Kristina spyr um avleiðingar av nýggju pensjónsskattalógini

17 April 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

1. Vil landsstýrið geva undantak frá nýggju pensjónsskattalógini til teir føroyingar, ið vegna sjúku e.l., vilja missa munandi virði við at flyta til nýtt pensjónsfelag ?

2. Um ikki, vil landsstýrið geva hesum føroyingum endurgjald fyri mista virðið ?

3. Nær verður skattaavtala fingin í lag við Danmark, ið má tryggja, at føroyingar ikki – sum í dag – skulu rinda skatt bæði við inngjald og útgjald av pensjón ?

4. Hvørji lond er ætlanin at gera skattaavtalur við fyri at tryggja, at føroyingar, ið flyta til hesi lond tá tey eru pensjónistar, ikki skulu rinda skatt bæði við inngjald og útgjald av pensjón ?

5. Nú eru bert 2½ mánaði til 1. juli. Hava tey feløg, ið umboða føroyskar pensjónsuppspararar uttanlands boðað frá, at alt er klárt til at fylgja nýggju pensjónsskattalógini 1. juli, ella hevur landsstýrismaðurin fingið boð, ið benda á tað øvugta ?

Viðmerkingar

23. desember 2011 samtykti samgongan at seta í verk eina kollveltandi broyting av pensjónsskattingini í Føroyum. Henda lóg varð sett í verk longu 1. januar 2012 fyri føroyingar við pensjónsuppsparing í Føroyum, og 1. juli 2012 fyri føroyingar við pensjónsuppsparing uttanlands.

Nú eru minni 2½ mánaðar til 1. juli.

Tíverri eru enn fleiri ivamál í samband við nýggju lógina, m.a. viðvíkjandi skatting av pensjón bæði við inngjald og útgjald - um flutt verður uttanlands sum pensjónstur. Eisini eru trupulleikar hjá føroyingum, sum hava fingið sjúku e.l., og tí ikki kunnu flyta pensjónsfelag uttan at hetta kemur at ávirka teirra gjald og virði munandi. Nøkur sleppa helst ikki inn í aðra skipan um tey hava ávarsama sjúku. Serliga er tað ein stórur trupulleiki hjá teimum, ið ikki eru partar av størri bólki, ið hevur felags pensjónsskipan, og eru tað nógvir føroyingar, ið ikki eru tað.

Fyri at fáa lýst málið verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.


Á Løgtingi, 17. apríl 2012

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi