Kristina spyr m.a um hækking av pensjónsaldri og broyttari mótrokning í fólkapensjónini

26 November 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum viðvíkjandi hækking av pensjónsaldri og broyttari mótrokning í fólkapensjónini

1. Ætlar landsstýriskvinnan at hækka pensjónsaldurin? Um ja, nær og hvussu nógv?

2. Fer landsstýriskvinnan at leggja lóg um broyting í fólkapensjón, herundir broyting í mótrokning í fólkapensjón, fyri Løgtingið?

3. Um ja, nær, og hvørjar broytingar kunnu í høvuðsheitum væntast?

4. Fer landsstýriskvinnan at fremja broytingar, ið koma at ávirka Samhaldsfasta (AMEG)?

5. Um ja, nær, og hvørjar broytingar kunnu í høvuðsheitum væntast?

6. Nær fáa føroyingar fult innlit í, hvat hendir við útgjaldi av tí pensjón, ið verður lógarkrav at rinda inn til pr. 1. januar 2014?

Viðmerkingar

Landstýriskvinnan í almannamálum hevur fleiri ferðir fráboðað, at ætlanin er at hækka pensjóns-aldurin.

Í sambandi við, at landsstýrið legði fram fíggjarkarmar fyri 2013 og komandi árini, fráboðaði landsstýriskvinnan, at pensjónsaldurin fór at hækka úr 67 upp í 68 ár longu 1. januar 2013, og upp í 69 ár longu í 2016. T.v.s.. ein hækking av pensjónsaldrinum á 2 ár upp á 3 ár. Henda ætlan varð fyribils slept seinni, men hevur landsstýriskvinnan nú aftur fráboðað, at pensjónsaldurin skal hækkast. Enn er tó einki ítøkiligt boð komið upp á hetta.

Eisini hevur landsstýrið fráboðað – hetta í sambandi við, at Eftirlønarlógin (lógartvungið inngjald) varð løgd fyri Løgtingið í vár – at lóg um fólkapensjón, herundir mótrokning av egin uppsparing í fólkapensjónini – fór at verða løgd fyri á Løgtingi í heyst. Enn hava vit einki sæð til hesa lóg. Hetta merkir, at meðan fólk verða tvungin at rinda inn til egna pensjón pr. 1. januar 2014, so vit føroyingar enn ikki vita, hvat landsstýrið ætlar at nýta hesa egin uppsparing til, tá umræður mótrokning í fólkapensjón v.m. Heldur ikki er greitt, hvat landsstýrið ætlar við Samhaldsfasta. Hetta skapar sera stóran ótryggleika um pensjónsøkið.

Fyri at fáa lýst málið, verða hesi spurningar settir landsstýriskvinnuni.

Á Løgtingi, 26. november 2013

Kristina Háfoss

Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum viðvíkjandi mismuni og broti á ST-sáttmálan í sambandi við eftirlønarlógina

1. Hví velur landsstýrið, at fleiri samfelagsbólkar verða undantiknir rættin til eftirlønarupp-sparing sambært Eftirlønarlógini?

2. Metir landsstýriskvinnan, at hetta er rætt?

3. Metir landsstýriskvinnan, at undantøkini í § 3 í Eftirlønarlógini eru í samsvari við rættindini hjá einstaklingum, ið bera brek, sambært ST-sáttmálanum?

4. Hvør er samlaði kostnaðurin fyri landskassan, um undantøkini verða tikin burtur í Eftir-lønarlógini, og hesir bólkar javnsettir við onnur?

5. Fara broytingar at verða framdar, so undantøkini í § 3 í Eftirlønarlógini verða tikin burtur?

Viðmerkingar

Í Eftirlønarlógini, ið landsstýrið er komið við, skulu øll rinda til egna pensjón. Tí verður lógarásett, at arbeiðsgevarar skulu rinda pensjón av allari løn. Tó hevur landsstýrið valt at undantaka eina røð av føroyingum. Hetta verður ásett í § 3 í Eftirlønarlógini. Undantøkini eru fyrst og fremst fyri sam-felagsbólkar, sum frammanundan ikki hava bestu pensjónsuppsparingina, og sum við undantakinum fara at verða enn verri stillað, tá umræður pensjón í framtíðini. Eitt nú er útgjald av dagpeningi vegna sjúku, útgjald sambært lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, útgjald sambært forsorgarlógini, útgjald frá ALS og Barsilsskipanini, útgjald frá vardum verkstaði og mong onnur. Talan er í høvuðsheitum um samfelagsbólkar, sum í stóran mun hava tørv á, og rætt til at verða tryggjað eins góð pensjónsviðurskifti sum aðrir samfelagsbólkar.

ST-sáttmálin fyri fólk, ið bera brek, ásetir hartil, at fólk, ið bera brek, skulu hava javnbjóðis rættindi sum onnur í samfelagnum. Eisini Føroyar hava samtykt henda sáttmála, har ásett m.a. verður í 5: at ”Limalondini viðurkenna, at øll fólk eru eins fyri og undir lógini og hava rætt við ongum mismuni til somu verju og sama gagn av lógini.”

Spurnartekin má setast við, um nýggja eftirlønarlógin hjá landsstýrinum livir upp til ásetingarnar í ST-sáttmálanum.

Landsstýriskvinnan hevur hartil áður upplýst, at skal landið rinda eftirløn av lønarlíknandi veitingum sambært Eftirlønarlógini, fer hetta at kosta um 60-70 mió. kr. Um so er, so er hetta ein upphædd, ið landsstýrið eigur at seta av fyri at tryggja øllum føroyingum javnbjóðis pensjónskor í sambandi við nýggju Eftirlønarlógina.

Fyri at fáa lýst málið, og fyri at frætta, um ætlanin er at fremja broytingar, verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni.

Á Løgtingi, 26. november 2013

Kristina Háfoss

Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum viðvíkjandi 3-ára avtalu um hækking av ríkisveitingini

1. Hvør er orsøkin til, at valt verður at gera 3-ára avtalu um hækking av ríkisveitingini?

2. Hví verður avtala gjørd um hækking av ríkisveitingini eitt heilt ár inn í komandi valskeið?

3. Er ikki nóg mikið, at landsstýrið ger avtalur, ið fevna um valskeiðið og politikkin hjá hesi samgonguni?

4. Hvussu ofta og nær hevur landsstýrið samráðst við donsku stjórnina um at hækka ríkisveitingina enn meira enn prístalshækkingina?

5. Eru ætlanirnar um at hækka ríkisveitingina við 200 mió. kr. sleptar?

Viðmerkingar

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur valt at gera eina 3-ára avtalu við donsku stjórnina um prístalshækking av ríkisveitingini. Higartil hevur hetta landsstýrið annars gjørt 1-ára avtalur.

Tað undrar, at valt verður at hækka ríkisveitingina, og tað undrar somuleiðis, at stig verða tikin at halda áfram við hesi hækking inn í komandi valskeið.

Tí nú val í seinasta lagi verður á heysti 2015, t.v.s.. um minni enn 2 ár, fer avleiðingin av eini 3-ára avtalu at vera, at landsstýrið ger eina avtalu, ið røkkur væl inn í komandi valskeið.

Eisini hevur løgmaður í fleiri umførum sagt, at ríkisveitingin skal hækkast enn meira. Tað sama ger seg galdandi fyri fíggjarnevndarformannin. Enn er tó ikki eydnast at hækka henda meira enn við prístalshækkingini. Ikki tí, samgonguflokkarnir ikki hava ynskt hetta, men tí danska stjórnin hevur sagt nei. Boðað hevur verið frá at roynast framhaldandi skal at hækka ríkisveitingina enn meira.

Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.

Á Løgtingi, 26. november 2013

Kristina Háfoss