Munnligur fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, um at stuðla ætlanini viðvíkjandi 50-metra langhyli í Vági
Hvørjar fyrireikingar og uppskot hevur landsstýriskvinnan gjørt í sambandi við at stuðla verkætlanini hjá einum áhugabólki í Suðuroy um at byggja 50-metra svimjihyl á Oyrunum í Vági?
Nær fer landsstýriskvinnan at leggja uppskot fyri tingið um hetta mál?
Viðmerkingar
Málið um at byggja ein 50-metra svimjihyl í Føroyum, varð fyrstu ferð reist á tingi av Tjóðveldi fyri skjótt tveimum árum síðani.
Atvoldin var sjálvsagt tey framúr úrslitini, sum føroyskir svimjarar og venjarar hava rokkið í altjóða kappingum, hóast sera kargar fysiskar venjingarumstøður.
Síðani hevur onki verið at frætta frá landsstýrinum uttan ymist leyst tos í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina fyri 2011. Tá kom onki ítøkiligt uppskot frá landsstýrinum.
Nú liggur ein verkætlan greið frá einum áhugabólki í Vági, har fyrireikararnir hava sameint ætlanina um sjálvan langhylin við eitt heilsu- og orkugagnligt tilboð til fjøld av fólki. Teir heita á landsmyndugleikarnar um eina minni stuðulsupphædd til íløguna, meðan raksturin verður fíggjaður av øðrum pørtum.
Tí verður rykt eftir atgerð frá landsstýriskvinnuni.
Á Løgtingi 23. februar 2011
Høgni Hoydal
løgtingsmaður

