýrismaðurin m.a. gera reglur um:
1) Reglur verða gjørdar um, hvussu fiskidagar á innaru fiskidagaleiðini verða býttir um við fiskidagar á ytru fiskidagaleiðini við neyvari tilskilan av kongafiski og svartkalva hjáveiðinøgd og fiskidagaskipan fyri fiskifør, sum hava serloyvir.
2) Fiskidagaskipan ella kvotuskipan á mið- og fjarleiðum.
3) Fiskidagaskipan ella kvotuskipan á føroysku landleiðunum, har hesi ikki eru býtt út til ávísar skipabólkar eftir hesi lóg.
...”
Í hesum málinum hevur landsstýrismaðurin skipað fiskiskapin sambært kvotuskipan á føroysku landleiðunum, har rættindi frammanundan ikki eru býtt út til ávísar bólkar sambært lógini um vinnuligan fiskiskap. Landsstýrismálanevndin metir tí, at fiskiskapurin eftir makreli er fevndur av § 9, stk. 1, nr. 3 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
Spurningurin í hesum máli er, hvørt landsstýrismaðurin hevði skyldu til at skipa fiskiskapin eftir makreli 2010 í kunngerð, ella um hann hevði heimild til at skipa fiskiskapin við ítøkiligari avgerð.
Í § 9, stk. 1 verða orðini ”verður heimilað í kunngerð” nýtt. Í føroyskum lógarsmíði verða fleiri ymiskar heimildarásetingar nýttar. Í eldri lóggávu er vanligt at nýta orðingina: ”verður heimilað í kunngerð”, tá ið landsstýrismaður hevur skyldu til at áseta reglur í kunngerð, meðan ”landsstýrismaðurin kann í kunngerð” verður nýtt, tá ið landsstýrismaðurin hevur møguleika, men ikki skyldu til at áseta reglur í kunngerð. Í nýggjari lóggávu er meira vanligt at nýta orðingar sum: ”landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur í kunngerð”, ”landsstýrismaðurin skal áseta nærri reglur”, tá ið tað er eitt krav, at landsstýrismaðurin skal áseta reglur í kunngerð, meðan orðingin: ”landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur” verður nýtt, tá ið landsstýrismaðurin hevur møguleika fyri at áseta reglur í kunngerð.
Í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap verður orðingin ”landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð” nýtt í fleiri førum, t.d. í § 9, stk. 1, 2 og 3, § 29, stk. 4, § 31, stk. 2. Orðingin ”landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur” verður eisini nýtt í fleiri førum, t.d. í §§ 9, stk. 4, 9a, stk. 17, 9b, stk. 5, 18, stk. 2, 19, stk. 1. Tá ið hetta uppbýtið verður gjørt í lógini, verður mett, at ætlanin við hesum hevur verið, at orðingarnar skulu merkja hvør sítt, og at orðingin ”verður heimilað í kunngerð” merkir, at landsstýrismaðurin skal áseta reglur í kunngerð.
Landsstýrismálanevndin er av teirri sannføring, at landsstýrismaðurin eftir orðaljóðinum í § 9, stk. 1, samanborðið við orðaljóðið í øðrum greinum í lógini, hevur skyldu til at skipa fiskiskapin í kunngerð. Løgtingið hevur givið landsstýrismanninum heimild til at áseta nærri reglur á økinum, og tá ið landsstýrismaðurin velur at áseta reglur á økinum, skal hetta gerast í kunngerð.
Í § 9, stk. 1 eru reksað upp nøkur øki, sum landsstýrismaðurin m.a. kann áseta reglur um. Landsstýrismálanevndin skilir hesa áseting soleiðis, at landsstýrismaðurin millum annað hevur møguleika at skipa fiskiskapin á teimum økjum, ið eru nevnd í § 9, men tá ið landsstýrismaðurin velur at regulera eitt av teimum í § 9, stk. 1 nevndu økjum, skal hetta gerast í kunngerð.
Verður hugt at almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið, løgtingsmál nr. 51/1993, sæst, at endamálið við lógaruppskotinum var at skipa økið viðvíkjandi vinnuligum fiskiskapi betur. Greitt verður frá, at fiskiskapurin áðrenn 1994 var rættiliga lítið skipaður. Tær heimildarlógir, ið vóru galdandi frá 1977, tá ið fiskimarkið fór frá 12 út á 200 fjórðingar, vóru lítið umfatandi. Vantandi setningurin fyri fiskivinnupolitikkinum var mettur at vera høvuðsorsøkin til, at fiskivinnan á føroysku landleiðinum kom í ta truplu støðuna, sum hon tá var komin í, við ov nógvari veiðiorku, ov nógvari virkisorku á landi, niðurfiskaðum fiskastovnum og stórum rakstrarligum halli bæði á sjógvi og landi. Bygnaðarnevndin, sum læt frágreiðing sína viðvíkjandi nýggjari lóggávu um vinnuligan fiskiskap 1. juli 1993, vísti á avleiðingarnar av, at heimildir ikki høvdu verið at skipa so fyri, at náttúrutilfeingið varð røkt burðardygt og skilagott, so at fiskivinnan kundi virka undir vanligum marknaðarbúskapi og geva eitt positivt íkast til føroyaska búskapin.
Endamálið við lógini var sostatt at skapa betri karmar fyri vinnuliga fiskiskapinum við at Løgtingið ásetti yvirskipaðu karmarnar í lóggávuni, meðan Løgtingið gav landsstýrismanninum heimild til at útfylla lógarkarmarnar í kunngerð. Á hendan hátt stuðla almennu viðmerkingarnar viðvíkjandi søguligu gongdini og endamálinum við lógini undir tulking nevndarinnar av orðaljóðinum í § 9, stk. 1.
Serligu viðmerkingarnar til § 9, løgtingsmál nr. 51/1993, leggja ikki stórvegis afturat tulkingini av greinini. Í serligu viðmerkingunum stendur m.a., at: ”høvuðsreglan er, at landsstýrið í kunngerð kann skipa fyri fiskiveiðuni á føroysku landleiðunum hjá føroyskum og útlendskum skipum. Harafturat koma reglur um føroyska fiskiveiðu uttan fyri landleiðirnar.” Landsstýrismálanevndin skilir hesar viðmerkingar soleiðis, at landsstýrismaðurin nú hevur fingið møguleikan at skipa fyri fiskiveiðuni í kunngerð, hetta í mun til áðrenn 1994, tá ið fiskiveiðan var rættiliga óskipað. Hetta stuðlar eisini undir fatan nevndarinnar, nevniliga at landsstýrismaðurin hevur fingið møguleika at skipa fiskiskapin, og tá ið hetta verður gjørt, skal tað gerast í kunngerð.
Vísandi til orðaljóðið í § 9, stk. 1, samanborðið við orðaljóðið í øðrum greinum í lógini, serligu viðmerkingarnar og endamálið við lógini, sum greitt frá í almennu viðmerkingunum í lógaruppskotinum, metir Landsstýrismálanevndin, at landsstýrismaðurin sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap hevði skyldu til at skipa fiskiskapin í kunngerð, og at tað sostatt var í stríð við løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, at landsstýrismaðurin í 2010 skipaði fiskiskapin eftir makreli við ítøkiligari avgerð.
Viðv. Stjórnarskipanarrættinum
At skipa tílík stórmál í kunngerð er eisini í samsvari við stjórnarskipanarrættin. Vanligt er, at avgerðir, ið áleggja borgaranum skyldur ella rættindi, og sostatt hava stóran týdning fyri borgaran, skulu ásetast í kunngerð. Hetta soleiðis, at gjøgnumskygni er í skipanini, og at borgarin skal hava møguleika fyri at seta seg inn í, hvørji rættindi og skyldur hann hevur. Á henda hátt kann forðast fyri, at tilvildarligar avgerðir verða tiknar av útinnandi valdinum, og at rættartrygd borgarans kemur í vanda.
Í ”Dansk forfatningsret I” eftir Henrik Zahle, 1995, bls. 374, stendur soleiðis um nýtslu av kunngerðum:
”Går forskriften ud på at regulere privates retlige position, bør bekendtgørelse anvendes. Dette er tilfældet, hvis forskriften indeholder indgreb, men også foranstaltninger, som isoleret set virker begunstigende i forhold til den enkelte private (men eventuelt belastende for andre), må begrunde bekendtgørelsesformen.”
Í kap. 1, nr. 4 í ”Justitsministeriets vejledning nr. 153 af 22. september 1987 om udarbejdelse af administrative forskrifter” stendur m.a. soleiðis:
”Bekendtgørelsesformen skal således anvendes, hvis reglerne skal normere retsstillingen mellem borgere indbyrdes eller pålægge borgere pligter over for det offentlige. Endvidere bør bekendtgørelse også anvendes, hvis reglerne går ud på at tillægge borgerne rettigheder over for det offentlige.”
Landsstýrismaðurin hevur í skrivi sínum, dagfest 9. november 2010, upplýst, at tað í 2010 var gjørt av at áseta eina føroyska makrelkvotu upp á 85.000 tons. Ein slík kvota hevur eitt peningaligt virði upp á hundratals milliónir, og hevur stóran búskaparligan týdning fyri samfelagið og borgaran sum heild. At fáa lut í einum so stórum parti av okkara náttúrutilfeingi gevur teimum borgarum, sum fáa útlutað fiskiloyvi, stóran fyrimun og peningaligan vinning, meðan teir borgarar, ið ikki fáa fiskiloyvi, eru við skerdan lut. Av tí at nógvur vinningur er í makrelveiðuni, kann tann landsstýrismaður, ið skal útluta hesi fiskiloyvi lættliga verða settur undir trýst frá borgarum, ið ynskja fiskiloyvi. Landsstýrismálanevndin er av teirri fatan, at um generellu treytirnar eru ásettar í kunngerð er minni møguleiki fyri, at landsstýrismaðurin verður trýstur at geva ávísum borgarum fiskiloyvi, og minni møguleiki hjá fólkinum at seta spurnartekin við, hvørt avgerðirnar eru tiknar á tilvildarligum grundarlagi.
Landsstýrismálanevndin metir tí eisini vísandi til stjórnarskipanarrættin, at landsstýrismaðurin átti at havt lýst veiðu eftir makreli í kunngerð.
Ítøkiliga málið viðv. kunngerð um veiðu eftir makreli
Landsstýrismálanevndin hevur fingið frágreiðing frá landsstýrismanninum og skjølini í málinum um ítøkiliga málið viðv. kunngerð um veiðu eftir makreli.
Sambært frágreiðing og skjølum í málinum varð arbeiðið við kunngerð um veiðu eftir makreli við føroyskum fiskiførum í føroyskum sjógvi byrjað longu tíðliga á vári 2010. Uppskot til kunngerð varð sent til hoyringar hjá viðkomandi pørtum 28. apríl 2010. Upprit til landsstýrisfund varð skrivað tann 4. juni 2010, hjálagt uppritinum varð tillagað uppskot til kunngerð, dagfest 4. juni 2010. Landsstýrismaðurin greiddi frá um makrelveiðuna á landsstýrisfundi 7. juni 2010. Kunngerðin varð tó ikki lýst. Landsstýrismaðurin greiðir frá, at umstøðurnar við framhaldandi samráðingum millum strandarlondini, umframt innanhýsis politisk viðgerð av málinum í Føroyum, førdi við sær, at endaliga avgerðin um, hvussu fiskiskapurin skuldi skipast, dró út.
Landsstýrismaðurin greiðir frá, at 3. juli 2010 var avgerð tikin um at áseta eina ávegis makrelkvotu í føroyskum sjógvi á 35.000 tons. Av tí at talan var um ávegis kvotu, var hetta gjørt uttan uppskotið til kunngerð varð lýst. Í staðin var fiskiskapurin reguleraður í fiskiloyvinum. 22. juli 2010 varð endaliga gjørt av at áseta eina føroyska makrelkvotu upp á 85.000 tons. Um hetta mundið var nærum øll ávegis kvota, sum var útlutað fyrst í juli, fiskað, og fiskiskapurin í føroyskum sjógvi vísti seg at vera sera góður. Við atliti at loyva skipunum at halda fram við fiskiskapinum var borið skjótt at. Fiskiskapurin var skipaður umvegis treytum í fiskiloyvunum, og nýggj fiskiloyvi vóru útskrivað 23. juli 2010.
Landsstýrismálanevndin skilir ikki, hví uppskotið til kunngerð ikki var sett í gildi, tá ið uppskotið var klárt í juli 2010. Ein kunngerð kann verða lýst við sera stuttum skotbrá, um hetta er neyðugt. Landsstýrismálanevndin metir ikki, at tíðarneyð er nøkur umbering fyri, at landsstýrismaðurin ikki lýsti kunngerðina.
Viðvíkjandi siðvenjuni á økinum
Í skrivi sínum, dagfest 6. desember 2010, hevur landsstýrismaðurin sent Landsstýrismálanevndini eitt yvirlit yvir, hvørji fiskiloyvi eru útskrivað frá 1994 fram til í dag, og nær kunngerðir eru knýttar at hesum loyvum og ikki. Yvirlitið vísir, at kunngerð í fleiri førum ikki er sett í gildi, áðrenn fiskiloyvi eru latin. Tað undrar Landsstýrismálanevndina, at tað eru flest kunngerðir um útlendska veiðu, meðan fáar kunngerðir eru um føroyska veiðu.
Vísandi til omanfyristandandi um ásetingarnar í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, metir Landsstýrismálanevndin ikki, at siðvenjan viðvíkjandi útlutan av fiskiloyvum er í samsvari við galdandi lóggávu. Landsstýrismálanevndin er samd við klagaranum í, at afturvendandi mistøk ikki rættvísgera eina endurtøku av skeivum avgerðum, og metir Landsstýrismálanevndin tí ikki, at siðvenjan á økinum var ein umbering fyri, at landsstýrismaðurin ikki setti uppskotið til kunngerð í gildi, áðrenn fiskiloyvi viðv. veiðu eftir makreli vórðu útlutað.
Samanumtikið
Vísandi til orðaljóðið í § 9, stk. 1, samanborðið við orðaljóðið í øðrum greinum í lógini, serligu viðmerkingarnar og endamálið við lógini, sum greitt frá í almennu viðmerkingunum í lógaruppskotinum, metir Landsstýrismálanevndin, at landsstýrismaðurin sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap hevði skyldu til at skipa fiskiskapin í kunngerð, og at tað sostatt var í stríð við løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, at landsstýrismaðurin í 2010 skipaði fiskiskapin eftir makreli við ítøkiligari avgerð.
Umframt hetta metir Landsstýrismálanevndin ikki, at tað er í samsvari við stjórnarskipanarrættin, at fiskiskapurin eftir makreli 2010 var skipaður við ítøkiligari avgerð. Talan er um at útluta eina makrelkvotu á 85.000 tons, ið hevur eitt peningaligt virði upp á hundratals milliónir. Slík stórmál, ið geva ávísum borgarum rættindi til part av virðismiklum náttúrutilfeingi, meðan aðrir borgarar eru við skerdan lut, eiga sambært stjórnarskipanarrættinum at verða ásettar í kunngerð, soleiðis at forðast kann fyri, at avgerðir verða tiknar á tilvildarligum grundarlagi, og soleiðis at gjøgnumskygni er í skipanini.
Landsstýrismálanevndin skilir ikki, at uppskotið til kunngerð, ið var klárt í juni 2010, ikki varð sett í gildi. Ein kunngerð kann verða lýst við sera stuttum skotbrái, um hetta er neyðugt. Landsstýrismálanevndin metir ikki, at tíðarneyð er nøkur umbering fyri, at landsstýrismaðurin ikki lýsti kunnngerðina.
Av tí at Landsstýrismálanevndin metir, at siðvenjan á økinum ikki er í samsvari við lóggávuna, metir nevndin heldur ikki, at hendan siðvenjan kann nýtast sum umbering fyri, at kunngerð ikki varð sett í gildi.
N.v.
Helgi Abrahamsen
fo

