1. Hvussu verða maritimu útbúgvingarnar skipaðar í næstum ?
2. Verða núverandi útbúgvingar á Vinnuháskúlanum framhaldandi bjóðaðar út í Tórshavn, umframt eina nýggja BA útbúgving ?
3. Verða útbúgvingarnar bygdar upp í stigum, so møguligt verður at byggja omaná heilt frá t.d. maskinist til maskinmeistara til BA útbúgving ?
4. Hvørjar maritimar útbúgvingar eru ætlanir um at bjóða út á Klaksvíkar Sjómansskúla ?
5. Hvør samskipan verður millum skúlarnar í Klaksvík og Tórshavn ?
6. Hvussu nógv søktu um at koma inn á ávíkavíst Vinnuháskúlan í Tórshavn og á Klaksvíkar Sjómansskúla í summar, og hvussu nógv vórðu tikin inn ?
7. Tekur landsstýrismaðurin undir við, at gera Føroyar til ein framkomnan maritiman útbúgvingarmiðdepil í Norðuratlantshavi ? Um ja, hvørji ítøkilig átøk verða gjørd fyri at røkka hesum ?
Viðmerkingar
Maritimu útbúgvingar okkara hava sera stóran týdning fyri okkara vinnulív og samfelag.
Hetta er eisini eitt útbúgvingarøki, ið Føroyar í stóran mun kundi átti at ment munandi meira og skjótari, soleiðis at ikki bert føroyingar, men eisini útlendingar, kundu komið til Føroyar og nomið sær framkomnar hægri útbúgvingar innan maritima økið. Hetta kundi verið ein góð kelda til menning av okkara høvuðsvinnu, fólkavøkstur og framgongd í Føroyum.
Tíverri gongur menningin ikki serliga skjótt, og tað seinasta, ið hevur verið at frætta í hesum máli hevur skapt enn størri óvissu um framtíðina innan maritimu útbúgvingarnar. Á fundi á Vinnuháskúlanum herfyri frættist, at landsstýrið bert hevur ætlanir um, at bjóða út nýggja BA útbúgving á Vinnuháskúlanum í Tórshavn, meðan tær útbúgvingar, sum vit kenna í dag, ikki verða bjóðaðar út á skúlanum.
Vónandi verður henda ætlan ikki framd í verki, tí hetta vil syndra Vinnuháskúlan. Tað er av alstórum týdningi, at møguligt verður at nema sær útbúgving innan maritima økið á fleiri stigum. Núverandi útbúgvingarnar mugu og skulu tí halda áfram, meðan BA útbúgvingin eigur at vera eitt alternativ afturat verandi útbúgvingum. Best um møguligt verður at byggja útbúgvingarnar upp soleiðis, at lesandi støðugt kunnu byggja omaná, alt eftir hvussu langt ynskt verður at fara á útbúgvingarleiðini.
Hartil kemur, at heldur enn at seta eitt greitt og stórt mál um at gera Føroyar til ein maritiman útbúgvingarmiðdepil í norðuratlantshavi og arbeiða miðvíst fyri hesum, so tykist kjakið um, hvørjar útbúgvingar skulu útbjóðast hvar í Føroyum, at fylla munandi meira.
Vónandi verður funnin ein skilagóð loysn hesum viðvíkjandi, so útbúgvingarnar kunnu fáa tryggar karmar at mennast innan í Klaksvík og í Tórshavn. Fyri at fáa allan iva av vegnum, hevði verið gott um landsstýrismaðurin kundi kunnað um ætlanirnar og visjónirnar hesum viðvíkjandi.
Við vón um, at vit kunnu menna Føroyar til ein framkomnan maritiman útbúgvingarmiðdepil í Norðuratlantshavi, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 27. august 2012
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

