Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum viðvíkjandi kostnaðinum av broyttu umsitingini av landsins gjaldføri, tá Landsbankin varð avtikin
1. Hvat var samlaða avkastið av landsins gjaldføri í 2013?
2. Hvat hevði metta avkastið av landsins gjaldføri verið í 2013, um samansetingin av virðisbrøvum var, sum áðrenn lógin varð broytt í desember 2012, og áðrenn Landsbanki Føroya varð tikin av?
3. Hvussu nógv meira avkast væntar landsstýrismaðurin at fáa av gjaldføri landsins í 2015 við at broyta reglurnar fyri samanseting av virðisbrøvum í umsitingini av landsins gjald¬føri (so sum víst á í fíggjarkørmunum fyri 2015)?
4. Hví hevur landsstýrismaðurin nú broytt meining í mun til samanseting av virðisbrøvum í umsitingini av landsins gjaldføri?
5. Hevur landsstýrismaðurin ásannað, at tað var skeivt at ganga ímóti tilmælinum frá Landsbanka Føroya, tá umræður umsiting av landsins gjaldføri?
Viðmerkingar
Samgongan hevur tikið óskiljandi stigið at taka av einasta óhefta tjóðarbúskaparliga stovn Føroya – Landsbanka Føroya.
Tá hetta varð framt, valdi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eisini at broyta tann mátan, ið Landsbankin higartil hevði umsitið gjaldføri landsins. Hetta gjørdi hann, hóast víst varð á, at kostnaðurin av hesi broyting, har tað frameftir bert fór at verða loyvt at seta gjaldførið í lánsbrøv, og ikki í breitt úrval av bæði parta- og lánsbrøvum, kundi koma at kosta landinum 15-20 mió. kr. í minni árligum avkasti.
Hóast hetta, so valdi landsstýrismaðurin ikki at taka ávaringarnar bæði frá Landsbanka Føroya og frá andstøðuni til eftirtektar.
Nú eitt ár er farið framvið, síðan Landsbanki Føroya varð tikin av, hevur landsstýrismaðurin í fíggjarkørmunum fyri 2015 fráboðað, at hann vil “tillaga reglurnar fyri samsnsetingina av virðisbrøvunm í umsitingini av landsins gjaldføri”, og at hetta fer at geva fleiri inntøkur. Hvussu nógv fleiri inntøkur væntast hesum viðvíkjandi verður ikki upplýst.
Fyri at fáa lýst málið og avleiðingarnar av avgerð landsstýrismansins í hesum máli, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 8. apríl 2014
Kristina Háfoss
Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum viðvíkjandi skatting av fjalllombum
1. Kann landsstýrismaðurin lýsa, hvussu fjallfólk og bøndir verða skattaðir í sambandi við fjalllomb í dag?
2. Metir landsstýrismaðurin, tað vera rætt, at fjallfólk verða skattað av fjalllombum?
3. Eru ætlanir um at broyta tann mátan, ið fjalllomb verða skattað í dag?
4. Um ja, hvussu verður ynskt at hetta skal gerast frameftir?
Viðmerkingar
Tað hevur altíð verið føroyskur siður, at fólk hjálpa bóndum, tá farið verður á fjall.
Hetta er afturvendandi átak, ið fólk kring allar Føroyar gleða seg til á hvørjum ári, og nýta part av frítíðini hjá sær til hetta.
Afturfyri eina hjálpandi hond verður vanliga latin fjalllamb. Hetta er á ein hátt ein gáva, ið verður latin fyri hjálpina. Virðið á fjalllambinum samsvarar sum oftast als ikki við tað virðið, ið tann tíð og orka, ið verða løgd í arbeiðið, tá farið verður á fjall, samsvarar við.
Sum skilst verður fjalllamb mett sum b-inntøka, ið skal skattast. Hetta tyngir raksturin hjá bóndum kring landið, sum frammanundan hava trupult við at fáa inntøkur og útreiðslur at hanga saman. Eisini ávirkar tað møguleikan at fáa fjallfólk, tá hesi skulu skattast av tí fjalllambi, ið tey fáa fyri hjálpina.
Løgtingið hevur valt at gera serstøk undantøk í skattaskipanini fyri fleiri bólkar – eitt nú fiskivinnuna og ítróttafeløg. Spurningurin er, um undantak ikki átti at verið sett í verk, tá umræður aldargomlu siðvenjuna at lata fjalllamb fyri hjálp í sambandi við, at farið verður á fjall. Kundi t.d. verið møguligt at latið 1-3 fjalllomb til eitt fjallfólk, uttan at fjallfólkið varð skattað av hesum.
Fyri at fáa lýst málið og fáa staðfest, um ætlanir eru at broyta verandi støðu, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 8. apríl 2014
Kristina Háfoss
Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum viðvíkjandi tørvi á vardum bústøðum, vardum størvum og umlætting kring landið
1. Hvussu nógv fólk við serligum avbjóðingum standa á bíðilista og/ella verður mett mangla vardan bústað, býtt á øki kring landið?
2. Hvussu nógv fólk við serligum avbjóðingum standa á bíðilista og/ella verður mett mangla vart starv, býtt á øki kring landið?
3. Hvussu nógv fólk við serligum avbjóðingum standa á bíðilista og/ella verður mett mangla umlættingartilboð, býtt á øki kring landið?
4. Hvussu nógv fólk við serligum avbjóðingum standa á bíðilista til at fáa stuðul ella fleiri stuðulstímar, býtt á øki kring landið?
Viðmerkingar
Tørvur er á fleiri vardum bústøðum, vardum størvum, stuðulstímum og umlættingartilboðum til føroyingar við serligum avbjóðingum.
Tað er tí at gleðast um, at eitt samt Løgting hevur sett gongd á bygging av vardum bústøðum í Eysturoynni og í Norðoyggjum. Eisini eru ætlanir um vardar bústaðir og umlættingardepil í Sandoynni og í Tórshavn. Hetta eru fet á røttu leið.
Enn mangla tó vardir bústaðir kring landið, vard størv og umlættingartilboð, eins og fólk bíða eftir at fáa stuðul ella meira stuðul.
Fyri at fáa lýst, hvør metti tørvurin er, býtt á øki kring landið – fyri aftur at tryggja, at víðari menningin av umstøðunum hjá føroyingum við serligum avbjóðingum verður raðfest rætt – verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni.
Á Løgtingi, 8. apríl 2014
Kristina Háfoss

