1. Metir landsstýrismaðurin at tað er nøktandi, at tað eru gingin nærum 3 ár, har føroyingar eru skattaðir við inngjaldi av pensjón, og somuleiðis skattaðir við útgjald av pensjón, um føroyskir pensjónistar eru fluttir til Danmarkar?
2. Hvørjar samráðingar standa fyri framman við onnur lond fyri at tryggja, at føroyingar ikki verða skattaðir dupult um føroyingar flyta til hesi lond?
3. Hvussu langa tíð metir landsstýrismaðurin tað fer at taka, at fáa líknandi avtalur við øll onnur lond?
4. Hvørji lond kunnu føroyingar flyta til uttan at verða skattaði bæði við inngjald og við útgjald av pensjón síni í 2014?
5. Hvørji lond kunnu føroyingar ikki flyta til uttan at verða skattaðir bæði við inngjald og við útgjald av pensjón síni í 2014?
Viðmerkingar
Í desember 2011 valdi samgongan at kollvelta føroysku pensjónsskattaskipanina. Frá 1. januar 2012 varð pensjónsskatturin hækkaður til 40% flatskatt frá fyrstu krónu, og farið varð frá at skatta pensjón við útgjald til at skatta við inngjald. Eisini mistu kommunurnar framtíðar pensjónsskattainntøkur sínar.
2011 2012
Skatting við Útgjald Inngjald
Kapitalpensjón 35% 40%
Luta- og lívrentupensjón Sum a-inntøka 40%
Býti av pensjónsinntøkum land og kommunur 50-60% / 40-50% 100% / 0%
Henda broyting hevur givið føroyingum og Føroyum nógvar avbjóðingar. Ein av mongum er, at stórur vandi nú er fyri, at føroyingar verða skattaðir dupult av pensjón síni, um hesir flyta til útlond.
Fíggjarmálaráðharrin hevur nú alment fráboðað, at umsíðir er gjørd avtala við myndugleikarnar í Danmark, ið skal tryggja, at føroyingar, ið flyta til Danmarkar, ikki verða skattaðir bæði við inngjald (forskatting) í Føroyum og skattaðir av pensjónini við útgjald.
Í tíðindaskrivi úr Fíggjarmálaráðnum vísir fíggjarmálaráðharrin á fylgjandi: “Á fundi í Keypmannahavn í dag hava Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, og Benny Engelbrecht, danskur skattamálaráðharri, undirskrivað eitt ískoyti til norðurlendska tvískattasáttmálan, sum forðar fyri, at eftirløn teirra, ið flyta millum Føroyar og Danmark, verður skattað í báðum londunum.”
Føroyingar hava tó ikki bert tørv á, at kunna flyta til Danmarkar og Norðurlond, uttan at verða skattað bæði við inngjald og við útgjaldi av pensjón.
Tí um rindast fyrst skal 40% við inngjald av pensjón í Føroyum, og síðan 30-40% við útgjald av pensjón í tí landi har tú velur at búgva tá tú gerst pensjónistur, so er nærum onki eftir av pensjónini. Tá gerst forskattingin av pensjón í veruleikanum eitt slag av stavnsbandi hjá øllum føroyingum, tá hesir røkka pensjónsaldri. Hetta kann undir ongum umstøðum góðtakast, og um tað er so, hevur hetta álvarsligar avleiðingar fyri frælsið hjá hvørjum einstøkum føroyingi.
Avtala er nú gjørd við danskar myndugleikar, ið skal tryggja, at føroyingar ikki verða dupultskattaðir av pensjónum, um flutt verður til Danmarkar, men tað tykist løgið, at tað eru gingin 3 ár at fáa hetta í rættlag. Hetta reisir samstundis spurningin, hvussu langa tíð tað fer at taka at tryggja tílíkar avtalur við øll onnur lond.
Í minsta lagi eigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, ið saman við samgonguni hevur sett í verk forskatting av pensjón, at upplýsa føroyingar um, hvørji lond føroyingar hava møguleika at flyta til, uttan at verða skattaðir dupult – bæði við inngjaldi av pensjón í Føroyum og við útgjaldi av pensjón í útlandinum.
Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 24. oktober 2014
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

