Jørgen Niclasen svarar Sirið uppá fyrispurning

19 November 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Svar uppá fyrispurning nr. 14/2013 eftir § 52a í tingskipanini frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um farleiðina til Fámjins

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Vil landsstýrismaðurin ítøkiliga arbeiða fyri tunnli til Fámjins?

2. Vil landsstýrismaðurin virka fyri at fáa veðurstøð til Fámjinsvegin, so koyrilíkindini kunnu fráboðast?

Spurningur 1

Trupulleikin við verandi vegi er, at hann liggur høgt, er brattur, og nógvur kavi legst á vegin.

Eftir langtíðaríløguætlan landsstýrisins fyri árini 2014 til 2024, sum greitt frá í búskaparfrágreiðing I frá Fíggjarmálaráðnum, mars 2013, eru samanlagt 70,0 mió. kr. settar av til farleiðina til Fámjins í árunum 2022, 2023 og 2024.

Í samferðsluætlan Landsverksins fyri 2012 – 2024 verður greitt frá trimum møguleikum fyri at betra farleiðina til Fámjins. Talan er um tvær tunnilsloysnir og eina vegaloysn. Vegaloysnin snýr seg um at dagføra og tryggja verandi veg, og verður tað mett at kosta 50 mió kr. Í samferðsluætlanini verður mælt til hesa loysn.

Styttra tunnilsloysnin hevur tunnilsinntøk á 120 til 130 metra hædd, og longra tunnilsloysnin hevur inntøk á 70 til 100 metra hædd.

Endalig avgerð um loysn er ikki tikin, men tað eigur at verða lagt dent lá, at bygdarfólkið fær eina farleið, sum tey verða nøgd við. Íløguætlanin verður dagførd eftir tørvi, og sjálvandi er møguleiki fyri at raðfesta øðrvísi, um politisk undirtøka er fyri tí.

Spurningur 2

Landsverk hevur sett 26 veðurstøðir upp á útvaldum støðum kring landið. Fyrst og fremst við tí endamáli at fáa eina so neyva fráboðan sum gjørligt til arbeiðsfólk hjá Landsverki, ið tekur sær av vetrarhaldinum.

Ferðandi á landsvegunum hava tikið skipanina við veðurstøðum til sín. Útvarpið boðar somuleiðis frá ávaringum, sum hesar støðir kunnu geva um hálku og nógvan vind.

Landsstýrismaðurin metir tað hava týdning fyri ferðsluna til Fámjins, at ein veðurstøð verður sett upp, men skal hetta vera eftir tilmæli frá sakkunnleikanum á økinum. Málið verður viðgjørt í sambandi við ætlanina fyri trygdartiltøk í 2014.

Argir, 16. november 2013

Jørgen Niclasen

landsstýrismaður