Til formansskapin á Løgtingi
Kæra frá minnilutanum í fíggjarnevndini um viðgerðina av løgtingsmálunum:
103/2011 um broyting í ymsum skattalógum (flatskattur)
104/2011 um broyting um skatt av rentutryggingum v.m. (pensjónsskatting).
Eftir innleiðandi innkallingarnar í fíggjarnevndina, undanfarna mánadag og týsdag, kundi staðfestast, at enn fleiri ósvaraðir spurningar vórðu í omanfyrinevndu málum – serliga mál nr. 104.
Undirritaðu hava tí biðið um, at omanfyrinevndu mál verða viðgjørd gjølla í fíggjarnevndini.
M.a. eru umbidnar fleiri innkallingar og væl meira tilfar, fyri at tryggja, at Løgtingið verður fult upplýst í málinum, áðrenn hetta fer til 2. viðgerð.
Eitt nú eru umbidnar eyka innkallingar fyri fylgjandi bólkar:
- Umboð fyri útisiglarar
- Almannastovan
- LÍV og Betri pensjón – viðv. nágreining
- Elektron, Formula og NEMA
Hartil hevur minnilutin ynskt, at fíggjarnevndin umbiðir tilfar frá Ríkisumboðnum, TAKS, Fíggjarmálaráðnum, ið lýsir avleiðingarnar av lógarbroytingini nærri.
Eisini er komið fram undir viðgerðini, at samgongan ætlar at mótrokna óskattaða og skattaða pensjónsinntøku eins í fólkapensjónini framyvir. Hetta eru nýggjar upplýsingar, ið krevja, at vit fáa nýggjar útrokningar frá Fíggjarmálaráðnum uppá, hvat tílík 40% minni mótrokning í fólkapensjónini 2012-2050 fer at kosta landskassanum í størri fólkapensjónsútreiðslum. Talan verður um munandi upphæddir, tí allar mótroknaðar upphæddir verða nú 40% lægri enn annars væntað og útroknað við í pensjónsnýskipanararbeiðinum. Alneyðugt at fáa hesar útrokningar áðrenn málið verður beint aftur í Løgtingið, fyri at tryggja, at Løgtingið ikki fær villleiðandi upplýsingar í málinum. Landsstýrismaðurin hevur jú upplýst at tað er líka mikið fyri landskassan um skattað verður við útgjald ella inngjald - men so verður jú als ikki.
Ongar av hesum umbønum til tilfar ella fleiri innkallingar eru gingnar á møti.
Hinvegin hevur samgongumeirlutin fingið Fíggjarmálaráðið at gera útrokningar og tilfar seinastu dagarnar, ið hesin hevur ynskt, uttan at minnilutin er kunnaður.
Undirritaðu vilja tí kæra vánaliga viðgerð av omanfyrinevndu málum í fíggjarnevndini, og heita á formansskapin um, at taka stig til, at omanfyrinevndu mál fáa neyðugu viðgerðina. Hartil at virka fyri, at øll tingfólk fáa javnbjóðis rættindi at fáa viðgjørt løgtingsmál í løgtingsnevndunum. Hetta fyri at tryggja, at øll mál fáa eina góða og neyðuga viðgerð, soleiðis at Løgtingið tekur avgerð á røttum grundarlagi nú og framyvir.
Um spurningar ella ivamál eru, eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til undirritaðu.
Vinarlig heilsan
Aksel V. Johannesen , løgtingsmaður
Kristina Háfoss, løgtingskvinna
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna

