Kristina spyr Anniku Olsen um fólkapensjón

25 September 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu um minkandi fólkapensjón


1. Hví tosar landsstýriskvinnan um at samgongan fer at hækka fólkapensjónina, tá samgongan í veruleikanum minkar hesa ?

2. Hví valdi samgongan at avtaka javningina av fólkapensjónini ?

3. Hví samsvarar ætlaða hækkingin av fólkapensjónini ikki við ta javning, ið samgongan hevur strikað og heldur ikki við hækkandi prístalið ?

4. Hvussu nógv fer reallønin hjá fólkapensjónistum at lækka í 2012 ?

Viðmerkingar
Reallønin hjá fólkapensjónistum er minkað munandi seinastu árini. Samstundis sum prístalið er hækkað munandi seinastu árini, so valdi ABC-samgongan at lækka javningina av fólkapensjónini úr 4% niður í 1%.


Hóast prístalið aftur er hækkað 2,2% seinasta árið, valdi verandi samgonga (ABDH) heilt at avtaka javningina og seta hesa niður á 0%.


Nú hevur landsstýriskvinnan í almannamálum alment boðað frá, at tey fara at hækka fólkapensjónina. Men veruleikin er, at talan verður um eina munandi reallønarlækking fyri fólkapensjónistar, tí hækkingin á 50 kr. um mánaðin svara til munandi minni enn bæði hækkingin í brúkaraprístalinum og munandi minni enn ta javning, ið er tikin frá fólkapensjónistunum.


Meðan samgongan hevur raðfest munandi reallønarhækking til føroyingar við hægri inntøkum, hava føroyingar við lægri inntøkum fingið eina skattahækking umvegis pensjónsskattin, og nú fáa fólkapensjónistarnir eisini eina munandi reallønarlækking.


Gjógvin millum føroyingar við lágum og høgum inntøkum er tí ongantíð økt so nógv sum nú.


Hetta er ein veruleiki, ið samgongan hevur valt at skapa, men sum tey støðugt royna at fjala útyvir. Eitt nú við at tosa um hækking av fólkapensjónini, hóast talan í veruleikanum er um lækking.


Hetta er óvirðiligt.


Fyri at fáa lýst hetta málið, verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni í almannamálum.


Á Løgtingi, 25. september 2012


Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi