Landsfundur Unga Tjóðveldsins

19 February 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Í 2014 hevur felagið verið virkið í 50 ár nærum samanhangandi og er hetta eitt heilt serstakt ár fyri Unga Tjóðveldið. Tað eru 50 ár síðani, at fræslissinnaður ungdómur slóðaði fyri, og tað eru nú, 50 ár seinni, at vit mugu taka ábyrgd. Ábyrgd fyri felagsskapinum, okkum sjálvum og øllum landinum.

Ymiskt er á skránni til ársins landsfund. Framløga verður av nýggju arbeiðsbólkunum, ið kallast “Hvat er títt íkast?”, tónleikainnsløg vera og Gunvør Balle kemur at greiða frá um tjóðveldishugsjónina. Umframt hetta, verður tað, ið vanliga hoyrir einum landsfundi til. Landsfundurin byrjar kl. 13:00 og verður væntandi liðugur kl. 17. Klokkan 20 verður veitsla í Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Við frælsiskvøðu!