Fiskur og fiskiskapur er grundarsteinurin undir vælferðini í Norðuratlantshavi. Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis, mælir til, at londini í Norðuratlantshavi standa saman um rættin til og burðardygga nýtslu av okkara náttúrutilfeingi. Hann er í løtuni í Grønlandi, har hann í dag hevur hildið røðu á landsfundinum hjá grønlendska systurflokkinum, Inuit Ataqatigiit (IA).
Grønland, Ísland, Føroyar og í stóran mun eisini Noreg eru dømi um, at tað ber til, heilt ella lutvíst, at byggja eitt nútíðar vælferðarsamfelag upp við støði í fiskivinnuni, meðan fiskur og fiskivinna hava havt nógv minni týdning fyri vælferðarsamfeløgini í hinum norðurlondunum og restini av Evropa.
“Londini í Norðuratlantshavi hava prógvað og eru livandi dømi um, at fiskur kann fara í vælferð. Men enn eru avbjóðingar og vandi fyri, at vælferðin eisini kann fara í fisk”, sigur Høgni Hoydal í røðu síni í dag.
Londini í Norðuratlantshavi eru einastu lond í heiminum, har búskapurin í so stóran mun er tengdur at veiðu av livandi tilfeingi, og har londini samstundis hava nútíðar fólkaræði og búskapir til at umsita, hava eftirlit við og til at góðska tilfeingið. Londini hava megnað – hóast søgulig mistøk og stríð um umsiting og eftirlit – at hava eina rímiliga burðardygga umsiting av egnum fiskastovnum. Har tað søguliga er farið av kós, er í umsitingini av felags fiskastovnum í Norðuratlantshavi, har tjóðskaparlig seráhugamál og valdið hjá stórkapitalinum hava ført til niðurpíning av stovnunum.
Londini, sum øll byggja sína vælferð á fisk og fiskivinnu, eiga at hava felags áhuga fyri, at Norðuratlantshavið kann vera undangonguøki innan burðardyggari nýtslu av náttúrutilfeingi.
“Bæði í Íslandi, Grønlandi og Føroyum sita okkara flokkar og viðgera uppskot til broytingar í fiskivinnuumsitingini, ognarrættinum og nýtslurættinum. Uppskotini eru ymisk í teimum trimum londunum. Men vit eiga eftir mínum tykki at vera samd um at tryggja í okkara grundlógum – okkara stýrisskipanum og stjórnarskipanum – at náttúrutilfeingið ikki kann einskiljast og gerast lutur í spekulasjón, men er fólksins ogn. Tað er skrivað inn í uppskotið til føroyska stjórnarskipan. Eisini í Íslandi er ein grundlógarbroyting í gerð, har spurningurin verður viðgjørdur. Somuleiðis hevur Vinstra-grøni flokkurin í Norðurlandaráðnum, VSG, lagt uppskot fram um tað sama í Norðurlandaráðnum. Komandi árini verða stórar og prinsipiellar avgerðir tiknar um framtíðina og týdningin av fiskivinnuni í Norðuratlantshavi.
Okkara flokkar hava allir eina lyklastøðu í hesi gongdini. Lat okkum samstarva nógv meira um felags áhugamál og royndir”, mælir Høgni Hoydal til í røðu síni á landsfundinum hjá IA í Nuuk í dag.
Viðmerkingar fáast við at venda sær til Høgna Hoydal á +298 220250

