Kristina spyr um partabræva-optiónir til bankastjórar

4 September 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um partabræva-optiónir til bankastjórar

1. Heldur landsstýrismaðurin tað vera rætt at nýta partabræva-optiónir sum part av løn til føroyskar bankaleiðslur?

2. Hava landsstýrismaðurin ella Fíggingargrunnurin tikið undir við, at farið verður undir at nýta partabræva-optiónir sum part av løn hjá stjórum í føroyskum banka?

3. Fer landsstýrismaðurin at taka stig til at steðga møguleikanum at nýta partabræva-optiónir sum part av løn hjá bankaleiðslum í Føroyum?

Um ja, nær og hvussu?

Um nei, hví?

Viðmerking

Í vikuni boðaði BankNordik alment frá, at ovastu stjórar bankans nú fingu tillutað 46.619 stk. partabræva-optiónir, ið stjórarnir kunnu innloysa um 4 ár, í tíðarskeiðnum august-desember 2018.

Hetta vóru óvæntað tíðindi. Tí júst hesin mátin at løna bankastjórum, áðrenn fíggjarkreppuna í 2008, varð av fleiri mettur at vera ein av fleiri orsøkum til, at fíggjarkreppan gjørdist so ógvuslig.

Hetta tí partabræva-optiónir til bankaleiðslur verða mettar at økja sannlíkindini fyri, at bankar átaka sær størri váða, og økja sannlíkindini fyri, at stýringin verður meira stuttskygd og rættað móti at økja virðið á partabrøvunum til ávíst tíðspunkt (tá partabræva-optiónirnar kunnu innloysast), heldur enn at virka og hugsa langskygt.

Bankastjórar eru hartil frammanundan vælløntir við fastari løn á 2-4 mió. kr. árliga. Hetta ger tað enn meira óneyðugt, at farið nú verður undir eisini at løna við partabræva-optiónum.

Tað er týðandi at vit læra av fortíðini, og taka stig, ið fyribyrja at søgan endurtekur seg, tá umræður fíggjarkreppur.

Fyri at fáa staðfest, um landsstýrismaðurin ætlar at gera nakað við málið, ella hevur havt ein leiklut í góðkenningini av hesum, verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 4. september 2014

Kristina Háfoss

Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi