Á tingfundinum í morgin, vil Kristina Háfoss hava at vita um óvissuna vegna avtøku av Landsbankanum og frágreiðing frá Landsgrannskoðan og um at taka burtur útstrikingar og geva meira innlit í CIP sáttmálan
Munnligur fyrispuringur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann viðvíkjandi óvissu vegna avtøku av Landsbankanum og frágreiðing frá Landsgrannskoðan
1. Í frágreiðing frá Landsgrannskoðanini til løgtingsgrannskoðararnar um frávik millum játtan og nýtslu verður staðfest, at ein orsøk til, at landið hevði 38 mió. kr. í minni rentuinntøkum og meira rentuútreiðslum enn væntað í 2013, er “óvissa vegna avtøku av Landsbankanum” – kann landsstýrismaðurin greiða nærri frá hesi óvissu?
2. Hvussu stórur partur av teimum 38 mió. kr. skyldast “óvissu vegna avtøku av Landsbankanum”?
Viðmerkingar
Í september 2014 gav Landsgrannskoðanin løgtingsgrannskoðarunum eina frágreiðing um frávik millum játtan og nýtslu í fíggjarárinum 2013.
Millum stóru frávikini eru tey, ið eru at finna undir “Rentur at gjalda” og “Rentuinntøkur av innistandandi”. Víst verður til, at landið fekk meirútreiðslu á 15 mió. kr. eitt nú vegna “óvissuna vegna avtøkuna av Landsbankanum. Víst verður eisini til, at landið eisini fekk 23 mió. kr. minni í rentuinntøkum, enn væntað, eitt nú vegna “óvissuna vegna avtøkuna av Landsbankanum”.
Samanlangt er talan um ein miss á 38 mió. kr. fyri landið í mun til ætlan og í mun til fíggjarlógina fyri 2013.
Sum kunnugt valdi samgongan at avtaka Landsbanka Føroya 1. apríl 2013. Nú verður staðfest í frágreiðing frá Landsgrannskoðanini, at landið hevur havt 38 mió. kr. í meir¬útreiðslum til rentur og minni rentuinntøkum eitt nú vegna óvissu í sambandi við, at Landsbanki Føroya varð avtikin.
Fyri at fáa lýst málið nærri verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 5. november 2014
Kristina Háfoss
Munnligur fyrispuringur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann viðvíkjandi at taka burtur útstrikingar og geva meira innlit í CIP sáttmálan
1. Fer landsstýrismaðurin at viðgera innlitið í CIP-sáttmálan av nýggjum?
2. Kann væntast, at viðmerkingarnar frá Løgtingsins Umboðsmanni um at taka burtur óneyðugar útstrikingar verða tiknar til eftirtektar?
3. Nær væntast málið vera avgreitt?
Viðmerkingar
Fíggjarmálaráðið valdi at strika út størsta partin av CIP-sáttmálanum, áðrenn innlit varð latið í henda. Hetta undraði mong. Málið varð eisini kært til Løgtingsins Umboðsmann, ið nú er komin við síni niðurstøðu.
Í niðurstøðuni staðfestir Løgtingsins Umboðsmaður m.a.:
“Eftir mínari meting eru óneyðuga nógv brot strikað úr sáttmálanum. Hesi brot innihalda ikki upplýsingar, sum kunnu skaða fíggjarligu áhugamálini hjá landinum. Eg haldi ikki, at Fíggjar-málaráðið í hesum sambandi hevur gjørt nakra ítøkiliga meting av vandanum fyri, hvussu innlit kann skaða fíggjarligu áhugamálini hjá landinum.
Fíggjarmálaráðið sigur harafturat í frágreiðingini til mín, at viðurskiftini framvegis ítøkiliga eru mett at vera týðandi fyri framtíðar samráðingarstøðuna hjá tí almenna og tess møgu¬leikum frameftir at bera seg at sum ein javnborin og trúverdigur samráðingarpartur. Til hetta er at siga, at avtalan um gerð av einum undirsjóvartunli er ein so serstøk avtala, at hon ikki kann sigast at fella inn undir tað vanliga virksemið hjá landinum. Eg dugi tí ikki at síggja, at framtíðar samráðingarstøðan hjá tí almenna á nakran hátt er í vanda av hesari orsøk.
Eg fari at heita á Fíggjarmálaráðið um at taka hetta málið upp til nýggja viðgerð og lata meg frætta, hvat víðari hendir í málinum.”
Fyri at fáa lýst, hvørt landsstýrismaðurin fer at fylgja niðurstøðuni frá Løgtingsins Umboðs-manni, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 5. november 2014
Kristina Háfoss
