Nr. 40/2011
Kristina Háfoss
løgtingskvinna
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.
1. Nær verða vardu bústaðirnir, ið eftir ætlan skulu byggjast í Eysturoynni og Norðoyggjum klárir at taka í nýtslu?
2. Hvussu nógv fáa við hesum nýggjan bústað, og er støða tikin til, hvør skal flyta inn í bústaðirnar, tá hesir verða tøkir?
3. Bíðilistin er langur. Hvørjar møguleikar hava tey, ið ikki fáa møguleika at flyta inn í hesar bústaðir?
4. Eru serligar verkætlanir í umbúna, tá umræður at fara undir bústaðarverkætlanir saman við Húsalánsgrunninum?
5. Um fleiri av teimum, ið ikki fáa møguleika at flyta inn í vardu bústaðirnar, ið landið byggir, velja at skapa eitt lutaíbúðafelag og byggja samanhangandi íbúðir, hevur landið so møguleika at leiga eina íbúð til starvsfólk?
6. Um flutt verður í lutaíbúðir - verður støðan ávirkað, tá umræður stuðulstímar og tænastu annars frá tí almenna í mun til í dag?
7. Hevur Almannamálaráðið ætlanir um at fara undir at byggja fleiri vardar bústaðir kring landið?
Viðmerkingar
Tá minnilutasamgongan saman við Tjóðveldi og Framsókn stjórnaðu Føroyum eitt tíðarskeið í fjør, varð avgjørt at leggja fyri Løgtingið lóg at byggja vardar bústaðir til føroyingar við serligum avbjóðingum í Eysturoynni og Norðoyggjum fyri 33 mió. kr. Eisini varð avgjørt at broyta heimildirnar hjá Húsalánsgrunninum, soleiðis at hesin kundi fara undir lutaíbúðaverkætlanir v.m.
Bíðilistin til bústaðir til føroyingar við serligum avbjóðingum er sera langur, og hetta var tí eitt stórt stig á røttu kós.
Enn er tó ikki komið í gongd við hesar verkætlanir, og valdi samgongan eisini at skerja játtanina til verkætlanirnar í 2012, grundað á, at mett varð ikki, at verkætlanirnar komu so langt í 2012.
Týðandi er at fáa staðfest, nær hesar vardu íbúðir verða tøkar, og um støða er tikin til, hvør fær møguleika at flyta inn í bústaðirnar. Eisini eru tað nógv, ið ikki fáa møguleika at flyta inn í hesar bústaðir, og mugu tey tí royna aðrar vegir.
Ein nýggjur møguleiki er, at farast kann undir lutaíbúðaverkætlanir. Hetta er tó treytað av, at tað almenna kann góðtaka tílíkar loysnir, og at neyðugi stuðulin og tænasturnar fylgja við.
Fyri at fáa lýst málið og við vón um, at vit skjótt kunnu minka bíðilistan og bjóða føroyingum við serligum avbjóðingum nútíðarhóskandi bústaðir saman við góðari heildartænastu, verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni í almannamálum.
Á Løgtingi, 24. apríl 2012
Kristina Háfoss
Spurningur 1
Roknast kann við, at vardu bústaðirnir í Norðoyggjum og Eysturoynni kunnu takast í nýtslu síðst í 2013 ella fyrst í 2014 um alt gongur sum ætlað.
Til kunningar skal upplýsast, at bygginevndin viðger í løtuni byggiskrá, sum verður handað landsstýriskvinnuni í juni mánaða. Fylgjandi verður prosjekteringin bjóðað út.
Spurningur 2
Eftir ætlan fáa millum 25 og 32 fólk bútilboð í vardu bústaðunum í Norðoyggjum og Eysturoynni.
Bygt verða sambýli til tann tyngsta bólkin í skipanini og helst fáa tey sum longu eru í skipanini fyrst tilboð um at flyta í nýggju bústaðirnar.
Spurningur 3 og 4
Ætlanin er, at landið skal tryggja, at bústaðir verða bygdir til teirra, ið hava tørv á at búgva í einum vardum bústaði. Vardir bústaðir, eru bústaðir til fólk, ið ikki kunnu búgva í sjálvstøðugum bústøðum úti í samfelagnum, men sum hava tørv á sosialpedagogiskum stuðuli, felags virksemi og felagsskapi út yvir vanligt grannalag,
Landið hevur í løguætlanini fyri komandi árini lagt upp fyri nýggjum sambýlum. Sí annars svarið til spurning 7.
Harumframt er eisini ætlanin, nú Húsalánsgrunnurin hevur fingið heimild at útvega og reka bústaðir, at gera avtalu við Húsalánsgrunnin um at útvega vardar bústaðir, skipað sum búfelagsskapir.
Avtalan við Húsalánsgrunnin verður grundað á konkreta tørvin á bústøðum til fólk við serligum avbjóðingum. Í mun til at lýsa tørvin á bústaðum verður støðið bæði tikið í teimum, sum í dag fáa bútilboð frá landinum, men sum búgva undir ónøktandi viðurskiftum og við støði í teimum, ið standa á bíðilista til bútilboð.
Fleiri kommunur hava ætlanir um at byggja íbúðir – bæði lutaíbúðir og leiguíbúðir. At útboðið á íbúðum sum heild verður størri kring landið, vil vónandi føra til, at fólk við serligum avbjóðingum eisini fáa eitt størri útboð, í tann mun tey megna at búgva í sjálvstøðugari íbúð við tænastu frá Stuðulstænastuni.
Spurningur 4
Avtala er gjørd millum Almannamálaráðið og Húsalánsgrunnin um at Húsalánsgrunnurin verður ein partur av ætlanini at útvega teimum, ið eru flutt inn á Heiðaveg í Runavík eitt meira varandi bútilboð.
Spurningur 5 og 6
Um so er, at fólk ynskja at taka seg saman um skipa vardar bústaðir sum lutaíbúðafelag, so eru lutaíbúðir at meta sum eigaraíbúðir, í tann mun, at tað verður Stuðulstænastan, ið veitir tilboðið inn í bústaðin.
Hvørt støðan verður ávirkað, tá umræður stuðulstímar og tænastu frá tí almenna í mun til í dag, veldst um hvør tørvurin er.
Hvørt Stuðulstænastan skal leiga høli til starvsfólk veldst um, hvønn tørv Stuðulstænastan hevur á hølum.
Spurningur 7
Í løguætlanini 2012 – 2024 er, umframt vardu bústaðirnir í Norðoyggjum og Eystyroynni, ið geva millum 25 til 32 búpláss, hædd tikin fyri trimum verkætlanum, sum tilsamans fara at útvega 40 nýggj búpláss til fólk við menningartarni. Í 2014 verður farið undir at byggja vardar bústaðir til 8 búfólk, í 2015 til 16 búfólk og í 2022 til 16 búfólk.
Harumframt er í løguætlanini hædd tikin fyri sambýlum til fólk við sálarsjúku, til fólk við heilaskaða og fyri bústovnum til børn.
Almannamálaráðið 7. mai 2012
Annika Olsen
landsstýriskvinna

