Kristina spyr um endurgjaldið til CIP og um Landsbankafæið

11 September 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum viðvíkjandi Landsbankafænum og ogn hjá Samhaldsfasta


1. Hví er Landsbankafæið á 160 mió. kr. ikki sett í Búskapargrunn Føroya?


2. Hví metir landsstýrið, at Landsbankafæið kann nýtast til undirsjóvartunlar?


3. Ynskir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at nýta ognina hjá Samhaldsfasta, til at fíggja komandi undirsjóvartunnil?


4. Um neyðugt, fer landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at broyta grundarlagið undir Samhaldsfasta, fyri at ognin hjá Samhaldsfasta kann nýtast til at fíggja undirsjóvar¬tunlar?


5. Hvørjar aðrar almennar grunnar ætlar landsstýrið at nýta til at fíggja samferðslu¬verkætlanir fyri framman?


Viðmerkingar
Handfaringin av málinum um privata undirsjóvartunnilin millum Suðurstreym og Eysturoy er farið meira og meira av sporinum. Tí tá tað gjørdist greitt, at fleiri samgongutingfólk ikki fóru at taka undir við málinum, so valdi løgmaður at fara alment út og bjóða andstøðutinglimum rossahandlar í 100-millióna klassanum, um hesir bert atkvøddu fyri lógini, ið skuldi heimila privata sáttmálanum við CIP.


Hetta vóru ikki persónligir pengar, ið handlast skuldi við. Nei, skattgjaldarans peningur.


Løgmaður tosaði alment um, at tað var í fínasta lagi at nýta Landsbankafæið á 150 mió. kr. (peningur, ið samgongan inntøkuførdi í 2013, tí Landsbankin varð avtikin) til politiskar rossahandlar. Um bert andstøðutinglimir úr Sandoynni atkvøddu fyri CIP-lógini, so skuldu hesir fáa 150 mió. kr. til Sandoyartunnil afturfyri. Ein sera ódámligur og óhóskandi framferðarháttur.

Syrgiliga hugvekjandi er tað hartil, at bert 4-5 mánaðir eftir, at Landsbankin formliga varð avtikin – 1. apríl 2013 – gjørdist forsøgnin um, at politiskar ætlanir vóru við Landsbanka¬fænum til veruleika. Eisini hóast hetta fæ eftir ætlan skuldi nýtast til framhaldandi at styrkja gjaldføri og fíggjarstøðu landsins. Tá samgongan avtók Landsbankan, tók landsstýrið samstundis ræðið á Samhaldsfasta eftirlønargrunninum. Spurningurin er, um fæið hjá Samhaldsfasta á nærum 1 mia. kr. verður tað næsta, ið samgongan fer eftir. Við hesum landsstýri tykist hetta ikki ómøguligt.

Hetta er nú enn nærri veruleikanum, tí greitt er, at landsstýrið longu hevur vent sær til Samhaldsfasta fyri at kanna møguleikan. Nógv bendir sostatt á, at stendur tað til landsins leiðslu, so skal fæið hjá Landsbankanum og Samhaldsfasta nýtast til politiskar verkætlanir. Júst sum spátt varð, tá Landsbankin varð avtikin, og Samhaldsfasti varð lagdur undir landsstýrismannin í fíggjarmálum. Fyri at fáa lýst málið verða hesir spurningar settir.


Á Løgtingi, 10. september 2013

Kristina Háfoss


Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum viðvíkjandi 1 mió. kr. í endurgjaldi til CIP uttan lógarheimild


1. Hevur landsstýrið rindað ella fer landsstýrið at rinda 1 mió. kr. til Copenhagen Infrastructure Partners (CIP)?


2. Metir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at landsstýrið hevði lógarheimild til, at gera sáttmála við CIP um 1 mió. kr. í endurgjaldi, um so var, Løgtingið ikki samtykti lóg um einkarrætt til undirsjóvartunnil áðrenn 31. august 2013?


3. Er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vitandi um, at løgmaður góðkendið, at sáttmálin um 1 mió. kr. í endurgjaldi til CIP varð undirskrivaður?


Viðmerkingar
Sum kunnugt hevur landsstýrismaðurin í innlendismálum – í tøttum samstarvi við løgmann – undirskrivað ein sáttmála við CIP, ið bindur landið til, at rinda privata felagnum CIP 1 mió. kr. í endurgjaldi, um so varð, at Løgtingið ikki samtykti lógina, ið skuldi geva heimild til at undirskriva sjálvan sáttmálan – áðrenn 31. august 2013.


Hetta varð gjørt, hóast Løgtingið ikki hevur givið landsstýrismanninum heimild til at undirskriva sáttmálan. Tí lógarheimildin frá 2010 er farin úr gildi. Eingin materiell lógarheimild er sostatt til staðar fyri at brúka hesa milliónina.


At núverandi samgonga tí ikki – í minsta lagi – fekk til vega nýggja lógarheimild fyrst, áðrenn farið varð undir samráðingar við íleggjarar er undrunarvert.


Samgongan hevur í staðin valt at geva landsstýrismanninum heilar 6 mió. kr. á fíggjarlógini fyri 2013 til at fyrireika útbjóðing av tunlinum í 2013.


Hyggja vit nærri at viðmerkingunum til játtanina á fíggjarlógini fyri 2013, so stendur: “Innlendismálaráðið er farið undir at fyrireika útbjóðing av verkætlanini at gera Eysturoyartunnilin. Tað eru játtaðar 6,0 mió. kr. til endamálið í 2013.” Hetta merkir ikki, at heimild er til at undirskriva endaligan sáttmála, ella at undirskriva avtalu um endurgjald á 1 mió. kr., um so er, at Løgtingið ikki samtykkir lógarheimildina, ið skuldi vera grundarlagið undir sáttmálanum.


Fyri at fáa lýst, hvørt landið longu hevur rindað endurgjaldið til CIP, lýst støðu landsstýrismansins til heimildargrundarlagið, umframt leiklut løgmans, verða hesir spurningar settir.


Á Løgtingi 10. september 2013

Kristina Háfoss