1. Hvussu stór er samlaða upphæddin, ið tað almenna skal spara í 2013 vegna manglandi lønarframskriving í fíggjarlógini fyri 2013 ?
2. Hvussu nógv størv svarar henda sparing til ?
3. Hvussu stór er samlaða upphæddin, ið tað almenna skal spara í 2013 vegna manglandi framskriving av mettum prísvøkstri í fíggjarlógini fyri 2013 ?
4. Hvussu nógv størv svarar henda sparing til ?
5. Hví verður ikki upplýst um avleiðingarnar av manglandi lønar- og prísframskrivingum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013 ?
Viðmerkingar
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013 sæst at ongar framskrivingar eru gjørdar av lønarvøkstri og heldur ikki av prísvøkstri í játtanunum hjá almennu stovnunum. Hetta er óvanligt. Samstundis eru ongar upplýsingar um, hvat hesar manglandi framskrivingar koma at merkja fyri landsins stovnar og fyri samfelagið.
Fyri at fáa upplýst, hvørjar metingar Fíggjarmálaráðið hevur gjørt í samband við, at valt verður at spara allan lønarvøkstur og prísvøkstur burtur í 2013, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
Á Løgtingi, 8. oktober 2012
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

