Eftir nakrar dagar í Washington DC er løgtingsins umboð á ársaðalfundinum hjá ST í USA umsíðir komið til New York. Í eina lítla viku í høvuðsborgini vóru øll tey obligatorisku støðini vitjað. Watergate, Kennedy Center, Lincoln Memorial, Washington obeliskurin, Hvítu Húsini, Capitol, Supreme Court, Union Station, National Gallery of Art, Smithsonian Castle, Arlington kirkjugarðurin, har m.a. Kennedy brøðurnir liggja grivnir, Pentagon og lærdi háskúlan George Washington.
Dagurin í dag var fyrsti dagurin í veruligum arbeiðsklæðum. Eftir at vera drigin á lunnavagni í 3-4 tímar ígjár, úr Washington DC til New York, skundaði eg mær oman á skrásetingarskrivstovuna hjá ST fyri at avgreiða tey viðurkskiftini. Kø´in var long, men eg man hava sæð nakað apartaður út í forsamlingini, tí ein fryntligur løgreglumaður kom til mín, og avgreiddi alt í skundi fyri meg. Sá í hann aftur ímorgun, tá fleiri hundrað fólk stóðu í sama raði, og hann smíltist bara.

