Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hví hevur løgmaður ikki upplýst fyri Løgtingi og almenninginum, at hann luttók einsamallur á fundi við umboð fyri CIP 27. juni 2013, ið er sami dagur sum avtala varð gjørd um millióna-endurgjald til CIP ?
2. Hvat varð avtalað á fundinum millum løgmann og umboðið fyri CIP á fundinum 27. juni ?
3. Hví hevði løgmaður fund við umboð fyri CIP, uttan at táverandi landsstýrismaðurin í Innlendismálum luttók ?
4. Luttók nakar annar, eitt nú embætisfólk, á fundinum millum løgmann og umboðið fyri CIP ?
5. Fyriliggur nøkur fundarfrágreiðing frá fundinum millum løgmann og umboðið fyri CIP, og frá eftirfylgjandi fundinum millum løgmann, CIP og Innlendismálaráðið, 27. juni ? Um ikki, hví ?
6. Hvør munnlig og/ella skrivlig avtala varð gjørd millum landsstýrið og CIP á teimum fundum, ið løgmaður hevði innkallað til 27. juni ?
7. Gav løgmaður munnligt samtykki til, at endurgjaldsavtala varð gjørd við CIP, áðrenn endurgjaldsavtalan varð undirskrivað ?
8. Hvørja lógarheimild hevði landsstýrið til, at gera endurgjaldsavtalu við CIP ?
9. Hvørjar treytir hevur CIP sett fyri, at landsstýrið útsetir útgjaldið av millióna-endurgjaldinum til CIP ?
10. Finst nakað fordømi, har landsstýrið hevur gjørt ”break-fee” endurgjaldsavtalur í samband við verkætlanir hjá landinum ?
11. Fer landsstýrið at geva almenninginum innlit í sáttmálan millum landsstýrið og CIP ?
12. Arbeiðir landsstýrið framhaldandi við tunnilsloysn, ið CIP skal verða partur av ?
13. Viðurkennir løgmaður, at hann hevur givið Løgtinginum villleiðandi upplýsingar, tá hann í Løgtingum upplýstið, at hann ikki var partur av nakrari avtalu við CIP ?
14. Hví varð Løgtingið ikki upplýst um endurgjaldsavtaluna við CIP, tá málið varð lagt fyri Løgtingið og undir 1. viðgerð av málinum á Løgtingi ?
15. Hvønn dag varð løgmaður kunnaður um, at embætisfólk í Innlendismálaráðnum høvdu gjørt upprit (dagfest 4. juli) við lemjandi atfinningum at lógini um einkarrætt, ið varð løgd fyri á Løgtingi 1. august?
16. Hví heldur løgmaður, at tað var í lagi, at onki varð upplýst um viðkomandi atfinningar frá embætisfólkunum í Innlendismálaráðnum í lógini um einkarrætt, ið varð løgd fyri Løgtingið ?
17. Hví heldur løgmaður, at tað var í lagi, at týðandi upplýsingar um kostnaðin av privatari tunnilsloysn í mun til almenna tunnilsloysn vórðu duldar fyri Løgtinginum, tá spurt varð um málið í skrivligum fyrispurningi ?
18. Hví trýr løgmaður ikki upplýsingum frá fakfólkum, eitt nú á Gjaldstovu Føroya og hjá Landsverki, í málinum um Skálafjarðatunnilin?
19. Metir løgmaður, at tað er rætt og í samsvari við góðan fyrisitingarsið, at løgmaður og Løgmansskrivstovan ikki vilja svara viðkomandi spurningum frá fjølmiðlunum um handfaringina av málinum um Skálafjarðatunnilin ?
20. Hvussu samsvarar embætisførsla løgmans í málinum um Skálafjarðatunnilin við § 5 í lóg um ábyrgd landsstýrismanna og § 33 í Stýrisskipanarlógini ?
Svar:
Til 1-7: Víst verður til svar, dagfest 25. oktober 2013, nr. 1-6 og nr. 8-9 í svari uppá § 52 a fyrispurningi nr. 8/2013 til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Gunnvør Balle, løgtingsmanni, um CIP, sum var soljóðandi:
“Ad 1 – 6: Eftir munnliga áheitan frá Kára P. Højgaard, táverandi landsstýrismanni hevði eg 26. og 27. juni óformligar fundir við Rúna Bro Róin. Eg greiddi Rúna Bro Róin frá politisku støðuni viðvíkjandi Skálafjarðartunnilinum, og at eg metti at við at fara í Løgtingið við málinum, vildi landsstýrismaðurin í innlendismálum fáa eina greiðari heimild fyri sáttmálanum við CIP. Róin var ónøgdur við støðu mína, og hann ynskti at fáa meg at undirskriva eina ískoytisavtalu til proceavtaluna. Eg bar meg undan og vísti til, at tað var Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, ið varðaði av málinum landsstýrisins vegna. Tí vísti eg til hansara.
Seinni hevði eg eisini fund við Rúna Bro Róin saman við Kára P. Højgaard, táverandi landsstýrismanni, Rúna Joensen, táverandi aðalstjóra í Innlendismálaráðnum, Kurt Bardeleben, advokat frá Advokatfelagnum Lett umboðandi Innlendismálaráðið og Henrik Rossing Lønberg, advokat hjá CIP.
Annars vóru hesi evni umrødd
- møguleikin at gera serskipanir mótvegis kommununum í samband við projektið
- føroysk arbeiðsmegi í samband við ætlanina
- rentuavkastsstøði
- útbjóðingin av projektinum
- møguleikin fyri at CIP kundi fáa dekkaðar nakrar av sínum útreiðslum av, at projektið bleiv seinkað
- broytingarlógaruppskotið sum skuldi í løgtingið
Ongi embætisfólk hjá løgmanni vóru við á fundinum, og skrivlig fundarfrásøgn er ikki gjørd av Løgmansskrivstovuni. Onki kom fram, sum kravdi notat eftir innlitislógini § 6 stk. 1. Seinni vísti tað seg, at Innlendismálaráðið hevði gjørt eina innanhýsis frásøgn frá fundinum.
Eg haldi heldur ikki, at nakað kom fram á fundinum, sum neyðugt var at kunna almenningin ella Løgtingið um. Hetta var bert ein orienterandi fundur, har partarnir greiddu frá sjónarmiðum sínum. Ongar avgerðir vóru tiknar á fundinum.
Sbr. Innlendismálaráðnum fóru umboðini fyri Innlendismálaráðið og CIP oman í Skibsteds pakkshús at tingast aftaná fundin, tey høvdu við meg. Seinni sama kvøld verður ískoytisprocesavtala konciperað og undirritað, og samráðst var annars víðari um málið alla náttina. Eg var ikki uppi í hesi tilgongd, eftir at tey fóru av míni skrivstovu seinnapartin 27. juni.
Ad 8. Tí eg havi ikki gjørt nakra avtalu við CIP. Eg varð kunnaður á nevnda fundi, ið fyrst og fremst varð hildin, tí eg skuldi stuðla landsstýrismanninum í at greiða CIP frá, at tað, út frá einum politiskum sjónarhorni, var ikki skilagott at skriva undir sáttmálan, uttan at málið varð betur rótfest í løgtinginum. Men eg gjørdi staðiliga vart við, at Kári P. Højgaard, landsstýrismaður tók sær av málinum landsstýrisins vegna.
Ad 9: Víst verður til svar nr. 2, dagfest 2. september 2013, í § 52a fyrispurningi 5/2013 frá Høgna Hoydal til løgmans um lóglig/ólógliga fyrisiting hjá landsstýrismanninum í innlendismálum.
Til 8: Víst verður til svar nr. 2, dagfest 2. september 2013, í § 52 a fyrispurningi 5/2013 frá Høgna Hoydal til løgmans um lóglig/ólógliga fyrisiting hjá landsstýrismanninum í innlendismálum, sum var soljóðandi:
“Til 2) Í løgtingslóg nr. 53 frá 26. mai 2010 um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð, sum broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 6. mai 2011 er í § 2 heimilað landsstýrismanninum at geva einkarrætt uppá Skálafjarðartunnilin undir neyvari ásettum treytum. Av § 2, stk. 5 skilst, at landsstýrismaðurin hevur heimild at halda fíggjarligar útreiðslur av fyrirreiking og gerð av sáttmálanum, og hevur landsstýrismaðurin í fíggjarløgtingslógini 2013, 107610- 5323 neyðugu fíggjarligu heimildirnar at halda slíkar útreiðslur, 6 mió. kr. Stk. 5 ásetur, at í avtaluni um endaligan einkarrætt skal tað treytast, at hesar útreiðslur skal einkarrættarhaldarin rinda landskassanum aftur. Sostatt er heimild at gera ískoytisavtaluna pkt. 3.1, men landsstýrismaðurin hevur skyldu at fáa upphæddina aftur frá tí, sum endaliga fær einkarrættin í endaligu koncessiónsavtaluni. Nevnda avtala er ikki ólóglig ella óvanlig og bindir ikki tingið at taka ávísa støðu í málinum.”
Til 9: Víst verður til svar, dagfest 25. oktober 2013, nr. 10-11 í svari uppá § 52 a fyrispurn¬ingi nr. 8/2013 til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Gunnvør Balle, løgtings¬manni, um CIP, sum var soljóðandi:
“Ad 10 – 11. Av telduposti 5. september 2013 frá Rúna Bro Róin til Rúna Joensen, táverandi aðalstjóra, framgongur, at CIP er sinnað at “udskyde .. forfaldstidspunktet for det relaterede break fee, for derved at give tid til at den igangværende politiske proces kan afsluttes”. Sambært Fíggjarmálaráðnum er upphæddin ikki goldin enn, og ongin neyvari avtala er enn gjørd um, nær gjaldast skal.”
Til 10: Víst verður til svar, dagfest 25. oktober 2013, nr. 1-3 í svari uppá § 52 a fyri¬spurningi nr. 9/2013 frá Høgna Hoydal til løgmans um lógarheimildir og fordømi fyri sonevnda “break fee”- avtalu við privat feløg, og um heimildir at avgreiða avtaluna við Copenhagen Infrastructure Partners, sum var soljóðandi:
“Ad 1-3: Tá ið tað í nevndu løgfrøðiligu frágreiðing verður sagt, at break fee avtalan neyvan er óvanlig, verður hetta sagt í einum størri høpi, uttan at neyvari og ítøkilig dømi eru funnin fram um hetta. Tað verður bert víst generelt til hetta fyribrigdi. Ongastaðni í frágreiðingini verður samanborið við áður gjørdar líknandi sáttmálar í Føroyum. Hetta er kriterium, sum tíðindafólk tekur fram í sjónvarpsinnslagi. Tilsvarandi sáttmálar í Føroyum eru ikki kannaðir, og er ongin ætlan um at fara undir at kanna teir, tí at hetta er ikki kriterium, sum lagt er til grund í løgfrøðiligu frágreiðingini.”
Til 11: Her er talan um tvey ymisk skjøl. Undirskrivaða procesavtalan við seinni ískoyti og uppskot til “Koncessionsaftale om opførelse, drift, vedligeholdelse, finansiering og ejerskab af en vej- og tunnelforbindelse med tilhørende tilslutningsveje under Skálafjarðar og Tangafjørður”.
Løgtingslóg nr. 133 frá 10.06.1993 um innlit í fyrisitingina gevur sum høvuðsreglu borgara rættarkrav uppá innlit í øll skjøl í fyrisitingini. Skal undantak verða, má hetta hava greiða heimild í lógini. Ongin heimild er í lógini at gera avtalu við privat um, at samskifti millum myndugleikan og hin privata verður at undantaka frá lógini.
Í § 15, stk. 1 í nevndu løgtingslóg frá 1993 um innlit í fyrisitingina stendur at lesa:
“Verður áheitan um skjalainnlit sett fram viðvíkjandi skjølum, ið eru partur av máli, har sum tað er ella fer at verða tikin avgerð av einum fyrisitingarmyndugleika, avger hesin myndugleikin, um áheitanin kann verða gingin á møti. Í øðrum førum verður avgerð um skjalainnlit tikin av tí myndugleika, sum hevur skjalið undir hond.”
Avgerðandi myndugleikin í málinum er Innlendismálaráðið. Tað er landsstýrismaðurin í innlendismálum, sum skal undirskriva koncessiónsavtaluna, tá ið tað kemur hartil, at undirskrivast skal, og tað er tí eisini hann, sum skal taka avgerð í innlitsmálum í uppskotum til slíka avtalu. 2. pkt. í § 15, stk. 1 verður bert at nýta, tá ið 1. pkt. av eini hvørji grund ikki kann brúkast.
Í ítøkiliga førinum hevur Innlendismálaráðið tikið støðu til innlitsmál í uppskot til nevnda sáttmála í skrivi 9. september 2013, har niðurstøðan er, at innlit verður noktað.
Løgmansskrivstovan er ikki vanligur yvirskipaður kærustovnur fyri ítøkiligum innlitsavgerðum hjá stjórnarráðunum, men hevur eftir stýrisskipanarlógini § 33, stk. 3 yvireftirlit við, at ráðið heldur seg innanfyri teir karmar, lóggávan setur.
Løgmansskrivstovan tók 16. september 2013 avgerð Innlendismálaráðsins 9. september 2013 um at nokta innlit í uppskotið til “Koncessionsaftale om opførelse, drift, vedligeholdelse, finansiering og ejerskab af en vej- og tunnelforbindelse med tilhørende tilslutningsveje under Skálafjarðar og Tangafjørður” upp sum eftirlitismál eftir stýrisskipanarlógini § 33, stk. 3. Byrjað var við at biðja Fíggjarmálaráðið um ummæli í málinum, eftir at Fíggjarmálaráðið hevur yvirtikið málsøkið frá Innlendismálaráðnum, eftir at tað er niðurlagt. Í umbønini varð spurt:
a. Grundgevingin fyri at nokta er innlitslógin § 13, stk. 1, nr. 5, har sagt verður, at “Rætturin til skjalainnlit kann avmarkast í tann mun, tað er neyðugt til verju av munandi umhugsni viðvíkjandi fíggjarligu áhugamálunum hjá tí almenna, herundir fremjing av vinnuvirksemi tess almenna”. Á hvønn hátt verða fíggjarligu áhugamálini hjá tí almenna ítøkiliga í vanda fyri at verða verri fyri, um sáttmálin verður almennur heldur enn loyniligur ?
b. Hevur – ella fer – Innlendismálaráðið (Fíggjarmálaráðið) at biðja um ummæli frá Copenhagen Infrastructure Partners K/S, um hvørjar heilt ítøkiligar greinar av ætlaða sáttmálanum eftir teirra tykki – við neyvari grundgeving - koma undir innlitslógina § 12, har sagt verður, at “Rætturin til skjalainnlit fevnir ikki um upplýsingar um privatu, herundir fíggjarligu, viðurskiftini hjá einstaklingum – og - tøkniligar útbúningar ella mannagongdir, ella um rakstrar- ella vinnuviðurskifti ella líknandi um so er, at tað hevur stóran fíggjarligan týdning fyri tann persónin ella virkið, sum upplýsingin viðvíkir, at áheitanin ikki verður gingin á møti” ?
c. Hevur – ella fer – Innlendismálaráðið (Fíggjarmálaráðið) at biðja um ummæli frá Copenhagen Infrastructure Partners K/S, um hvørjar heilt ítøkiligar greinar av ætlaða sáttmálanum eftir teirra tykki – við neyvari grundgeving - koma undir innlitslógina § 13, nr. 6, har sagt verður, at “Rætturin til skjalainnlit kann avmarkast í tann mun, tað er neyðugt til verju av munandi umhugsni viðvíkjandi privatum ella almennum áhugamálum, har tað vegna serligar umstøður í hesum føri er neyðugt at dylja málið” ?
d. Hevur - ella fer - Innlendismálaráðið (Fíggjarmálaráðið) at meta um ummæli CIP av hesum spurningum og draga eina niðurstøðu, um hvørt innlitsmálið í ætlaða sáttmálan kemur undir § 12 og 13, nr. 6 í innlitslógini ?
e. Hevur – ella fer – Innlendismálaráðið (Fíggjarmálaráðið) at gera eina ekstrakt av teimum pørtunum av ætlaða sáttmálanum, sum ikki koma undir § 12, § 13, stk. 1 nr. 5 og 6, so sum kravt er í innlitslógini § 12, stk. 2 og § 13, stk. 2 ?
Enn er onki ummælissvar komið frá Fíggjarmálaráðnum.
Til 12: Kortini verða nú blandað av nýggjum. Við støði í frágreiðing frá tilmælisbólkinum viðvíkjandi Eysturoyartunlinum frá 9. september 2013 verður málið tikið til nýggja samlaða politiska viðgerð, har allir møguleikar standa opnir.
Til 13: Nei.
Til 14: Break fee avtalan var longu gjørd, og Innlendismálaráðið metti, at heimild var fyri henni í galdandi lóggávu. Avtalan hevði onki við lógaruppskotið annars at gera. Upphæddin var eisini avmarkað í mun til kostnaðin av samlaðu ætlanini, eins og hon var nógv minni, enn tær útreiðslur, sum CIP longu hevði havt av ætlanini.
Til 15: Eg kann ikki seta neyvan dato á.
Til 16 og 17: Spurningurin er settur á slíkan hátt, at eg eri bundin at svara honum undir eini fyritreyt, sum eg ikki eri samdur í.
Til 18: Víst trúgvi eg fakfólkum bæði á Gjaldstovuni og Landsverki, tá ið umræður fakligum spurningum viðvíkjandi Skálafjarðartunlinum.
Til 19: Víst verður til svar 7 í svari uppá § 52 a fyrispurningi nr. 8/2013, har sagt verður:
Ad 7: Fólkatingsumboðsmaðurin sigur soleiðis í eini umsøgn dagfest 1. juni 2007: “Der findes ikke skrevne retsregler om myndighedernes forpligtelse til at give interviews. Spørgsmålet er omtalt i betænkning 1443/2004 (Embedsmænds rådgivning og bistand) side 246, hvori følgende er anført: ”Efter udvalgets opfattelse må der antages at være overlagt ministeren og ministeriet et meget vidt skøn med hensyn til, hvilke interviews man ønsker at deltage i. Det vil sige, at der må være en meget betydelig frihed med hensyn til, hvorvidt en anmodning om deltagelse i et interview bør imødekommes. Ved stillingtagen til, om en minister vil deltage i et interview med en bestemt journalist, må ministeren i den forbindelse også være berettiget til bl.a. at lægge vægt på, om ministeren gennem sit personlige kendskab har et særlig tillids- og fortrolighedsforhold til journalisten.” Ministre og embedsmænd er dog ved vurderingen af om ministeren eller ministeriet skal deltage i et i et interview underlagt de almindelige forvaltningsmæssige krav om lighed og saglighed.” Eg ivist onga løtu í, at løgmansstjórin eftir hesum hevur sín fulla rætt – og grundir - at gera av ikki at luttaka í samrøðu við tíðindafólk. Løgmansstjórin hevur tó bæði samskift og svara spurningum frá fjølmiðlafólkum.
Afturat hesum skal nevnast, at eg sum løgmaður havi havt fleiri langar samrøður við fjøl-miðla¬fólk um málið.
Til 20: Eg meti, at fult samsvar er ímillum embætisførslu mína eftir stýrisskipanarlógini § 33, stk. 3 og lógina um ábyrgd landsstýrismanna § 5.
Tinganes, 1. november 2013
Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður

