Kristina spyr um pensjónsskattahækking og realløn

20 February 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur um pensjónsskattahækking og realløn til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum

1. Samgongan hækkaði skattin á kapitalpensjónsuppsparing – m.a. hjá hjálparfólkum og námsfrøðingum – úr 35% upp í 40% pr. 1. januar 2012. Er ætlanin, frá arbeiðsgevarasíðuni, at hækka pensjónsinngjaldið ella hækka lønina samsvarandi ?

2. Hvussu nógv er prístalið hækkað seinastu 12 mánaðarnar og hvør væntast prísvøksturin at verða í 2012 ?

3. Hvussu stórur partur av eini lønarhækking til láglønarbólkar væntast at koma aftur í landskassan og kommunukassan umvegis skatt, MVG v.m. ?


Viðmerking

Samráðingar eru í gongd á arbeiðsmarknaðinum tá umræður lønarsáttmálar fyri komandi árið og árini.

Fleiri viðurskifti eru týðandi í hesum sambandi. Serliga er tað eitt krav, at reallønin ikki minkar.

Flatskattalættin hevur verið nógv umrøddur, meðan onnur viðurskifti ikki hava fingið somu viðgerð.

Eitt nú pensjónsskattahækkingin pr. 1. januar 2012 og prísvøksturin í samfelagnum.

Tvey mál, ið hava stóra ávirkan á reallønina.

Eisini hevur verið umrøtt, hvussu stórar útreiðslur landið hevur av at hækka lønina, hinvegin er ikki viðgjørt hvussu stórur partur kemur aftur í landskassan og kommunukassan av lønarhækkingini umvegis skatt, MVG v.m.

Fyri at fáa lýst hesi viðurskifti – og við vón um at ein góð og virðilig semja skjótt gerst veruleiki millum Føroya Pedagogfelag og arbeiðsgevarasíðuna - verða hesir spurningar settir.


Á Løgtingi, 20. februar 2012

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi