Viðgerðin á Løgtingi fyri einum ári síðani vísti, at meirluti er fyri at broyta rúsdrekkalógina, so at vit loyva at framleiða somu vørur, sum loyvt er at selja í Rúsuni.
Nú hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at hann ikki fer at leggja nakað uppskot fram, hóast meiriluti er fyri broytingini, tí nøkur fá tingfólk vilja steðga málinum.
Løgtingið loyvir í dag innflutningi av brennivíni við styrki upp til 60% og víni, ið vanliga hevur styrkina um 12%. Løgtingið hevur eisini skipað Rúsdrekkasøluna, ið stendur fyri søluni av hesum vørum.
Men kortini er als ikki loyvt at framleiða rúsdrekka í Føroyum og loyvt er ikki at framleiða uppá seg veikari øl í kapping við útlendsk vín.
Tingfólkini leggja dent á, at ætlanin er at fáa burtur órímiligan mismun og inkonsekventa viðferð av okkara egnu vinnu.
Eisini leggja tey dent á, at almennu Føroyar mugu styrkja fyribyrgjandi arbeiði móti rúsdrekkamisnýtslu, og at hetta uppskotið ikki á nakran hátt órógvar ella viknar ta stevnuna.
Eftir uppskotinum verður tað framvegis soleiðis, at alt sterkari enn 5,8 % bert kann seljast frá Rúsdrekkasølu landsins.
Málið er ikki flokspolitiskt, og vóna uppskotssetararnir at til ber at finna breiða semju um at fáa burtur mismun í lóggávuni.

