Kristina setur fýra munnligar fyrispurningar

28 January 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismann viðvíkjandi Marknagilsdeplinum og hølum til Fróðskaparsetur Føroya

1. Gongur byggingin av Marknagilsdeplinum sambært ætlaðu tíðar- og kostnaðar-ætlanini?

2. Gevur verandi býti av játtan til Marknagilsdepilin yvir ár møguleika fyri, at skúlin kann takast í nýtslu við skúlaársbyrjan 2016?

3. Ætlar landsstýrismaðurin at framskunda part av játtanini, ið eftir ætlan skal latast í 2016, um hetta er neyðugt fyri at taka skúlan í nýtslu á sumri 2016?

4. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin at fáa til vega høli til Fróðskaparsetur Føroya soleiðis, at tað m.a. ber til at savna virksemið og skapa eitt gott lestrarum¬hvørvi?

5. Nær tekur landsstýrismaðurin avgerð í málinum um møguligt keyp av Venjingar-skúlanum (tey 50% sum kommunan eigur í dag) til Fróðskaparsetur Føroya?

Viðmerking

Føroya størsta skúlabygging er í løtuni í gongd – úti í Marknagili. Hetta er ein stórfingin verkætlan, ið øll kunnu fegnast um, nú er gongd á, og fer at røkka sínum máli um heilt fá ár.

Sambært tíðarætlanini skal skúlin takast í nýtslu við skúlaársbyrjan 2016. Men tíverri er játtanin til verkætlanina spjeidd soleiðis yvir árini, at sera stórur partur fellur júst tað seinasta árið – ár 2016. Tað, ið eftir er av játtanini, verður býtt soleiðis: 85 mió. kr. í 2014, 95 mió. kr. í 2015 og 168,5 mió. kr. í 2016.

Hetta kann ávirka møguleikan at hava bygningin kláran við skúlaársbyrjan í 2016. Neyðugt kann tí vera at framskunda játtanina, men um so er, má landsstýrismaðurin upplýsa hetta fyri Løgtinginum.

Fróðskaparsetur Føroya húsast í dag í nógvum ymiskum hølum. Hetta ger tað m.a. trupult at skapa neyðuga lestrarumhvørvið og samanspælið millum ymisku útbúgvingarnar. Tíðin er komin til at fáa til vega neyðug høli til Fróðskaparsetur Føroya. Hetta leggur frágreiðing um fólkvøkstur eisini upp til, og víst verður har á møguleikan at keypa Venjingarskúlan, og dagføra henda.

Samstundis hevur Mentamálaráðið fingið møguleikan at keypa Venjingarskúlan – ta helvt, ið Tórshavnar kommuna eigur (landið eigur hina helvtina). Enn hevur tó einki verið at frætta um avgerð í hesum máli.

Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.

Á Løgtingi, 28. januar 2014

Kristina Háfoss

Munnligur fyrispurningur til Annika Olsen, landsstýriskvinnu viðvíkjandi veruliga kostnaðinum av eldraøkinum

1. Hvør er metti kostnaðurin av at veita øllum pensjónistum fyribyrgjandi heimavitjan, so sum ásett í lógaruppskoti frá landsstýriskvinnuni?

2. Hvør er metti kostnaðurin av at veita reingerð heima hjá eldri, ið hava tørv á hesum?

3. Hvør er metti kostnaðurin av at lata heimarøktini játtan til tað tal av tímum, ið mett verður er veruligi tørvurin á eldraøkinum?

4. Hvør er metti kostnaðurin av, at tey, ið standa á bíðilista, sleppa inn á ellis- og røktarheim?

5. Hvør er metti kostnaðurin av, at endurmenning verður veitt samsvarandi tørvinum?

6. Hvør er metti kostnaðurin av, at fyrisitingin av eldraøkinum og partvíst heilsuøkinum verða flutt frá landi til kommunur?

7. Metir landsstýriskvinnan, at tørvur er á størri játtan til eldraøkið enn tann játtan, ið landsstýrið hevur mælt til á fíggjarlógini fyri 2014?

8. Ætlar landsstýriskvinnan, at kommunurnar fáa játtan frá landinum til tænasturnar, ið nevndar eru undir spurningi 1-6?

Viðmerking

Landsstýrið hevur lagt fyri Løgtingið lóg, ið skal flyta ábyrgdina av eldraøkinum og parti av heilsuøkinum frá landi til kommunur.

Samstundis verður sagt, at fíggjarlig játtan, ið fer at tryggja góða tænastu, skal fylgja frá landi til kommunur. Upphæddin, ið higartil hevur verið nevnd, er grundað á núverandi fíggjar¬lógar-tøl og ikki á, hvat eldraøkið í veruleikanum kostar.

Tey seinastu árini hevur eldraøkið verið rakt av munandi sparingum. Bara í fjør varð neyðugt við fleiri eykajáttanum bara fyri at varðveita mest grundleggjandi tænasturnar.

Tykist tí ikki sum samsvar er millum veruliga tørvin á játtan, og tað, ið landsstýrið ætlar at lata kommununum. Tí er nógv, sum bendir á, at landsstýrið ikki ynskir at uppraðfesta økið, men heldur áleggur kommununum uppgávuna, uttan at neyðuga fíggjarliga játtanin fylgir við.

Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni. Spurningarnir eru ætlaðir fyri at fáa svar uppá, hvør kostnaðurin er, um nevndu tænastur verða veittar sam-svarandi veruliga tørvinum, og harvið hvør veruligi kostnaðurin av eldraøkinum er. Íløgur í fyribyrgjandi átøk, endurmenning v.m. fara yvir tíð eisini at merkja minni tørv á øðrum tænastum, men hesi krevja, at íløgur fyrst verða gjørdar, áðrenn avkastið sæst seinni. Tí verður biðið um mettan kostnað uttan avleiddu avleiðingarnar yvir tíð, tí hetta eru út¬reiðslurnar, ið landið nú biður kommunurnar átaka sær.

Á Løgtingi, 28. januar 2014

Kristina Háfoss

Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann viðvíkjandi manglandi upplýsingum til Løgtingið um fíggjarstøðuna hjá Strandfaraskipum Landsins

1. Hví hevur landsstýrismaðurin ikki biðið um eykajáttan frá Løgtinginum til Strand-faraskip Landsins (SSL), tá landsstýrismaðurin visti, at politisk undirtøka ikki var fyri teimum sparingum, ið vóru fyritreyt fyri játtanini til SSL í fíggjarlógini fyri 2013?

2. Hevur SSL fráboðað Vinnumálaráðnum, at neyðugt var við umfatandi sparingum fyri at halda játtanina í fíggjarlógunum fyri 2013 og 2014?

3. Nær visti landsstýrismaðurin av, at undirtøka ikki var fyri sparingunum, ið vóru fyritreyt fyri játtanini í fíggjarlógini fyri 2013?

4. Nær varð Vinnumálaráðið kunnað um, at játtanin til SSL í fíggjarlógini fyri 2013 ikki fór at halda?

5. Er tað rætt, at Vinnumálaráðið hevur givið starvsfólkum hjá SSL munnkurv viðvíkjandi avleiðingunum av tí játtan, ið var á fíggjarlógini, til eftir 3. viðgerð á Løgtingi av fíggjarlógini?

6. Hví hevur Vinnumálaráðið tikið týðandi part av upplýsingum frá SSL, um avleiðingar av játtanini í fíggjarlógini fyri 2014, burtur úr tekstinum í fíggjarlógini fyri 2014?

7. Nær fer grannskoðanarfrágreiðing at fyriliggja um málið, og hvat fer henda at lýsa?

Viðmerkingar

Ósamsvar er millum frágreiðing frá fíggjarleiðara hjá Strandfaraskipum Landsins og frá-greiðingina frá landsstýrismanninum í vinnumálum í málinum um fíggjarligu støðuna hjá SSL, og kunning til Løgtingið í hesum sambandi.

Víst hevur verið á, at landsstýrismaðurin hevur afturhildið týðandi upplýsingum fyri Løgtinginum í sambandi við viðgerð av fíggjarlógum landsins. Eisini verður víst á, at landsstýrismaðurin hevur lagt trýst á starvsfólk á stovninum um ikki at kunna um avleiðingarnar av játtanini á fíggjarlógini fyrr enn eftir, at Løgtingið hevur samtykt hesa við 3. viðgerð.

Nú árið 2013 er farið framvið, er nógv, sum bendir á, at játtanin hjá SSL ikki røkkur. Orsøkin skal m.a. helst finnast í, at landsstýrismaðurin ikki hevur havt politiska undirtøku fyri teimum átøkum, ið vóru fyritreyt fyri játtanini í 2013. Hetta hevur landsstýrismaðurin vitað, og hóast hetta, so hevur landsstýrismaðurin ikki biðið um eykajáttan.

Fyribils er einasta avleiðingin, at stjórin á SSL er farin úr starvi. Landsstýrismaðurin og Vinnumálaráðið meta seg eftir øllum at døma ikki hava gjørt nakað skeivt í hesum máli. Men er tað so?

Fyri at fáa lýst málið og leiklut landsstýrismansins í hesum, verða hesir spuringar settir.

Á Løgtingi, 28. januar 2014

Kristina Háfoss

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannsen, løgmann viðvíkjandi løgfrøðiligari eftirkanning av lógaruppskotum og frágreiðing

1. Hvør løgfrøðilig eftirkanning er av lógaruppskotum frá landsstýrinum í dag?

2. Hvat ger løgmaður fyri at styrkja løgfrøðiligu eftirkanningina og góðskuna av lógararbeiðinum hjá landsstýrinum?

3. Nær fær Løgtingsins Fíggjarnevnd lovaðu frágreiðingina um, hvussu løgfrøðilig eftirkanning av lógaruppskotum fer fram í landsstýrinum í dag?

4. Hvat meinar løgmaður við, tá hann í undanfarnu viku alment staðfestið, at “politikkur hevur einki við løgfrøði at gera...”?

Viðmerking

Fyri at tryggja, at tey lógaruppskot, ið landsstýrið leggur fyri Løgtingið at taka støðu til, eru smíðað so væl sum møguligt, m.a. so hesi veruliga røkka tí endamáli, ið tey eru ætlað at røkka, varð arbeiðið í landsstýrinum fyrr skipað soleiðis, at øll lógaruppskot úr øllum aðalráðum skuldu til løgfrøðiliga eftirkanning á lógardeildini, áðrenn hesi vórðu latin Løgtinginum. Hetta er eisini vanlig mannagongd í grannalondum okkara.

Henda løgfrøðiliga eftirkanning er nú spard burtur, og úrslitið hevur verið hareftir.

Fíggjarnevndin hevur eisini umrøtt málið saman við løgmanni, og í samband við viðgerð av fíggjarlógini fyri 2014, bað løgmaður um at leggja eina frágreiðing fyri Løgtingsins Fíggjar-nevnd um, hvussu løgfrøðiliga eftirkanningin av lógaruppskotum í dag er skipað. Enn hevur einki verið at frætt um hesa frágreiðing.

Seinasta fráboðan løgmans viðvíkjandi løgfrøðini var, tá hann í undanfarnu viku fráboðaði, at “politikkur hevur einki við løgfrøði at gera...”. Hetta var ein merkisverd útsøgn frá landsins ovasta leiðara. Ein fráboðan, ið krevur nærri frágreiðing.

Fyri at fáa lýst, hvat gjørt verður fyri, at endurreisa løgfrøðiligu eftirkanningina av lógar-uppskotum, og staðfest nær frágreiðing verður latin Løgtingsins Fíggjarnevnd um hetta, verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 28. januar 2014

Kristina Háfoss