Kristina spyr um flatskattalættan, tilfeingisinntøkur og um kommununýskipan

21 February 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur um kostnaðin fyri flatskattalættan til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum

1. Hvussu nógv minkaðu A-skattainntøkurnar í januar 2012 í mun til januar 2011 ?

2. Hvussu nógv hækkaðu lønargjaldingarnar í januar 2012 í mun til januar 2011 ?

3. Hvussu nógv eru A-skattainntøkurnar minkaðar í % í januar 2012 í mun til januar 2011, tá atlit verða tikin til, at lønargjaldingarnar eru hækkaðar í januar 2012 ?

4. Hvør verður væntaði kostnaðurin í mió. kr. - grundað á 2012 tøl - fyri flatskattalættan ?

Viðmerking

Løgtingið varð kunnað um, at flatskattalættin hjá samgonguni brutto fór at kosta landskassanum 265 mió. kr. í mistum A-skattainntøkum. Hartil var væntað at 40 mió. kr. fóru at koma inn aftur umvegis økt virksemi.

Kostnaðurin varð tá grundaður á 2010-tøl.

Vit eru nú í 2012, og tølini fyri januar eru staðfest.

Tølini vísa eina munandi afturgongd í A-skattainntøkum landsins. Hetta hóast lønargjaldingarnar eru hægri enn árið undan.

Samstundis eru inntøkurnar frá skatting av pensjónsinngjøldum eisini munand lægri enn roknað varð við í fíggjarlógini.

Samanumtikið kann støðan í 2012 gerast tann, at kostnaðurin fyri flatskattalættan gerst hægri enn Løgtingið er upplýst um, samstundis sum tær inntøkur, ið skuldu koma, kunnu gerast lægri.

Um so verður, verður talan um munandi størri hall á fíggjarlógini 2012 enn roknað er við í fíggjarlógaruppskotinum. Vónandi verður ikki so.

Fyri at fáa lýst málið nærri verða tí settir hesir spurningar.


Á Løgtingi, 20. februar 2012

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Munnligut fyrispurningur um ræðisrætt og tilfeingisinntøkur landsins í 2012 til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann


1. Hvussu nógvar tilfeingisinntøkur fer landskassin væntandi at fáa frá markeli og/ella pelagiska tilfeinginum í ár ?

2. Hvør skal hava ”greiða ræðisrættin til veiðuloyvi, fiskidagar og kvotur”, ið sipað verður til í samgonguskjalinum ?

3. Er ætlanin at fremja veruliga fiskivinnunýskipan, ið verður sett í verk í 2018, ella er ætlanin at seta í verk aftur gomlu skipanina við rullandi loyvum, so sum víst verður á í samgonguskjalinum ?

4. Verður andstøðan tikin við í arbeiðið at skapa framtíðar karmarnar fyri føroysku fiskivinnuna ?


Viðmerking

Hesir spurningar verða settir løgmanni, tí sera ymsar fráboðanir eru komnar frá samgonguni m.a. tá umræður inntøkur landsins frá tilfeingi í 2012.

Løgmaður, vinnumálaráðharrin og formaðurin í fíggjarnevndini hava allir fráboðað, at føroyingar skulu vænta, at tað fara at koma tilfeingisinntøkur frá í minsta lagi makreli í 2012. Hesar inntøkur fara m.a. at verða við til at minka um hallið á fíggjarlógini.

Hinvegin hevur fiskimálaráðharrin – bæði fyrrverandi og núverandi – fráboðað, at onki veruligt tilfeingisgjald skal væntast av makrelinum og/ella pelagiska tilfeinginum í ár.

Hetta hóast at hesar inntøkur til landið í 2011 vóru 88 mió. kr.

Í samgonguskjalinum stendur hartil, at: ”Greiður ræðisrættur verður knýttur at veiðiloyvum, fiskidøgum og kvotum.” Eisini verður ásett at: ”...rullandi skipan verður gjørd.”

Í 2008 varð broyting framd í lógini, ið gjørdi tað møguligt hjá landinum at fremja eina veruligan fiskivinnunýskipan í 2018. Tíverri er alt ov lítið hent síðan tá, og er alneyðugt at fiskivinnan sum skjótast fær greið boð um, hvørjar karmar hon skal virka innan frá 2018 og frameftir.

Í samgonguskjalinum stendur onki um nýskipan, men hinvegin at ”...rullandi skipan verður gjørd”. Tvs. at farið verður aftur til líknandi skipan sum áðrenn 2008. Hetta vil forða fyri eini veruligari nýskipan í mong ár framyvir.

Mest átroðkandi er tó, at fáa staðfest, hvørjar ætlanir samgongan hevur viðvíkjandi ræðisrættinum yvir okkara tilfeingi – ogn Føroya fólks. Tað er alneyðugt, at landið framhaldandi skal hava ognarrættin og ræðisrættin yvir ogn Føroya fólks, men tað frættist, at tað eru partar í samgonguni, ið kundu hugsað sær hetta øðrvísi.

Fyri at fáa lýst málið nærri verða tí settir hesir spurningar.

Á Løgtingi, 21. februar 2012

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Munnligur fyrispurningur um kommununýskipan og fólkaatkvøðu til Kára P. Højgaard, landsstýrismann í kommunumálum


1. Nær er ætlanin at leggja út eldraøkið og fólkaskúlan (sambært samgonguskjalinum) til kommunurnar at umsita ?

2. Er nágreinilig meting gjørd av fyrimunum og vansum við, at leggja eldraøkið og fólkaskúlan út til kommunurnar at fyrisita – eitt nú lýsing av, hvør nýggj fyrisiting krevst í hesum sambandi ?

3. Hvussu verður tryggja, at allir borgarar fáa líka góða eldratænastu og fólkaskúla kring landið ?

4. Hvør fíggjarlig útjavning er ætlanin at seta í verk millum kommunurnar ?

5. Verða kommunurnar skipaðar sambært egnum ynskjum og niðurstøðum á fólkaatkvøðuni ?

6. Nær verður fólkaatkvøðan í seinasta lagi ?


Viðmerkingar

Í samgonguskjalinum stendur, at: ”Kommunurnar yvirtaka ábyrgdina av eldraøkinum og fólkaskúlaøkinum”. Eisini verður ásett, at: ”Innlendismálaráðið skipar fyri fólkaatkvøðu í øllum kommunum tíðliga á vári í 2012.”

Hetta er fyrsta dagin, men tað sum higartil er komið fram um málið á Løgtingi og í fjølmiðlum gevur eina sera ógreiða mynd av, hvat landsstýrið ætlar at nýta fráboðaðu fólkaatkvøðuna til, og hvussu ætlanin er at skipa viðurskiftini millum land og kommunur á ein skilagóðan hátt.

Fólkaatkvøður verða ikki hildnar á hvørjum degi. Tað hevur alstóran týdning at endamálið er púra greitt og grundarlagið somuleiðis áðrenn atkvøðast skal.

Eisini er ómetaliga týðandi at uppgávur, ábyrgdarbýtið og fígging millum land og kommunur verða skipað so væl sum møguligt, soleiðis at vit tryggja, at vit fáa sum mest og best tænastu til allar føroyingar, samstundis sum vit skapa nakrar sterkar kommunur kring landið.

Fyri at fáa lýst málið nærri verða tí settir hesir spurningar.


Á Løgtingi, 21. februar 2012

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi