Kristina setur Jørgen Niclasen tríggjar spurningar

10 December 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í eftirlønarmálum viðvíkjandi mismuni og møguligum broti á ST-sáttmálan ísv. eftirlønarlógina

1. Hví velur landsstýrið, at fleiri samfelagsbólkar verða undantiknir rættin til eftirlønar-uppsparing sambært Eftirlønarlógini?

2. Metir landsstýrismaðurin, at hetta er rætt?

3. Metir landsstýrismaðurin at undantøkini í §3 í Eftirlønarlógini eru í samsvari við rættindini hjá einstaklingum, ið bera brek, sambært ST-sáttmálanum?

4. Hvør er samlaði kostnaðurin fyri landskassan, um undantøkini verða tikin burtur í Eftirlønarlógini, og hesir bólkar javnsettir við onnur?

5. Hvussu stórur partur av almennum lønarflytingum verða framdar uttan eftirløn í dag?

6. Fara broytingar at verða framdar, so undantøkini í §3 í Eftirlønarlógini verða tikin burtur?

Viðmerkingar

Í Eftirlønarlógini, ið landsstýrið er komið við, skulu øll rinda til egna pensjón. Tí verður lógarásett, at arbeiðsgevarar skulu rinda pensjón av allari løn.

Tó hevur landsstýrið valt at undantaka eina røð av føroyingum. Hetta verður ásett í §3 í Eftirlønarlógini. Undantøkini eru fyrst og fremst fyri samfelagsbólkar, sum frammanundan ikki hava bestu pensjónsuppsparingina, og sum við undantakinum fara at verða enn verri stillað, tá umræður pensjón í framtíðini.

Eitt nú er hetta galdandi fyri útgjald av dagpeningi vegna sjúku, útgjald sambært lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, útgjald sambært forsorgarlógini, útgjald frá ALS og Barsilsskipanini, útgjald frá vardum verkstaði og mong onnur. Talan er í høvuðsheitum um samfelagsbólkar, sum í stóran mun hava tørv á og rætt til at vera tryggjað eins góð pensjónsviðurskifti, sum aðrir samfelagsbólkar.

ST-sáttmálin fyri fólk, ið bera brek, ásetir hartil, at fólk, ið bera brek skulu hava javnbjóðis rættindi sum onnur í samfelagnum. Mett verður ikki, at nýggja eftirlønarlógin hjá landsstýrinum tryggjar, at so er.

Fyri at fáa lýst málið og fyri at frætta, um ætlanin er at fremja broytingar, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.

Á Løgtingi, 10. desember 2013

Kristina Háfoss

Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum viðvíkjandi komandi herdum SIFI-krøvum til føroyskar bankar

1. Hevur landsstýrið tikið støðu til, hvørjir føroyskir bankar verða sokallaðir SIFI-bankar í framtíðini?

2. Um ikki, nær verður støða tikin, og hvørji verða høvuðsatlitini, tá avgerð verður tikin?

3. Hvørji solvenskrøv fara at verða sett føroyskum SIFI bankum í mun til solvenskrøvini hjá øðrum bankum í Føroyum?

4. Hvørji verða krøvini til føroysku SIFI bankarnar í mun til donsku SIFI bankarnar?

5. Uppfylla føroysku bankarnir tey krøv, ið fara at verða sett føroyskum SIFI bankum?

Viðmerkingar

Avgerðin um, hvørt føroyskir bankar skulu verða partar av sokallaðum SIFI bankum, ið eru serliga týðandi bankar, ið fara at fáa ásett serlig krøv, hevur verið ávegis í longri tíð. Enn er tó ikki greitt, hvør støðan er her í Føroyum.

Henda avgerð kann eitt nú fáa týdning fyri kostnaðarstøðið í teimum bankum, ið gerast SIFI bankar, og hartil kann avgerðin eisini hava ávirkan á fíggjarmarknaðin innanhýsis í Føroyum. Hetta um so verður, at nakrir bankar gerast SIFI-bankar, og aðrir ikki.

Hartil er týðandi at fáa staðfest, um føroyskir bankar lúka tey krøv, ið fara at verða sett.

Fyri at fáa lýst støðuna í málinum, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Á Løgtingi, 10. desember 2014

Kristina Háfoss

Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum viðvíkjandi hækking av pensjónsaldri og broyttari mótrokning í fólkapensjónini

1. Ætlar landsstýrið at hækka pensjónsaldurin? Um ja, nær og hvussu nógv?

2. Fer landsstýrið at leggja lóg um broyting í fólkapensjón, herundir broyting í mótrokning í fólkapensjón, fyri Løgtingið?

3. Um ja, nær, og hvørjar broytingar kunnu í høvuðsheitum væntast?

4. Fer landsstýrið at fremja broytingar, ið koma at ávirka Samhaldsfasta (AMEG)?

5. Um ja, nær, og hvørjar broytingar kunnu í høvuðsheitum væntast?

6. Nær fáa føroyingar fult innlit í, hvat hendir við útgjaldi av tí pensjón, ið verður lógarkrav at rinda inn til pr. 1. januar 2014?

Viðmerkingar

Landsstýrið hevur fleiri ferðir fráboðað, at ætlanin er at hækka pensjónsaldurin. Í sambandi við, at landsstýrið legði fram fíggjarkarmar fyri 2013 og komandi árini, fráboðaði landsstýrið, at pensjónsaldurin fór at hækka úr 67 upp í 68 ár longu 1. januar 2013, og upp í 69 ár longu í 2016. Tvs. ein hækking av pensjónsaldrinum á 2 ár upp á 3 ár. Henda ætlan varð fyribils slept seinni, men hevur landsstýrið nú aftur fráboðað, at pensjónsaldurin skal hækkast. Enn er tó einki ítøkiligt boð komið upp á hetta.

Eisini hevur landsstýrið fráboðað – hetta í sambandi við, at Eftirlønarlógin (lógartvungið inngjald) varð løgd fyri Løgtingið í vár – at lóg um fólkapensjón, herundir mótrokning av egin uppsparing í fólkapensjónini – fór at verða løgd fyri Løgtingið í heyst. Enn hava vit einki sæð til hesa lóg. Hetta merkir, at meðan fólk verða tvungin at rinda inn til egna pensjón pr. 1. januar 2014, so vita føroyingar ikki enn, hvat landsstýrið ætlar at nýta hesa egin uppsparing til, tá umræður mótrokning í fólkapensjón v.m. Heldur ikki er greitt, hvat landsstýrið ætlar við Samhaldsfasta. Hetta skapar sera stóran ótryggleika um pensjónsøkið.

Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.

Á Løgtingi, 10. desember 2013

Kristina Háfoss