Kallið tingið saman og steðgið hesi vitleysu niðurpíningini av eldrarøktini!

31 May 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Kring alt landið sita eldri fólk og avvarðandi í ótta og óvissu um sín gerandisdag. Og starvsbólkar og leiðslur vita sær ikki ráð at taka. Fólk og starvsbólkar verða spjadd og sett upp móti hvørjum øðrum.

Hetta eru avleiðingarnar av tí ógvusliga sjálvsóknarpolitikkinum, har onki hjarta er fyri korunum hjá fólkinum í Føroyum, meðan úrvaldir samfelagsbólkar verða sætaðir við óviðgjørdum og skrumblaðum avgerðum.

Og her er talan um kleyvarskap og ábyrgdarundanstøkking út um alt mark hjá politiska myndugleikanum.

Ár eftir ár hevur Tjóðveldi gjørt vart við, at eldraøkið – eins og onnur týdningarmikil øki fyri trivnaðin hjá borgaranum – verður niðurpínt og nartlað verður burturav við sparingum og vantandi framskrivingum fyri lønir og rakstur. Og siðani hendan samgongan tók við, hava andstøðuflokkarnir í felag við hvørt høvi skotið upp aðrar fíggjarkarmar og játtanir, sum kundu forðað fyri syndarligu støðuni.

Eftir ógvusligt trýst frá avvarðandi, starvsfólkum og frá andstøðuni, kom landsstýrið seinasta tingdagin við eini eykajáttan uppá 4 milliónir krónur – hóast landsstýrið og samgongan hevði vitað um støðuna í langa tíð. Og øll vistu, at hendan upphæddin fór ikki at bjarga støðuni. Andstøðan legði broytingaruppskot fram við eini hægri upphædd, men samgongan feldi málið.

Síðani hevur bara verið leyst tos uppí saman frá landsstýriskvinnuni og samgongufólki um, hvussu eykajáttanin skulu brúkast. Men nú vit fara um 1. juni, veit ongin út ella inn.

Tjóðveldi vil als ikki standa og hyggja at hesi óvirðiligu og óneyðugu støðuni hjá so mongum fólki.

Vit vita øll, at var talan um eina bráðfeingis støðu í onkrum máli, sum okkurt landsstýrisfólk ella samgongufólk helt hava týdning, so vóru langt síðani pengar funnir og avgerðir tiknar.

Tí sigur Tjóðveldi greitt við landsstýrið, samgonguna og løgtingsformannin:

Kallið tingið saman beinanvegin at viðgera og loysa støðuna á eldraøkinum!

(Vit skulu samstundis boða frá, at tingmanningin hjá Tjóðveldi er ikki farin í summarfrí, men er til arbeiðis hvønn dag, hóast tingfundir ikki eru.)


Vegna Tjóðveldi

Høgni Hoydal, floksformaður