Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann um setanarviðurskifti hjá lyklapersónum hjá SSL
1. Hvat verður gjørt fyri at skipa starvsviðurskiftini hjá lyklapersónum hjá SSL soleiðis, at fólk kring landið ikki missa alneyðuga ferðasambandið tá verkfall er?
2. Hvørji tilmæli eru fakfeløgini komin við fyri at tryggja ferðasambandið kring landið?
3. Hvørja støðu hevur landsstýrismaðurin til uppskot til loysnir frá fakfeløgunum?
4. Hevur landið bjóðað tænastumannalíknandi starvssetanir til lyklapersónar hjá SSL og samsvarandi betraði setanarviðurskifti?
5. Hvør er metti eykakostnaðurin, ið skal setast av á fíggjarlógini fyri 2014, um lyklapersónar hjá SSL verða settir í tænastumannalíknandi størv og/ella um uppskot til loysnir frá fakfeløgunum verða vald?
Viðmerkingar
Tað hevur verið ein afturvendandi trupulleiki, at stórur partur av føroyingum missa alneyðuga ferðasambandið tá verkfall er. Hetta er alt annað enn nøktandi.
Hvørja ferð hetta er hent, hava ynski verið um, at fáa umskipað setanarviðurskiftini hjá lyklapersónum hjá SSL soleiðis, at lyklapersónarnir fáa umskipað starvssetanirnar til tænastumannalíknandi størv, ið skulu tryggja, at alneyðuga ferðasambandið ikki verður tikið burtur, hóast verkfall er. Samstundis skulu lønarviðurskifti o.a. sjálvandi betrast samsvarandi.
Fakfeløgini eru eisini komin við uppskotum til loysnir, tó uttan at partarnir eru komnir til nakra semju, og uttan at nakað úrslit er komið burturúr hesum.
Ein loysn má og skal finnast, og hví ikki nú lønarsamráðingar eru í gongd?
Fyri at fáa lýst, hvat verður gjørt frá landsstýrisins síðu, fyri at fáa loyst hetta málið saman við fakfeløgunum, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum, ið hevur lønarsamráðingar um hendi.
Á Løgtingi, 1. november 2013
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

