Kristina spyr um hækking av pensjónsaldrinum

16 April 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

til Kaj Leo Johannesen, løgmann

1. Hví verður í játtanarkarmunum frá landsstýrinum ásett, at fólkapensjónsaldurin hækkar úr 67 uppí 68 ár í 2013 og 69 ár í 2016 – samstundis sum løgmaður fráboðar at pensjónsaldurin ikki verður hækkaður samsvarandi hesum ?

2. Hvussu nógv missur tann einstaki føroyinginum í krónum og oyrum, ið eftir ætlan skuldi gerast pensjónistur í 2013, men – um pensjónsaldurin hækkar eitt ár í 2013 – má bíða eitt heilt ár ?

3. Hvussu nógv færri kunnu væntast at fara av føroyska arbeiðsmarknaðinum í 2013 og 2016 og harvið hvussu nógv færri tøk størv kunnu væntast, um ætlanirnar í játtanarkarmunum verða fylgdar ?

4. Hvussu stórur verður munurin á pensjónsaldrinum hjá føroyingum í 2016, í mun til grannalond okkara Danmark, Noreg, Svøríki og Ísland, um ætlanirnar í játtanarkørmunum verða fylgdar – og hvørjar avleiðingar kunnu væntast av hesum ?

5. Sambært játtanarkørmunum skal landsstýrið spara 33 mió. kr. í 2013 og 85 mió. kr. í 2016 hjá Almannamálaráðnum við at hækka pensjónsaldurin. Um pensjónsaldurin ikki verður hækkaður hóast alt, hvørji átøk fer landsstýrið at fremja í staðin ?


Viðmerkingar

Samgongan hevur lagt fram játtanarkarmar fyri komandi árini. Sambært hesum er m.a. greitt, at almanna- og heilsuøkið skal skerjast við 170 mió. kr.

Hetta verður eitt nú gjørt við at økja – tann í forvegin millum heimsins hægsta pensjónsaldurin – úr 67 upp í 68 ár í 2013 og 69 ár longu í 2016 – og sum skilst uppí 70 ár stutt eftir.

Hetta tykist sum enn ein hovsa-loysn og enn ein niðurgerðing av øllum føroyingum og ikki minst pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, ið einaferð enn – eins og við pensjónsskattingini - verða hildnir totalt uttanfyri alt, ið viðvíkir hesum týðandi økinum fyri okkum øll.

Hevur landsins leiðsla yvirhøvur umhugsað avleiðingarnar av hesi so bráðligu hækking í hesum døgum ? Hevur samgongan umhugsað, at:

1) Munandi færri – væntandi 500 færri - fara av arbeiðsmarknaðinum í 2013 og aftur sama tal í 2016.
Hetta vil elva til munandi færri størv til okkara ungu, og væntandi væl størri ungdómsarbeiðsloysi. Í hvørtfall verður tað munandi verri hjá ungum at venda aftur til Føroya. Ynskir samgongan minni tilflyting og størri arbeiðsloysi ?

2) Munurin millum pensjónsaldurin í grannalondum okkara og hjá okkum gerst metstórur. Við øktum pensjónsaldri gerst tað sera áhugavert hjá nógvum føroyingum at flyta til Danmarkar og onnur grannalond. Í Danmark kunnu føroyingar fáa fólkapensjón sum 65 ára gomul. Nógv vilja helst nýta henda møguleika, at gerast pensjónistar 4 ár áðrenn í Føroyum.

Ynskir samgongan hesa fráflyting ?

3) ALS fer væntandi at minka munandi um útgjald og/ella økja inngjaldið.
Ynskir samgongan at leggja økt gjøld á føroyingar og/ella lækka inntøkuna hjá teimum arbeiðsleysu enn meira ?

4) Tað vera einaferð enn tey, ið eru ringast fyri, ið koma at verða harðast rakt.


Tí bert um tú ikki hevur ráð at spara upp sjálvur, og bert hevur fólkapensjón, kemur tú at verða raktur av hækkaða pensjónsaldrinum.


Ynskir samgongan at gera enn fleiri átøk fyri at víðka gjónna millum láglønt og hálønt í Føroyum ?

Hartil kemur, at ongin ivi er um, at við hesi munandi hækking av pensjónsaldrinum – 2 ár yvir 3 ár – tekur samgongan, eins og við pensjónsskattingini, grundarlagið undan tí langtíðarætlan og breiðu undirtøku, ið ætlandi skuldi vera fyri pensjónsnýskipanina í okkara landi. Óbúgvið og ómetaliga harmiligt. Tykist tíverri sera langt millum lyftini um ”konsensus” og gerðirnar hjá landsstýrinum.

Broyting í pensjónsaldri skal ikki nýtast sum konjukturjavnandi átak. Hetta má vera liður í eini langsigtaðari pensjónsætlan, ið fólk kenna seg trygg við. T.d. 1 mánað hækking pr. ár, og harvið 1 ára hækking um 12 ár, 2 ára hækking um 24 ár, og 3 ára hækking av pensjónsaldrinum um 36 ár. Hartil skal hetta gerast saman við einum arbeiðsmarknaðarpolitikki, ið stuðlar undir einum rúmligum arbeiðsmarknaði.


Hetta hevði givið øllum góða tíð at fyrireika seg, og í størri mun tengt hækkingina av pensjónsaldrinum til hækkaðan livialdur.

Sum um, at henda ætlan hjá landsstýrinum ikki kundi gerast meira undarlig, og hóast hetta átakið viðvíkjandi pensjónsaldrinum var stórsta einstaka átakið, sum skuldi fremjast almannaøkinum fyri at ”spara” Almannamálaráðnum 33 mió. kr. í 2013 og 85 mió. kr. í 2016, so hevur landsins ovasta leiðsla boðað frá, at hetta hóast alt ikki verður til nakað. Kunnu vit trúgva hesum ?

Tá pensjónsskattingin skuldi setast í verk, lovaði Løgmaður eisini, at onki varð sett í verk, uttan at øll kendu seg trygg. Hóast hesi lyfti, so trýsti hann sjálvur hesa kollveltandi lóggávu ígjøgnum 23. desember 2011. Minnir ikki sørt um støðuna nú, tá Løgmaður einaferð enn letur sum um, at hann ikki vil fremja enn eitt átak ómóti føroyskum pensjónsistum.

Ótryggleikin á føroyska pensjónsøkinum hevur ongantíð verið størri, og við nýggju átøkunum í játtanarkarmunum har pensjónsaldurin skal hækkast úr 67 uppí 69 ár longu í 2016, er ótryggleikin vorðin enn størri.


Fyri at fáa lýst málið verða hesir spurningar settir løgmanni.

Á Løgtingi, 15. apríl 2012

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi