Jóhann Lützen hevur boðað frá, at orsøkir hansara til at reisa hetta mál er eitt ynski um, at allar deildir og stovnar hjá kommununi fáa álagt at seta sær fyri – í tann mun, tað letur seg gera – at útvega arbeiði til fólk við rørslu- og/ella førleikatarni. Hetta so at allir samfelagsbólkar fáa javnbjóðis møguleikar til eitt virkið arbeiðslív í kommununi.
Breiða undirtøku
Uppskotið er lagt fyri allar nevndir býráðsins hetta fundarumfarið, og vísir viðgerðin higartil, at allar nevndir taka einmælt undir við tí.
- Sum næst størsta kommuna og býur í landinum hevur tað sera stóran týdning fyri okkum, at allir samfelagsbólkar fáa javnbjóðis møguleikar til eitt virkið arbeiðslív her í kommununi, sigur Jóhann Lützen, sum fegnast um ta breiðu undirtøku, sum málið hevur fingið frá øllum býráðsnevndum.
- Her hava vit sum samfelag í mong ár verið eftirbátur á einum øki, har tað er púra sjálvsagt, at vit broyta bæði hugburð og atburð.
- Okkara samfelag skal sjálvandi hava pláss og virðing fyri øllum, tí vit hava brúk fyri hvørjum øðrum, sigur Jóhann Lützen.
Krevur eisini betrað atkomuviðurskifti
- Eitt mál sum hetta snýr seg sjálvandi allarfyrst um at broyta hugburð, har vit sum borgarar og samfelag seta okkum fyri, at vit øll her í samfelagnum – í tann mun, tað letur seg gera – fáa javnbjóðis møguleikar at liva, virka og trívast.
- Men samstundis hevur hetta málið eisini eina tekniska síðu, har tøk somuleiðis skulu takast, um allir borgarar eisini skulu fáa javnbjóðis atkomu- og virkismøguleikar á okkara arbeiðsplássum og í almenna rúminum sum heild, sigur Jóhann Lützen, formaður í Sosialu Nevnd hjá Klaksvíkar Býráð.
Allar nevndir býráðsins hava higartil tikið undir við málinum um starvsmøguleikar fyri fólk við rørslutarni á deildum kommununnar, og tá ið politiska viðgerðin er av, verður tað beint aftur í umsitingina at gera ein orðaðan politikk á økinum, sum verður at galda fyri allar deildir og stovnar hjá Klaksvíkar Kommunu.

