Kristina spyr um avleiðingar av nýggju pensjónsskattalógini

30 April 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

1. Nú eru bert 2 mánaðar til 1. juli, tá allir føroyingar, ið hava pensjónsuppsparing uttanlands skulu skattast av pensjónsinngjaldi. Hvørjar avleiðingar av nýggju pensjónsskattalógini, hava feløg, ið umboða føroyingar – og útlendingar, ið búgva í Føroyum – ið hava pensjónsuppsparing uttanlands, boðað Fíggjarmálaráðnum frá ?

2. Hvørji feløg hava fráboðað Fíggjarmálaráðnum at tey ikki kunnu umsita føroyska pensjónsuppsparing samsvarandi nýggju pensjónsskattalógini eftir 1. juli, og hvussu nógvar føroyingar fevna hesi um ?

3. Vil landsstýrið geva undantak frá nýggju pensjónsskattalógini til teir føroyingar – og útlendingar, ið búgva í Føroyum - ið missa uppspart virði og verandi rættindi við at flyta til nýtt pensjónsfelag ?

4. Um ikki, vil landsstýrið geva hesum endurgjald fyri mista virðið ?

5. Hvørjar avleiðingar av nýggju pensjónsskattalógini, hava feløg, ið umboða føroyingar, ið hava pensjónsuppsparing í Føroyum og tí vórðu fevnd av nýggju lógini longu pr. 1. januar, boðað Fíggjarmálaráðnum frá ?

6. Nær verður skattaavtala fingin í lag við Danmark, ið má tryggja, at føroyskir pensjónistar sum flyta uttanlands ikki – sum í dag – skulu rinda skatt bæði við inngjald og útgjald av pensjón ?

7. Hvørji lond er ætlanin at gera skattaavtalur við fyri at tryggja, at føroyingar, ið flyta til hesi lond tá tey eru pensjónistar, ikki skulu rinda skatt bæði við inngjald og útgjald av pensjón ?

8. Til 31. desember 2011 áttu kommunurnar um 40% av øllum pensjónsskattainntøkum, men við nýggju pensjónsskattalógini fær landið allar skattainntøkurnar frá skatting av pensjónsinngjaldi. Hvussu vil landsstýrið lata kommunum mistu skattainntøkurnar aftur, tá peningurin frá skatting av pensjónsinngjaldi longu er latin út sum skattalætti hjá landinum ?

9. Í játtanarkarmunum frá landsstýrinum er ásett, at fólkapensjónsaldurin hækkar úr 67 uppí 68 ár í 2013 og 69 ár í 2016. Hvussu nógv missur tann einstaki føroyinginum í krónum og oyrum, ið eftir ætlan skuldi gerast pensjónistur í 2013, men – um pensjónsaldurin hækkar eitt ár í 2013 – má bíða eitt heilt ár ?

10. Hvussu nógv færri kunnu væntast at fara av føroyska arbeiðsmarknaðinum í 2013 og aftur í 2016 og harvið hvussu nógv færri tøk størv kunnu væntast, um ætlanirnar í játtanarkarmunum verða fylgdar ?

11. Hvussu stórur verður munurin á pensjónsaldrinum hjá føroyingum í 2016, í mun til grannalond okkara Danmark, Noreg, Svøríki og Ísland, um ætlanirnar í játtanarkørmunum verða fylgdar – og hvørjar avleiðingar kunnu væntast av hesum ?

12. Ætlar landsstýrið at seta í verk lógarkravt pensjónsinngjald fyri allar føroyingar – uttan samstundis at kunna greiða føroyingum frá útgjaldstreytunum – eitt nú hvussu pensjónsuppsparingin hjá einstaka føroyinginum verður mótroknað í fólkapensjón, almannaveitingum v.m. við útgjald ?

Viðmerkingar

23. desember 2011 samtykti samgongan at seta í verk eina kollveltandi broyting av pensjónsskattingini í Føroyum. Henda lóg varð sett í verk longu 1. januar 2012 fyri føroyingar við pensjónsuppsparing í Føroyum, og 1. juli 2012 fyri føroyingar við pensjónsuppsparing uttanlands.


Nú eru 2 mánaðar til 1. juli.

Tíverri eru enn fleiri ivamál í samband við nýggju lógina, m.a. viðvíkjandi skatting av pensjón bæði við inngjald og útgjald - um flutt verður uttanlands sum pensjónstur. Eisini eru trupulleikar hjá føroyingum, sum hava fingið sjúku e.l., og tí ikki kunnu flyta pensjónsfelag uttan at hetta kemur at ávirka teirra gjald og virði munandi. Nøkur sleppa helst ikki inn í aðra skipan um tey hava ávarsama sjúku. Serliga er tað ein stórur trupulleiki hjá teimum, ið ikki eru partar av størri bólki, ið hevur felags pensjónsskipan, og eru tað nógvir føroyingar, ið ikki eru tað.

Samgongan hevur hartil lagt fram játtanarkarmar fyri komandi árini. Sambært hesum er m.a. greitt, at almanna- og heilsuøkið skal skerjast við 170 mió. kr.

Hetta verður eitt nú gjørt við at økja – tann í forvegin millum heimsins hægsta pensjónsaldurin – úr 67 upp í 68 ár í 2013 og 69 ár longu í 2016 – og sum skilst uppí 70 ár stutt eftir.

Hetta tykist sum enn ein hovsa-loysn og spurningur kann av álvara setast við, um landsins leiðsla yvirhøvur hevur umhugsað avleiðingarnar av hesi so bráðligu hækking í hesum døgum.

Sum um, at henda ætlan hjá landsstýrinum ikki kundi gerast meira undarlig, og hóast hetta átakið viðvíkjandi pensjónsaldrinum var stórsta einstaka átakið í játtanarkørmunum sum skuldi fremjast almannaøkinum fyri at ”spara” Almannamálaráðnum 33 mió. kr. í 2013 og 85 mió. kr. í 2016, so hevur landsins ovasta leiðsla boðað frá, at hetta hóast alt ikki verður til nakað.


Kunnu vit trúgva hesum ?

Tá pensjónsskattingin skuldi setast í verk, lovaði Løgmaður eisini, at onki varð sett í verk, uttan at øll kendu seg trygg. Hóast hesi lyfti, so trýstu hann og samgongan sjálvi hesa kollveltandi lóggávu ígjøgnum 23. desember 2011.

Minnir ikki sørt um støðuna nú, tá Løgmaður og fleiri samgongulimir einaferð enn lata sum um, at tey ikki vilja fremja enn eitt átak ímóti føroyskum pensjónsistum.

Hartil hevur landsstýrið eisini sent lógaruppskot viðvíkjandi lógarkravdari pensjónsuppsparing til hoyringar, og ætlanin er at seta hesa lógarkravdu uppsparing í verk, uttan samstundis at taka støðu til útgjaldspartin av pensjónsskipanini, ið m.a. viðvíkir hvussu pensjónsuppsparing hjá føroyingum verður mótroknað í fólkapensjón, almannaveitingum v.m. í framtíðini.

Samanumtikið má sigast, at ótryggleikin á føroyska pensjónsøkinum tíverri ongantíð hevur verið størri, og við nýggju átøkunum í játtanarkarmunum har pensjónsaldurin skal hækkast úr 67 uppí 69 ár longu í 2016, er ótryggleikin vorðin enn størri.

Fyri at fáa lýst málið verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.


Á Løgtingi, 30. apríl 2012

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi