John Dalsgarð nývaldur starvsnevndarlimur

29 March 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Umframt at velja nýggjan aðalstjórnarformann, skuldi umboð veljast í starvsnevndina. Trý valevni vóru at velja ímillum, Andrass Danielsen, John Dalsgarð og Jónfríð Hjelm.

Eftir atkvøðugreiðsluna var greitt at John Dalsgarð er nývaldur starvsnevndarlimur.

Í starvsnevndini sita:

Høgni Hoydal, floksformaður

Petur í Gong, aðalstjórnarformaður

Kristina Háfoss, umboð fyri tingmanningina

Áki Jacobsen, starvsnevndarlimur

John Dalsgarð, valdur á flokstinginum

Tráin P. Nónklett, fyri Unga Tjóðveldi