Á flokstinginum í Fámjin var skipanarparturin á skránni fríggjakvøldið.
Millum uppskotini, sum atkvøtt var um, var eitt uppskot frá Eysturoyar Tjóðveldisfelag um at velja Tórbjørn Jacobsen í starvsnevnd floksins. Jónfríð Hjelm, sitandi starvsnevndarlimur, stillaði uppaftur, so veljast skuldi millum tey bæði.
Tá avtornaði, og talt var upp, kundi staðfestast, at Jónfríð Hjelm gjørdist greiður vinnari, og heldur hon sostatt fram í starvsnevndini.

