Kæra og áheitan til formansskapin í Løgtinginum

13 November 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan


Til formansskapin í Løgtinginum


Kæra og áheitan - viðvíkjandi broti á Tingskipan Løgtingsins og lógaruppskot, ið verða latin Løgtinginum uttan hoyringssvar og áðrenn hoyringsfreistin er úti

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur í fleiri stórmálum lagt lógir og lógarbroytingar fyri Løgtingið uttan at hoyringssvar eru løgd við, og í fleiri førum uttan at hoyringsfreistin úti.


Nevnast kunnu málini um forskatting av pensjónum, flatskatt, avtøku av Landsbanka Føroya og hildið kundi verið áfram, tí søgan endurtekur seg.

Í dag – 12. november – eru málini 40, 41, 42 og 44 í tingárinum 2013 til fyrstu viðgerð á Løgtingi. Talan er um umfatandi lógarmál í samband við grundleggjandi broytingar á eftirlønarøkinum. Mál við víðfevndari ávirkan á persónar, feløg, landskassa og kommunurnar. Tí eru uppskotini eisini send til 70 hoyringspartar at viðmerkja. Men hóast hetta eru ongi hoyringssvar løgd við lógaruppskotunum, og eru lógaruppskotini als ikki tillagað í mun til ynskir frá hoyringspørtum. Tí hoyringsfreistin er ikki úti fyrr enn 15. november 2013.

Hetta ger, at lógaruppskot verða løgd fyri Løgtingið uttan at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur tillagað hesi samsvarandi hoyringssvarunum, og tá 1. viðgerð á Løgtingi enntá er áðrenn hoyringsfreistin er av, hava løgtingsfólk heldur ongan møguleika fyri, at verða upplýst til fullnar um avleiðingarnar av málinum.

Endamálið við hoyringum og hoyringssvarum fellur tá í stóran mun burtur.


Tí endamálið er júst at tryggja, at grundarlagið undir einum lógaruppskoti er so gott sum møguligt, herundir at málið verður so væl upplýst sum møguligt, áðrenn landsstýrisfólkið ger endaliga uppskotið klárt at leggja fyri Løgtingið.


Grundað á hoyringssvarini ger landsstýrisfólkið síðan neyðugar broytingar, áðrenn lógaruppskotið verður lagt fyri á Løgtingi. Tá eiga hoyringssvarini eisini, sum kunnugt, at verða løgd við, so løgtingsfólk verða upplýst so væl sum møguligt, herundir upplýst um, hvat landsstýrisfólkið hevur tikið við av viðmerkingum frá hoyringspørtum og hvat ikki er tikið við.

Men hesi atlit eru øll sett til viks í samband við tey mál, ið eru til viðgerð á Løgtingi í dag.

Hesin framferðarháttur undirgrevur tí fólkaræðisligu skipanina, og tað vil bara vera spurningur um tíð, til hoyringspartar als ikki fara at lata hoyringssvar inn, tá hesi ikki verða tikin fyri fult, og ikki verða við í gerð av lógaruppskotinum hjá landsstýrinum, og heldur ikki eru tøk hjá løgtingsfólkum undir 1. viðgerð av málinum.

Hetta er eisini greitt brot á Tingskipan Løgtingsins §37, stk. 3 har ásett verður, at í viðmerkingunum til lógaruppskot skal m.a. verða upplýst: ”hvørjir almennir stovnar ella aðrir hava havt uppskotið til ummælis, og hvørjar viðmerkingar teirra hava verið”.


Kært verður um henda framferðarhátt hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, ið er greitt brot á Tingskipan Løgtingsins, og heitt verður á formansskapin í Løgtinginum um, at heita á landsstýrismannin í fíggjarmálum um, at taka lógarmálini aftur.

Síðan kann landsstýrismaðurin koma aftur í Løgtingið við hesum, eftir at hoyringsfreistin 15. november er av, og eftir at Fíggjarmálaráðið hevur gjørt tær tillagingar í lógaruppskotunum, ið verða mettar skilagóðar samsvarandi hoyringssvarunum.

Eisini verður heitt á formansskapin í Løgtinginum um, at heita á Løgmann - ið sambært Stýrisskipanarlógini hevur eftirlit við, at landsstýrisfólk umsita sítt øki á fullgóðan og lógligan hátt - at tryggja, at øll lógaruppskot, ið koma úr landsstýrinum í minsta lagi halda ásetingarnar í Tingskipan Løgtingsins.

Hetta eru alneyðug stig, um Tingskipan Løgtingsins skal hava nakað virði, og um grundleggjandi partar av skipan okkara – so sum hoyring av lógum og lógarbroytingum – ikki skulu undirgravast, men virðast og styrkjast.

Blíðar heilsanir,

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, og
næstforkvinna í Løgtingsins Fíggjarnevnd.