Jørgen skilir ikki avleiðingarnar av sínum fíggjarpolitikki

4 September 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Settu spurningarnir, svarini og stuttar viðmerkingar eru her:

Spurningur 1

Hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri at fíggja ófíggjaða skattalættan, ið væntandi fer at kosta landskassanum yvir 300 mió. kr. í mistum landsskattainntøkum í 2012?

Svar frá Jørgen til spurning 1:


Endamálið við skattalættanum var, fyrst og fremst, at tað skuldi loysa seg at arbeiða í Føroyum. Høgi skatturin hevði við sær:


• At fólk í stóran mun valdu at arbeiða niðursetta tíð.


• At fleiri valdu at arbeiða – og rinda skatt – uttanlands.


• At hugurin at arbeiða yvirarbeiði, ella átaka sær eyka arbeiði, var ov lítil.


• Meira svart arbeiði.

Nógv hevur verið tosað um, hvussu nógv skattalættin kostar landsskassanum. Tað áhugaverda er hinvegin, hvussu nógv høgi skatturin á arbeiði hevur kostað føroyska samfelagnum. Veruligi kosnaðurin av skatti er ikki tann upphæddin, sum kemur inn í almennu kassarnar, tí henda upphæddin kemur jú øðrum til góðar. Veruligi kostnaðurin eru allir teir arbeiðstímar, sum ikki hava verið arbeiddir í Føroyum, tí at tað ikki hevur loyst seg. Veruligi spurningurin er, um ikki høgi skatturin gjørdi okkum øll fátækari.


Upp á langt sikt eri eg vísur í, at skattalættin fer at ikki at kosta tí almenna eina krónu. Upp á langt sikt verður hann fult fíggjaður – og meira enn tað – av tí vøkstri, hann fer at hava við sær.


Viðmerking frá Kristinu til svar:


Hetta er ósatt.


Flatskattalættin er ófíggjaður.


Vit kenna tað eitt nú frá høgravendum politikarum í USA, ið nýttu somu grundgeving fyri skattalættum fyri árum síðan. “Yvir tíð vil skattalættin verða fult fíggjaður av sær sjálvum og meira enn tað”. Hetta er mótprógvað so tað stendur eftir. Aðra staðni hevur tílíkur hugburður undirgravað inntøkur landsins, og skapt stór hall og stóra skuld.


Við grundgevingini hjá landsstýrinum, so átti skatturin bara at verið settur til 0%, tí so hevði landið fingið størri inntøkur. Hvønn royndir landsstýrið at snýta?

Spurningur 2

Er landsstýrismaðurin samdur í, at broytingin frá skatting av pensjónsútgjaldi til skatting av pensjónsinngjaldi, og harvið framflyting av framtíðar pensjónsskatti til nútíðina, ikki eru nýggjar inntøkur og fígging av flatskattalættanum?


Svar frá Jørgen til spurning 2:


Hesum eri eg ikki samdur í. Skattalættin er fíggjaður. At fíggja er sambært orðabókini: at útvega pening. At skatta pensjónir við inngjald útvegar pening til landskassan komandi árini. Sostatt er skattalættin fíggjaður.


Um talan er um nýggjar inntøkur ella ikki, haldi eg ikki er serliga áhugavert. Tað áhugaverda er, at skattalættin í sær sjálvum skapar samfelagnum fleiri inntøkur. Tað kann gott verða, at vit høvdu fingið tað sama inn um vit bíðaðu 30-40 ár eftir skattainntøkunum, men so vildu vit havt frásagt okkum allan tann vøkstur, sum skattalættin hevur við sær.

Leggjast kann afturat, at útrokningar hjá pensjónsnýskipanararbeiðsbólkinum vístu, at skattainntøkurnar í framtíðini gerast ikki minni av at skatta verður við inngjald heldur enn við útgjald.


Viðmerking frá Kristinu til svar:


Hetta er ósatt.
Skattalættin er ikki fíggjaður. Við hesum verður sjálvandi víst til, at samsvarandi nýggjar inntøkur ikki koma í staðin fyri mistu inntøkurnar.
At landsstýrismaðurin í fíggjarmálum má í orðabókina fyri at leita eftir eini ella aðrari grundgeving er rættliga skakandi.


Enn verri er, at landsstýrismaðurin orðarætt sigur: “Um talan er um nýggjar inntøkur ella ikki, haldi eg ikki er serliga áhugavert”.
Hetta sigur landsstýrismaðurin, ið hevur ábyrgd av fíggjarstýringini í Føroyum.

Spurningur 3

Er ætlanin at spara upp inntøkurnar frá skatti av pensjónsinngjøldum – t.d. í Búskapargrunni Føroya – so hesar eru tøkar í framtíðini, tá lutfalsliga munandi fleiri pensjónistar vera í Føroyum?

Svar frá Jørgen til spurning 3:


Nei, so kundu vit tað sama hildi fram við at latið skattainntøkurnar farið til pensjónsfeløgini. Vit vilja heldur hava skattalætta og vøkstur. Annars verður víst til svarið til spurning 2.

Viðmerking frá Kristinu til svar:


Hetta er harmiligt. Tí so hvørt vit fara frá, at vera 4 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist til 2 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist í nærmastu framtíð, verður tørvur á nýggjum inntøkum, tá lutfalsligu nógvu pensjónistarnir jú ikki fara at rinda skatt tá, samstundis sum fleiri eldraútreiðslur mugu væntast. Hetta verður serliga ein ovurstór avbjóðing tí landsstýrið hevur avgjørt at framskunda skattin og brúka peningin beinanvegin.


At langt ikki verður upp fyri hesi framtíðar avbjóðing er ikki ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur.

Spurningur 4

Nær og hvussu fer landsstýrið at lata kommununum aftur tær 88 mió. kr. (40% av 220 mió. kr. í væntaðum pensjónsskatti í 2012), ið eru tann pensjónsskatturin, ið landið nú tekur frá kommunum bert í árinum 2012?

Svar frá Jørgen til spurning 4:


Tá sagt verður, at kommunurnar fara at missa 88 mió. kr. í 2012 er talan um misskiljing. Einastu inntøkur, ið kommunurnar missa í 2012 eru skattainntøkurnar av teimum útgjøldum, ið stava frá teimum inngjøldum, ið verða inngoldin í 2012. Ikki ber til at siga, hvussu stóra upphædd talan er um. Men samlaða upphæddin, sum bæði verður inngoldin og útgoldin í 2012 er neyvan serliga stór.


Hinvegin, so fáa kommunurnar skattainntøkur frá øllum teimum pensjónsútgjøldum, sum eru uppspard áðrenn 1. januar 2012, og henda inntøkan er skjótt vaksandi, tí tey, sum í dag gerast eldri, hava spart munandi meira upp til egna eftirløn enn undanfarin ættarlið.


Eisini er at siga, at kommunurnar hava stóran fyrimun av skattalættanum. Landskassin ber allan kostnaðin, meðan komurnar fáa helvtina av tí vøkstri, sum skattalættin hevur við sær. Vert er at leggja til merkis, at kommunurnar fyrstu sjey mánaðirnar í ár hava fingið 25 mió. kr. meira inn í skatti enn sama tíðarskeið í fjør. Skattagrundarlagið hjá kommununum er sostatt breiðkað munandi.


Viðmerking frá Kristinu til svar:


Hetta er ósatt.
Landsstýrið hevur valt at broyta pensjónsskatt frá skatt av útgjaldi, har kommunurnar hava fingið um 40%, til skatt av inngjaldi, har kommunurnar fáa 0%. Tær framskundaðu inntøkurnar, ið landsstýrið nú tekur 100%, eru inntøkur, kommunurnar annars høvdu fingið 40% av. Tí er hetta ein stórur missur hjá kommunum.

Tann pensjónsskattainntøkan, ið kommunurnar framhaldandi fáa er bert frá útgoldnum pensjónum, ið eru uppspardar fram til 31. desember 2011. Henda upphædd vil hækka og síðan minka burtur í onki. Hetta vil ávirka inntøkur hjá kommunum samsvarandi. Yvir tíð fáa kommunurnar als ongan skatt frá pensjónunum.


Hetta eru inntøkur, sum tá umræður skatt av pensjónsinngjaldi, annars áttu at ligið árliga millum 88 og 120 mió. kr. hjá kommunum komandi árini. Spurningurin er, hvussu landið vil endurrinda kommununum hesar mistu inntøkurnar.

Spurningur 5


Nú neyðugt verður, at føroyingar við útlendskum arbeiðsgevara og pensjónsskipanum fara at fáa undantak frá skatting av teirra pensjónsinngjaldi, og føroyingar tí fara at verða skattaðir ymiskt, tá umræður pensjónsskatt frameftir, kunnu fleiri undantøk væntast og í so fall hvørji?

Svar frá Jørgen til spurning 5:


Landsstýrið hevur einans ætlanir um undantak til teirra, sum arbeiða uttanlands hjá útlendskum arbeiðsgevara og rinda til útlendskt eftirlønarfelag.


Viðmerking frá Kristinu til svar:


Sera nógvir bólkar koma í knýpu í sambandi við broyttu skattalóggávuna. Tí má væntast, at landsstýrið fer at koma við øðrum undantøkum somuleiðis. Eitt nú fyri fólk, ið starvast avmarkað tíðarskeið í Føroyum – eitt nú læknar o.o. – og somuleiðis er neyðugt, at føroyingar, ið ikki kunnu stovna nýggja lívstrygging vegna sjúku ella líknandi, verða noydd at vera verandi í verandi útlendskari skipan, hóast tey harvið ikki fáa rindað skatt av inngjaldi og tryggjað sær skattafrítt útgjald.


Hartil eru enn ongar dupultskattaavtalur gjørdar enn viðvíkjandi pensjónspartinum. Tvs. at um føroyingar í dag flyta til flestu europeisku londini og eitt nú Danmarkar, so verður pensjónin skatta við útgjaldi – sjálvt um hon eisini er skattað við inngjaldi í Føroyum. Tí má landsstýrið fáa gjørdar neyðugu avtalurnar og sáttmálarnar við flestu europeisku londini sum skjótast.