Kristina Háfoss er valevni fyri Tjóðveldi á løgtingsvalinum. Kristina hevur drúgvar royndir í politikki. Seinastu 4 árini hevur Kristina umboðað Tjóðveldi á Løgtingi, har hon hevur verið næstforkvinna í fíggjarnevndini. Eisini hevur Kristina umboðað tingmanningina í starvsnevndini, ið tekur sær av dagligu leiðsluni hjá Tjóðveldi. Áður hevur Kristina verið landsstýriskvinna í útbúgvingar-, granskingar- og mentamálum, og umboðaði hon eisini Tjóðveldi á Løgtingi í seinnu fullveldissamgonguni frá ár 2002 til 2004. Kristina er útbúgvin búskaparfrøðingur og løgfrøðingur, hevur røkt fleiri álitissessir og hevur arbeitt í føroyska vinnulívinum í nógv ár. Hon er gift og hevur 4 børn.
“Síggi fram til tann dag, tá vit kunnu siga, at í Føroyum er gott at vera hjá øllum. Tá vit kunnu staðfesta, at vit til fulnar gagnnýta tað ovurstóra tilfeingið vit eiga. Tá vit eru vorðin undangonguland tá umræður virðisskapan innan vinnulívið, og nýskipan innan tað almenna. Tá vit hava innrættað okkara samfelag soleiðis, at vit fáa sum mest og best tænastu til fólk kring allar Føroyar. Og tá tað er veruleiki, at føroyingar og føroysk vinna hava javnbjóðis rættindi og møguleikar í altjóða samfelagnum – eins og aðrar sjálvstøðugar tjóðir. Bjóði meg tí fram á komandi løgtingsvali”, sigur Kristina, og hon sigur víðari:
“Vit eiga at seta eina greiða kós fyri okkara land, og fara undir eina skipaða tilgongd, at skipa Føroyar sum sjálvbjargið og sjálvstøðugt land. Tí hetta vil geva okkum bestu møguleikarnar at skipa tað samfelagið, ið vit ynskja.
Vit skulu fremja tær nýskipanir - ið framhaldandi bíða eftir at verða framdar – eitt nú innan fiskivinnuna, pensjónsøkið, miðfyrisitingina og heilsu- og skúlaverkið.
Vit skulu virðisøkja okkara fiskatilfeingi eins nógv og aðrar tjóðir, ið vit vilja samanberast við, og fáa atgongd til fríhandilssáttmálar ájavnt við onnur lond. Hartil eru ovurstórir møguleikar eitt nú at menna okkara ferðavinnu, at menna okkara hægri útbúgvingar og knýta tættari bond millum gransking og vinnulívið.
Føroyar eiga eisini at gerast undangonguland tá umræður skipan av einum vælferðarsamfelag, har sum mest og best tænasta fæst, fyri hvørja krónu, til alt fólkið – og eitt samfelag har vit tryggja, at tey, ið hava tørv á eini hjálpandi hond fáa hesa. Smátt er gott, tá umræður at tillaga seg. Um vit við 49.000 fólkum ikki megna at ganga á odda at tillaga okkum og at nýskipa, hvør skal so?
Hetta eru bert nakrir av fleiri menningarmøguleikum okkara fyri framman. Og hesir møguleikar bera væl til at gagnnýta, tí vit hava fólk við hópi av vitan og førleikum.
So tað er bara at koma í gongd. Men tað krevur eina nýggja stjórn, ið hevur ynskið um og viljan til, at røkka einum sjálvbjargnum Føroyum. Og eina stjórn, ið megnar og vil fremja neyðugu átøkini fyri at røkka einum enn betri, rættvísari og sjálvbjargnum samfelag, til fyrimuns fyri alt fólkið í Føroyum – bæði fyri okkum sum her eru, okkara børn og komandi ættarlið. Hesum vil eg virka fyri.”

