Kristina spyr um manglandi eftirlit við Eik Grunninum

2 May 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

§52 a fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann um manglandi eftirlit við Eik Grunninum

1. Hvat fer løgmaður at gera, fyri at tryggja, at øll viðurskifti í samband við Eik Grunnin verða kannað ?


2. Heldur løgmaður, at tað er møguligt at hava eitt trygt eftirlit við grunnum, um neyðug fíggjarorka ikki verður sett av, tá eftirlitsmyndugleikin vísir á, at tørvur er á, at gera kanningar ?


3. Fer løgmaður at taka stig til, at fáa sett neyðuga peningin av til, at fáa gjørt kanningina av Eik Grunninum liðna ?


4. Hevur løgmaður verið vitandi um, at málið skjótt fór at verða fyrnað, og at tað tí var neyðugt at arbeiða skjótt og at seta neyðugu fíggjarorkuna av, um málið skuldi kunna reisast í rættinum ?


5. Fer nøkur kanning at verða gjørd av, hvørt Skráseting Føroya hevði neyvt og rætt eftirlit við Eik Grunninum, áðrenn gamli Eik Banki fór á húsagang ?


6. Metir løgmaður at landsstýrið og samgongan higartil hava røkt sína skyldu, tá umræður at fáa framt neyðuga eftirlitið - samsvarandi lóg um vinnurekandi grunnar - tá umræður eftirlit við Eik Grunninum ?

Viðmerkingar
Ábyrgdin av, at hava eftirlit við vinnurekandi grunnum í Føroyum er hjá Skráseting Føroya. Fyri at tryggja, at hetta eftirlit riggar til fullnar, er alneyðugt, at stovnurin fær møguleika at gera tær kanningar og at fremja tey eftirlit, ið tørvur er á. So hevur ikki verið í samband við Eik Grunnin.


Hetta ger seg enntá galdandi hóast ovasti leiðari landsins, løgmaður, alment hevur fráboðað, at “hvør steinur skal vendast” í málinum um Eik Grunnin.


Tað er alneyðugt, at vit øll kunnu hava fult álit á tí eftirliti, ið er við grunnum í Føroyum. So verður ikki, um eftirlitið ikki fær neyðugu fíggjarorkuna at røkja sína uppgávu.
Uttan mun til um málið nú er fyrnað ella ikki, so hevur tað avgerandi týdning fyri Føroyar sum rættarsamfelag og rættarkensluna, at kanningararbeiðið hjá Skráseting Føroya verður gjørt liðugt. Skráseting Føroya hevur víst á fleiri viðurskifti, ið eiga at verða nágreinað og lýst nærri, men at neyðuga fíggingin til at gera hetta liðugt, ikki er tøk.

Hetta er sjálvandi ikki nøktandi.


Hóast vit ikki fáa broytt fortíðina, so kunnu vit læra av hesi. Tað er tí neyðugt at fáa staðfest til fullnar, hvat fór fram í Eik Grunninum, og eisini um eftirlitið við hesum grunni var nøktandi. Fáa vit ikki staðfest hvat fór fram, er meira sannlíkt at líknandi støður fara at endurtaka seg í framtíðini.


Tað má ikki henda.


Á Løgtingi, 2. mai 2014

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi