Kristina spyr um ætlanir at avtaka Landsbanka Føroya

13 April 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

1. Landsins útreiðslur skulu væntast at vaksa um Landsbanki Føroya verður avtikin. Hvør er veruliga orsøkin til, at Landsbanki Føroya verður avtikin ?

2. Í hvussu stóran mun kemur avtøkan av Landsbanka Føroya og harvið avtøkan av óheftu gjaldførisumsiting Føroya at ávirka altjóða ratingina – og harvið rentustøðið – hjá Føroyum ?

3. Hvør skal taka sær av umsitingini av virðunum í samhaldsfasta eftirlønargrunninum (AMEG), ið hevur virðir á yvir 800 mió. kr., um Landsbanki Føroya verður avtikin ?

4. Hvør skal taka sær av óheftari búskaparfrøðiligari ráðgeving við serstøkum fokus á føroyska fíggjarmarknaðin framyvir ?

5. Hví verður valt at broyta navnið hjá Hagstovu Føroya til Telja, og hvør hevur valt nýggja samleikan og nýggja navnið ?

6. Er semja í samgonguni um ætlanirnar hjá landsstýrinum at avtaka Landsbanka Føroya ?


Viðmerkingar
Landsstýrið hevur nú lagt fíggjarkarmarnar fyri 2013 og komandi 5 árini fyri Løgtingið.
Í hesum verður m.a. staðfest, at ætlanin er av avtaka Landsbanka Føroya og leggja alla gjaldføris- og skuldarumsiting í stovn beint undir landsstýrismanninum, umframt at broyta navnið hjá Hagstovu Føroya til ”Telja”.

Hugsaði sjálv, at hetta má vera skemt. Hugsið tykkum um øll skuldar- og gjaldførisumsiting hjá Danmark varð tikin úr Danmarks Nationalbank og løgd til lønarumsiting beint undir ráðharranum í Danmark, uttan nærri viðgerð, og at Danmarks Statistik fekk navnabroyting til ”Tælle”.

Hetta hevði ongantíð verið góðkent í øðrum landi, og enntá við tí grundgeving, at mett verður at sparast kunnu 2 mió. kr. !

Ætlanir landsstýrisins fara at merkja fleiri útreiðslur
Um tað er peningurin tað snýr seg um, so verður her talan um eina sparing, ið fer at enda við munandi meirútreiðslum.

Tær 2 mió. kr. kunnu eitt nú finnast við at lata verandi stovnar samstarva tættari - men sum verandi og óheftir stovnar.

Í dag eru hartil eisini stórar millióna upphæddir hjá almennum stovnum innistandandi í peningastovnunum til sera lága rentu. Eisini her er vinningur møguligur við at umsita gjaldførið hjá almennum stovnum savnað, so eins góð renta fæst fyri innistandandi hjá øðrum almennum stovnum, sum hjá Landsbankanum.

Ongin ivi er um, at tann peningur, ið ætlanin er at spara – 2 mió. kr. – kann skjótt missast aftur vegna útreiðslur til umskipan og samleikaskifti, og ikki minst vegna verri trúvirði og altjóða rating, ið aftur ávirkar okkara rentu og rentuútreiðslur.

Minni óhefni og verri rating merkir øktar rentuútreiðslur
Føroyar hava nú eina bruttoskuld á væl yvir 5 mia. kr. Av hesum eru um 4,6 mia. kr. lánsbrævalán. Um vit skulu endurnýggja hesi lán og siga, at vit skulu rinda 4% í rentu bara av lánsbrævalánunum er talan um 184 mió. kr. árliga í rentum. Nú øll gjaldførisumsiting skal leggjast beint undir landsstýrismannin, kann hetta uttan iva koma at ávirka ratingina hjá Føroyum og harvið rentustøðið. Hugsa vit okkum at rentan hækkar - vegna verri rating - eitt kvart prosent til 4,25%, so økjast rentuútreiðslurnar uppí 195,5 mió. kr. – tvs. øking á 11,5 mió. kr. Um rentan bert økist 0,1% vegna verri rating, so hækka rentuútreiðslurnar av bruttoskuldini við 4,6 mió. kr. So tað hevur ómetaliga stóran týdning at vit tryggja óhefta gjaldførisumsiting og eina góða rating.

Leggið ikki gjaldførisumsiting beint undir landsstýrismannin
Hartil kemur at tað er alt annað enn skilagott at leggja gjaldførisumsitingina í stovn beint undir landsstýrismanninum. Hugsið tykkum trýstið, ið kann koma á landsstýrismannin frá ymsum pørtum um, t.d. at seta alment gjaldføri í føroyskar bankar og føroyskt virksemi, heldur enn sum nú, at lata óheftan Landsbanka seta gjaldførið har mett verður, at hetta samfelagsbúskaparliga er best.

Eitt nú umsitir Landsbanki Føroya eisini samhaldsfasta eftirlønargrunnin (AMEG), ið hevur virðir á yvir 800 mió. kr., og er tað sera týðandi at hesi verða umsitin av óheftum stovni. Eisini kann havast í huga, at í dag fær Landsbanki Føroya ávísar inntøkur av at umsita henda grunnin. Hetta eru inntøkur, sum landið ikki kann fáa um gjaldsførisumsitingin framyvir verður á Føroya Gjaldsstovu, tí væntandi verður ikki góðkent at samhaldsfasti eftirlønargrunnurin verður umsitin av stovni beint undir landsstýrismanninum.

Hvør er veruliga orsøkin til avtøku av Landsbankanum ?
Sum heild vísir hetta við niðurlegging av Landsbanka Føroya og navnaskiftinum hjá Hagstovu Føroya eina grundleggjandi manglandi vitan um týdningin av hesum týðandi landsstovnum, ið eru tvær grundsúlur í einum hvørjum landi.

Ongin ivi er um, at útreiðslurnar av ætlanum landsins verða størri enn ætlaði vinningurin, og tí kann ivi eisini av álvara setast við, hvør veruliga orsøkin til niðurleggingina er. Tí tað eru tíverri als ikki allir politikarar, ið duga at síggja ovurstóra virðið í, at hava óheftar stovnar, ið umsita gjaldføri landsins og kunnu geva búskaparfrøðiliga ráðgeving óheft av politiska myndugleikanum.

Fyri at fáa lýst hesa álvarsstøðu – og við vón um, at eisini samgonguløgtingsfólk síggja álvaran í hesum sum skjótast, so Løgtingið fær broytt ætlanirnar hjá landsstýrinum - verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.


Á Løgtingi, 13. apríl 2012

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi