1. Hví gjørdust lægstu boðini uppá Skúladepilin í Marknagili nærum 50% hægri enn metingin hjá Landsverk ?
2. Verður møguligt at gera sparingar í verkætlanini svarandi til 155 mió. kr., uttan at hetta kemur at ganga út yvir eitt nú góðsku, snið og virksemið hjá skúladeplinum ?
3. Um neyðugt, fer landsstýrismaðurin at biðja Løgtingið um at økja játtanina til Skúladepilin í Marknagili ?
4. Hví hevur fyrireikingin av verkætlanini tikið 4 ár ?
5. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at verkætlanin ikki verður útskotin einaferð enn ?
6. Fer landsstýrismaðurin at gera nakað fyri tryggja, at føroysk feløg og føroysk arbeiðsmegi verða nýtt í sambandi við byggingina av hesi nýskapandi verkætlan ?
7. Nær verður farið í gongd við byggingina ?
Viðmerkingar
Skúladepilin í Marknagili hevur verið leingi ávegis – alt ov leingi.
Undir leiðslu av CHE-samgonguni í 2008 eydnaðist umsíðir at fáa breiða politiska semju millum allar flokkar á Løgtingi um, at fara undir at byggja Skúladepilin í Marknagili, ið skal húsa bæði HF- og Studentaskúla, Tekniska Skúla og Handilsskúlanum. Ein verklagslóg varð samtykt við atkvøðum frá øllum flokkum á Løgtingi. 28 atkvøður vóru fyri og 4 ímóti (Jørgen Niclasen, Jákup Mikkelsen, Anfinn Kallsberg og Gerhard Lognberg). Karmarnir vórðu harvið lagdir.
Til verkætlanina vórðu í verklagslógini settar av 23.000 kr. pr. fermeturin, samanlagdar 391 mió.kr.
Eftir ætlan skuldi farast til verka við fyrireikingar beinanvegin og skuldi projekteringin verða liðug sama árið. Skúladepilin skuldi vera klárur at taka í nýtslu í 2013.
Sum kunnugt tók ABC-samgongan við í 2008 eftir CHE-samgonguna, og eftir hetta ABDH-samgongan, og nú vit eru í 2012 er spakin enn ikki settur í.
Helst eru nógvar orsøkir til hetta, men tað hevur tikið óskiljandi langa tíð at fyrireika hesa verkætlan. Og við tí játtanarkarmi, ið henda samgongan hevur samtykt, verður skúladepilin ikki klárur at taka í nýtslu fyrr enn í 2016 – í besta føri.
Nú boð eru komin inn uppá skúlan er greitt, at byggifyritøkur meta at kostnaðurin verður í minsta lagi nærum 50% hægri enn Landsverk hevur mett. Hetta merkir at Landsverk má í gongd við umfatandi spariætlanir ella at landsstýrismaðurin kemur við dagførdari verklagslóg har biðið verður um størri játtan.
Verkætlanin hevur verið fyrireikað í 4 ár. Ovmikið av tíð hevur tí verið til at gera fyrireikingarnar til fullnar. Tað undrar tí ómetaliga nógv, at tað er so stórur munur á metingini frá Landsverki og boðini. Samstundis kann tað tykjast nærum ómøguligt at spara úr 475 mió. kr. niður í 320 mió. kr. fyri tann partin av verkætlanini, ið byggifyritøkurnar skulu taka sær av, uttan at hetta kemur at ganga sera hart útyvir skúladepilin.
Hartil er greitt, at um landsstýrismaðurin bert velur at hyggja at kostnaðinum í sambandi við tey boð, ið eru komin uppá byggingina, og velur lægstu boðini, so verður tað verður íslendsk fyritøka, ið fer at byggja meginpartin av skúladeplinum. Harvið verða tað ikki føroyskar fyritøkur, ið koma at økja teirra virksemi og skapa sær vitan og royndir av hesi verkætlan.
Tað sum ikki má henda er, at henda verkætlan verður útskotin enn meira. Tí ongantíð áður er ein almenn skúlaverkætlan fyrireikað í so langa tíð, samstundis eru miðnámsskúlarnir í Tórshavn ógvuliga illi fyri tá umræður hølir, ikki minst Tekniski Skúli og Studentaskúlin í Hoydølum. Men skúlarnir royna at halda áfram vitandi um, at tað nú verður farið í gongd við at byggja nýggj høli. Tað er tí av alstórum týdningi, at tryggjað verður, at tíðarætlanin ikki verður útskotin.
Við vón um, at Skúladepilin í Marknagili gerst ein væleydnað skúlaíløga sum gerst til veruleika sum skjótast, og fyri at fáa greiðu á fleiri ivamálum, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í mentamálum.
Á Løgtingi, 29. august 2012
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

