Kristina setur fýra spurningar á tingfundinum mikudagin

29 November 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann viðvíkjandi broyting av pensjónsskatting


1. Nær kann væntast, at útgreinandi frágreiðing fyriliggur, ið lýsir allar tættir í avleiðingum av, at broyta skattingina av pensjónum í Føroyum – og nær verður nýggja skattingin av pensjónsinngjøldum eftir ætlan sett í verk ?

2. At skatta pensjónir forút heldur enn tá hesar verða rindaðar út sum pensjón/løn, er at flyta skattainntøkur frá framtíðini til nútíðina. Talan er tí ikki um nýggjar inntøkur til landskassan, sum t.d. brúkaragjøld vildu verið. Er landsstýrismaðurin samdur í, at talan er um framskunding av inntøkum, ið sostatt koma at mangla seinni, tá ongi pensjónsútgjøld verða skattað ?

3. Sambært framskrivingum verða tvey á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist um 20-30 ár í mun til fýra í dag. Hetta merkir, at um vit broyta skattingina av pensjónum til at skatta forút – heldur enn at skatta tá pensjónin verður rindað út sum løn – fer ein alsamt størri bólkur í samfelagnum ikki fer at rinda skatt, meðan ein alsamt minni partur verður at rinda fyri vælferðarsamfelagið. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at fíggja vælferðartænasturnar seinni, tá skattainntøkurnar koma at mangla ?

4. Vanliga fáa kommunur sín part av skatti, ið rindaður verður. Sambært ætlanum landsstýrisins er ætlanin, at pensjónsskattingin framyvir bert skal tillutast landinum. Fáa kommunur, ið missa pensjónsskatt til landið, endurgjald frá landinum hesum viðvíkjandi ?

5. Tvørpolitiskt arbeiði við pensjónsskipanin hevur verið í gongd í eitt longri áramál. Nú komið er nær eini semju, velur landsstýrið at taka partar úr uppskotinum, og fremja hesar óheft av pensjónsnýskipanini annars. Er ætlanin at niðurleggja arbeiðið við pensjónsnýskipanini, ella skal nýggjur arbeiðsbólkur setast at arbeiða víðari við tí, ið eftir er at arbeiða við ?

Viðmerkingar
Millum fremstu málini hjá nýggju samgonguni tykist vera at seta í verk eina broyting í skatting av pensjónum soleiðis, at farið verður undir at skatta pensjónir forút í staðin fyri at skatta hesar, tá tær verða rindaðar út sum pensjón/løn. Talan er um eina kollveltandi broyting í mun til verandi skipan. Nógvir ósvaraðir spurningar eru – og verða nakrir av hesum hervið settir.

Á Løgtingi, 28. november 2011

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna

Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann viðvíkjandi nær samgongan ætlar at røkka einum sjálvberandi búskapi


1. Nær ætlar samgongan at málið um ein sjálvberandi búskap – ið er óheftur at veitingum uttanlands – skal verða rokkið ?

2. Hevur landsstýrið fingið svar frá donsku stjórnini uppá umsóknina um hækking av ríkisveitingini, og um so er, hvat varð svarið ?

3. Er nøkur ítøkilig ætlan fyri, hvat hækkaða ríkisveitingin skal nýtast til ?

4. Kann hugsast at hildið verður áfram at hækka ríkisveitingina – meira enn við prístalinum – um undirtøka fæst fyri hesum frá donsku stjórnini ?

5. Hvussu vil landsstýrismaðurin tryggja, at hallið, ið longu er omanfyri 500 mió. kr., ikki gerst enn størri nú ætlanin er, at lækka skattainntøkurnar við 265 mió. kr. ?

6. Nær er ætlanin hjá landsstýrismanninum at yvirskot aftur skal vera á landsins fíggjarlóg og hvat høvuðsamboð er ætlanin at nýta til, at røkka hesum máli ?


Viðmerkingar

Í samgonguskjalinum er sett sum mál at Føroyar skulu hava ein sjálvberandi búskap. Hetta er eitt gott mál at seta sær.

Men samstundis verður umsókn send til donsku stjórnina um, at hækka ríkisveitingina við 1/3 - yvir 200 mió. kr. - og eisini skal landsins inntøkuskattur minkast við 265 mió. kr., samstundis sum landskassin í forvegin hevur hall á yvir 500 mió. kr.

Settir verða tí hesir spurningar.

Á Løgtingi, 28. november 2011

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna

Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann viðvíkjandi nýggjari flat-skattaskipan


1. Nær kann væntast, at útgreinandi frágreiðing fyriliggur, ið lýsir allar tættir í avleiðingum av ætlaðu broytingini í skattaskipanini ?

2. Hvør er orsøkin til, at ætlanin er, at veita ein skattalætta, ið bert munar fyri hægru inntøkurnar ?

3. Sær landsstýrismaðurin ikki trupulleikar og ójavnar við at 265 mió. kr. verða fluttar frá einum stórum samfelagsbólki til ein minni samfelagsbólk, sum í forvegin hevur munandi hægri inntøku ?

4. Vanliga vil ein skattalætti til lægri inntøkur økja meira um nýtslu og skapa størri vøkstur enn ein skattalætti til hægri inntøkur. Er nøkur meting gjørd, ið lýsir, hvørjir inntøkubólkar í Føroyum hava størst tørv á skattalætta og hvørjir inntøkubólkar vilja økja nýtsluna og harvið seta mest ferð á búskapin, um hesir frá skattalætta ?

5. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógvir føroyingar í veruleikanum fáa reallønarminking, um pensjónsskatturin verður 40%, prísvøkstur kann væntast av at 265 mió. kr. verða latnar út í samfelagið, samstundis sum inntøkuskatturin verður nærum tann sami sum í dag fyri meirlutan av føroyingum ?

6. Fyriliggur nøkur verulig ætlan at fíggja skattalættan pr. 1. januar 2012 við nýggjum inntøkum (ikki framskundan av inntøkum) til landskassan ?

7. Hvussu vil landsstýrismaðurin tryggja, at hallið, ið longu er omanfyri 500 mió. kr., ikki gerst enn størri nú ætlanin er, at lækka skattainntøkurnar við 265 mió. kr. ?

Viðmerkingar
Samgongan hevur ætlanir um, at seta í verk eina munandi øðrvísi skattaskipan. Eina skattaskipan, sum vil geva munandi skattalættar til inntøkur hægri enn 3-400.000 kr. árliga, meðan inntøkur undir hesa upphædd nærum ongan skattalætta fáa. Hetta hendir samstundis sum fíggjarlógin í forvegin vísir hall á meira enn 500 mió. kr.

Sambært landsstýrismanninum í fíggjarmálum skal henda nýggja skipan setast í verk 1. januar 2012. Settir verða tí hesir spurningar

Á Løgtingi, 28. november 2011

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna

Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu viðvíkjandi Rásini


1. Hví standa næmingar á Rásini einaferð enn á berum eftir lokið skúlaskeið, hóast Almannaráðið hevur havt 3 ár at fyrireika seg ?

2. Hvørji ítøkilig stig verða nú tikin fyri, at tryggja verandi næmingunum á Rásini tryggar og mennandi umstøður tá umræður bústað, arbeiði og frítíðartilboð ?

3. Hvat verður ítøkiliga gjørt fyri at tryggja, at næmingar á Rásini framyvir ikki koma í somu støðu aftur ?

4. Langur bíðilisti er til bæði bústaðir og skúlatilboð. Nær kann væntast at fleiri bútilboð og skúlatilboð (í samráð við Mentamálaráðið) eru tøk til føroyingar við serligum avbjóðingum ?


Viðmerkingar

Tá Rásin varð sett á stovn, var talan um eitt framstig fyri føroyingar við serligum avbjóðingum. Endiliga var ein møguleiki fyri, at nema sær skúlagongd eftir fólkaskúlatíðina. Síðan er tó alt ov lítið hent á økinum.

Tá fyrstu næmingarnir vórðu liðnir við skúlagongdina vóru næmingar og foreldur latin í óvissu, tí onki bú-, arbeiðs- og frítíðartilboð varð tøkt. Í evstu løtu varð loysn funnin.

Nú næsta liðið av næmingum – eftir 3 ára skúlagongd – eru klár at seta føtur undir egið borð og taka móti nýggjum avbjóðingum er støðan júst tann sama sum fyri 3 árum síðan. Søgan endurtekur seg.

Tað er alneyðugt, at vit framyvir fáa skipaði viðurskifti á hesum øki. Tí verða settir hesir spurningar:

Á Løgtingi, 28. november 2011

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna